Taika Waititi hevur leikstjórnað filmar sum t.d. "Hunt for the Wilderpeople" og "Thor: Ragnarok". Hann er eyðkendur fyri at vera skemtiligur og nú hevur hann gjørt ein satiriskan skemtifilm um nasistar. Filmurin eitur "Jojo Rabbit" og eg sá hann í síðstu viku á filmfestivalinum Weekend 2019 í Keypmannahavn. Søgan fer fram í Týsklandi undir seinna heimsbardaga og vit fylgja einum ungum drongi, Johannes "Jojo" Betzler (Roman Griffin Davis), sum upplærist sum nasist í Hitlerjugend. Hann hevur Adolf Hitler (Taika Waititi) sum ein ósjónligan fantasivin. Ein dagin uppdagar hann, at mamma hansara goymir eina jødiska gentu (Thomasin McKenzie) uppi á loftinum.
Filmarnir hjá Taika Waititi plaga at vera sera stuttligir. Mær dámar væl hansara skemt og "Jojo Rabbit" er ikki eitt undantak. Hetta er tann stuttligasti filmurin, sum eg havi sæð higartil í ár. Hann er eisini sjarmerandi, undirhaldandi og væl skrivaður. Man má tó vita frammanundan, at hann er satiriskur og provokerandi. Hann ger gjøldur burtur úr nasistum, propaganda og ikki minst Adolf Hitler. Taika Waititi spælir hann sum ein klovnur og eg helt tað vera sera stuttligt. Eg flenti nógv eftir hansara senum og mær dámdi væl samanspælið við drongin Jojo. Teirra samrøður eru væl skrivaðar og undirhaldandi. Hendan útgávan av Hitler er ein ímynd hjá Jojo. Hann sær hann fyri sær og spyr hann um ráð, tí hann er hansara fyrimynd. Tískil fylgir hetta ikki veruligi søguni um Hitler. Tað er bara fantasi. Nasistarnir eru eisini fjasutir og mær dámdi væl satiruna.
Annars er hetta ein góð og áhugaverd søga um Hitlerjugend. Vit síggja, hvussu týsku børnini verða ávirkað av propaganda. Samstundis er tað skemtiligt, at nasistarnir eru vánaligir og ábyrgdarleysir lærarar. Av tí at hetta er ein skemtilig lýsing av Hitlerjugend, so er tað ikki meiningin, at vit hyggjarar skulu taka undir við tí. Søgan er eisini djúpri enn væntað og inniheldur sera góðar dramatiskar løtur. Eg varð onkuntíð rørdur. Mín kritikkur er, at summir partar av søguni um gentuna eru forútsiguligar. Samanumtikið er "Jojo Rabbit" ein av mínum yndisfilmum frá í ár. Persónarnir eru dámligir, søgan er áhugaverd og mær dámdi serstakliga væl satiruna. Leikararnir eru góðir og Taika Waititi gevur eina sera stuttliga framførslu. Hann er ein dugnaligur leikstjóri, rithøvundur og sjónleikari.

4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Taika Waititi
Handrit: Taika Waititi
Leikarar: Roman Griffin Davis, Thomasin McKenzie, Taika Waititi, Rebel Wilson, Stephen Merchant, Alfie Allen, Sam Rockwell, Scarlett Johansson
Ár: 2019
No comments:
Post a Comment