Sunday, April 14, 2019

Avengers: Infinity War

Í fjør ummælti eg ikki "Avengers: Infinity War", men nú vil eg fegin gera tað, áðrenn eftirfylgjarin kemur út. Hesin filmurin varð útgivin, tá ið Marvel filmsrøðin fylti 10 ár og alt bygdi upp til hetta. The Avengers møta teirra stórstu hóttan higartil: Thanos (Josh Brolin), ein máttmikil skurkur, sum savnar Infinity steinar og hevur óndar ætlanir.

Hetta er ein óvanliga dapur Marvel filmur og man skal ikki avdúka nógv – satt at siga ein av teimum bestu í røðini. Thanos var ein skurkur, sum hevði lítlar leiklutir í øðrum filmum. Marvel brúktu fleiri ár til at uppbyggja hansara leiklut í "Avengers: Infinity War" og úrslitið var sera nøktandi. Josh Brolin gevur eina fantastiska framførslu og Thanos er óivað tann besti Marvel skurkurin higartil. Bæði hansara ætlan og motivatión verða væl frágreidd og geva meining. Samstundis hevur hann ein áhugaverdan og djúpan persónleika.

Hetta er ein sera góður, undirhaldandi, rørandi og ambitiøsur superhetjufilmur, sum hevur ótrúliga nógvar persónar. Umframt The Avengers, so verða aðrar hetjur koyrdar uppí sum t.d. Spider-Man, Doctor Strange og Guardians of the Galaxy. Tað er fantastiskt at síggja hesar hetjurnar saman. Eg hevði t.d. ikki ímyndað mær at sæð Thor og Rocket Raccoon samstarva, og tað riggar yvirraskandi væl. Allir sjónleikararnir eru sera góðir og spæla væl saman. Tað er avbjóðandi at balansera øll og sum oftast eydnast tað. Tað ger tó, at filmurin er eitt sindur langdrigin og spælitíðin er næstan tríggir tímar. Hann hevur nógvar persónar og tí er torført at stytta hann.

Tíbetur er tað lætt at fylgja við søguni. Hon handlar um leitanina eftir Inifinity steinunum og tað ger hana samanhagandi. Søgan er sera dramatisk og yvirraskandi. Vit fáa eisini skemtiligar løtur við persónunum, sum vit eru von við, men hetta er samanumtikið ein døpur søga. Tað ger filmin spennandi, fangandi, rørandi og samstundis undirhaldandi. Harafturat eru effektirnar sera góðar. Hesuferð eru actionsenurnar ikki bert flott gjørdar og undirhaldandi, men eisini spennandi og týdningarmiklar. Man følir veruliga, at heimurin er í vanda. "Avengers: Inifinity War" er ein langdrigin, men spennandi, undirhaldandi, dapur og yvirraskandi superhetjufilmur. Hóast hann hevur stuttligar løtur, so er hann óivað ein tann mest dramatiski í røðini. Eg gleði meg til at síggja restina av søguni í fjórða "Avengers"-filminum.

4 / 5 stjørnur

Leikstjórar: 
Anthony Russo, Joe Russo
Handrit: Christopher Markus, Stephen McFeely
Leikarar: Robert Downey Jr., Chris Hemsworth, Mark Ruffalo, Chris Evans, Scarlett Johansson, Benedict Cumberbatch, Don Cheadle, Tom Holland, Chadwick Boseman, Paul Bettany, Elizabeth Olsen, Anthony Mackie, Sebastian Stan, Danai Gurira, Letitia Wright, Dave Bautista, Zoe Saldana, Josh Brolin, Chris Pratt, Bradley Cooper
Ár: 2018

No comments:

Post a Comment