Marknaðarføringin fyri "Star Wars: The Rise of Skywalker" sigur, at hetta er síðsti filmurin í røðini um Luke Skywalker og persónarnir, sum vit kenna. Samstundis er hetta eisini endin av nýggju røðini við "The Force Awakens" og "The Last Jedi". Tann fyrsti varð leikstjórnaður av J. J. Abrams, síðan Rian Johnson og nú er Abrams afturkomin.
Mær dámdi "The Force Awakens" og "The Last Jedi", men báðir høvdu sínar feilir. Teir eru undirhaldandi, flott gjørdir og hava dámligir persónar, men tann gjøgnumgangandi søgan er eitt sindur tunn og ósamanhagandi. "The Last Jedi" bygdi ikki nógv víðari á søguna – t.d. vit lærdu næstan einki nýtt um høvuðspersónin, Rey. Tískil hava vit nú fingið "The Rise of Skywalker", sum er eitt stórt órudd við eini søgu, sum roynir at gera ov nógv í senn. Filmurin er flottur, hampuliga undirhaldandi og mær dámar framvegis persónarnir, men hann er illa skrivaður og kliptur. Aftaná sýningina mintist eg betri feilirnir enn alt tað góða.
Spælitíðin er næstan tveir og ein hálvur tími, men kortini er tempoið ov skjótt. Filmurin gongur so skjótt fyri seg, at tað er torført at fylgja við. Byrjanin var ein stór actionsena og innan fyri 15 minuttir ferðaðust persónarnir til fleiri ymisk støð. Samstundis tosaðu øll um ymiskar hendingar og uppgávur. Eg var púra ørkymlaður. Ein týdningarmikil partur av søguni er, at Rey lærir, hvør hon er. Men tað verður gjørt soleiðis, at aðrir persónar siga henni tað og ofta hoyra vit somu upplýsingarnar umaftur og umaftur. Tað verður endurtikið ofta og skorið út í papp. Tað var irriterandi og eg hevði hug at siga hart: "Ja, eg havi skilt tað!".
Eg eri skuffaður av, at týdningarmiklir partar av søguni, sum eiga at vera yvirraskandi, eru bara kopierað frá øðrum filmum í røðini. Tískil var eingin spenningur í senunum, sum áttu at vera nervapirrandi. Tað var forútsiguligt og óinteressant. Harafturat er nú lítið skil á, hvussu The Force kann brúkast. Annars hevur Emperor Palpatine ein leiklut og mær dámar væl at síggja Ian McDiarmid aftur. Hann er ein sera undirhaldandi og dugnaligur sjónleikari. Billy Dee Williams er fantastiskur sum Lando og mín yndispartur av filminum. Eg var tó eitt sindur skuffaður av, at teir báðir fingu lítið at gera. Allir sjónleikararnir eru sera góðir og mær dámar persónarnir, sum tey spæla. Fyri meg er tað størsti fyrimunurin í nýggju "Star Wars" røðini. Mær dámar væl at síggja Rey, Finn, Po, Chewie og hini arbeiða saman. Tey eru eitt gott lið. Onkuntíð fáa vit eina góða og friðaliga senu, sum bert fokuserar á tey.
Men størstiparturin av "The Rise of Skywalker" er ein rúgva av skjótum actionsenum og frágreiðingum. Filmurin hevur undirhaldandi løtur, men ov nógvir trupulleikar. Søgan er fløkjaslig, illa søgd og har hendir ov nógv. Fleiri hendingar geva ikki meining. Hetta er ein trilogi, sum hevur stappað ov nógv av søguni í triðja filmin. Teir hanga illa saman og eru rættiliga endurtakandi – t.d. fleiri bardagar millum Rey og Kylo Ren, og tað oyðileggur spenningin. Klimaksið hava vit eisini sæð fyrr og tað er óinteressant. Hesuferð var leikstjórnanin hjá J. J. Abrams rokaslig. Eg haldi, at hann royndi at gera ein poppkornfilm, sum var undirhaldandi frá byrjan til enda, men tað miseydnaðist. Í staðin gongur alt ov skjótt fyri seg og persónarnir ferðast bara runt allastaðni.

2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: J. J. Abrams
Handrit: J. J. Abrams, Chris Terrio
Søga: Derek Connolly, Colin Trevorrow, J. J. Abrams, Chris Terrio
Leikarar: Carrie Fisher, Mark Hamill, Adam Driver, Daisy Ridley, John Boyega, Oscar Isaac, Anthony Daniels, Naomi Ackie, Domhnall Gleeson, Richard E. Grant, Lupita Nyong’o, Keri Russell, Joonas Suotamo, Kelly Marie Tran, Ian McDiarmid, Billy Dee Williams
No comments:
Post a Comment