Thursday, July 13, 2017

Spider-Man: Homecoming

Eg havi fyrr nevnt, at Spider-Man er mín yndissuperhetja. Í fjør fingu vit eina nýggja útgávu í filminum "Captain America: Civil War" og eg var sera glaður fyri úrslitið. Tað var ein sera góður Spider-Man og mær dámdi væl sjónleikarin, Tom Holland. Nú hevur hann høvuðsleiklutin í "Spider-Man: Homecoming".

Søgan fer fram beint eftir hendingarnar í "Captain America: Civil War". Tannáringurin Peter Parker (Tom Holland) livir eitt dupultlív sum ópopulerur miðnámsskúlanæmingur og superhetjan Spider-Man. Hann ynskir at arbeiða saman við The Avengers og hansara vegleiðari, Tony Stark (Robert Downey Jr.), hevur givið honum ein nýggjan búna.

Hetta er triðja filmsrøðin um Spider-Man. Tann fyrsta var ein trilogi við Tobey Maguire í høvuðsleiklutinum og tann næsta var "The Amazing Spider-Man" við Andrew Garfield. Hendan útgávan er partur av filmsrøðini hjá Marvel og tí er ætlanin, at hann skal hava ein leiklut í "Avengers: Infinity War" næsta ár. Eg havi ynskt, at hann skuldi koma uppí filmsrøðina hjá Marvel og higartil hevur tað eydnast væl.

"Spider-Man: Homecoming" er ein sera góður, stuttligur og undirhaldandi filmur. Marvel hava syrgt fyri, at hann ikki líkist hinum Spider-Man filmunum. Hesin er meira skemtiligur, positivur og realistiskur. Hetta er ein sera dámlig og realistisk útgáva av Spider-Man. Hvat hevði hent, um ein 15 ára gamal drongur var ein superhetja í veruleikanum? Hann hevði verið góðtrúgvin, óroyndur og klombrutur, eins og í hesum filminum. Man sær, at hann er amatørur og lærir seg at vera ein superhetja. Hann er stuttligur, fittur og sera dámligur.

Tom Holland hóskar væl til høvuðsleiklutin. Hann er nóg mikið ungur og gevur eina sera góða framførslu. Skurkurin er hampuliga góður, men Michael Keaton ger hann minniligan. Hann gevur eina fantastiska framførslu. Jacob Batalon er stuttligur sum besti vinurin hjá Peter Parker. Mær dámdi eisini væl forholdið millum Peter og Tony Stark. Dialogurin er sera góður og undirhaldandi. Spider-Man tosar eins og ein tannáringur, og uppførir seg sum ein fjeppari av The Avengers. 

"Spider-Man: Homecoming" er ein sera góð og undirhaldandi filmatisering av Spider-Man, sum hongur væl saman við filmsrøðina hjá Marvel. Mínir kritikkir eru, at spælitíðin er ov lang og ætlanin hjá skurkinum er eitt sindur tunt skrivað. Annars eru actionsenurnar góðar, men tað eru serliga persónarnir og skemtið, sum eru minnilig. Spider-Man er sera dámligur og uppførir seg sum ein vanligur tannáringur. Av øllum sjónleikarum, sum hava spælt Spider-Man higartil, so dámar mær best Tom Holland. Hetta er ein spildurnýggj og øðrvísi útgáva, ið ikki sigur somu upprunasøguna umaftur. Í staðin handlar hon um, at hann lærir seg at vera ein superhetja og tískil læra vit hann at kenna.

4 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Jon Watts
Leikarar: Tom Holland, Michael Keaton, Jon Favreau, Zendaya, Marisa Tomei, Jacob Batalon, Robert Downey Jr.
Ár: 2017

No comments:

Post a Comment