Nú koma vit til endan av 2019 og inn í eitt nýtt áratíggju. Eg vil nýta høvið til at viðmæla 5 sjónvarpsrøðir, sum mær dámar serstakliga væl. Allar røðirnar hava til felags, at tær siga eina langa samanhangandi søgu. Eg fari sjálvandi ikki at avdúka týdningarmiklir partar.
Bojack Horseman
Hetta er ein av mínum yndisskemtirøðum á Netflix. Í fyrstu sesong byrjar tað sum ein løgin teknifilmsrøð um ein hest, sum var ein kendur sjónleikari fyri 20 árum síðani, men er nú arbeiðsleysur, óviðkomandi og gronutur. Men tað mennist til eina sera djúpa og dramatiska søgu um tunglyndi, rúsdrekka og Hollywood. Onkuntíð verður hetta tann syrgiligasta røðin, sum eg havi sæð í fleiri ár, og tað er púra óvæntað. Hetta er samstundis ein stuttlig skemtirøð, sum ger gjøldur burtur úr Hollywood og kendum fólkum. Will Arnett leggur rødd til Bojack og hetta er hansara besta framførsla.
Breaking Bad
Eg klári ikki at lata vera við at nevna "Breaking Bad". Hetta er satt at siga ein av bestu dramarøðunum, sum eg havi sæð. Eitt gott dømi um, hvussu man uppbyggir eina sjónvarpsrøð sum ein lang samanhangandi søga. Tað er væl gjøgnumtonkt, flott gjørt og sera spennandi. Bryan Cranston og Aaron Paul geva fantastiskar framførslur, og teirra samanspæl er altíð fangandi. Mær dámar eisini serstakliga væl Bob Odenkirk sum Saul.
Final Space
Hetta er ein stuttlig, undirhaldandi og áhugaverd sci-fi sjónvarpsrøð. Tað er sera flott teknað og søgan er rættiliga kreativ. Mær dámar væl persónarnir, serliga Mooncake, og tað er ein spennandi ferð út í rúmdina. Mær dámar væl, at persónarnir mennast gjøgnum røðina. Vit læra t.d. Gary væl at kenna. Skemtið er gott og søgurnar gagnnýta møguleikarnar innan fyri sci-fi sjangruni. Gary, Mooncake og hini granska rúmdina og uppliva alt møguligt spennandi.
One Punch Man
Eg er ikki ein stórur fjeppari av anime, men eg síggi "One Punch Man" sum ein stuttlig parodi. Tað er flott teknað, ógvusligt og kreativt, men mær dámar serstakliga væl, hvussu røðin ger gjøldur burtur úr kliché’um. Hetta er ein áhugaverd og stuttlig søga um, hvussu man verður ein superhetja. Høvuðspersónurin hevur fingið sínar kreftir á ein realistiskan máta, men kortini burdi tað verið ómøguligt. Eingin skilir, hvussu hansara máti at venja hevur gjørt hann so mikið sterkan. Á tann hátt ger hetta eisini gjøldur burtur úr superkreftum og eg eri sjálvur ein fjeppari av superhetjusjangruni.
Stranger Things
Tá ið fyrsta sesong kom út í 2016, gjørdist hetta mín yndisrøð á Netflix. Eg haldi ikki, at sesong tvey og trý komu upp á sama støði, men tað er framvegis ein sera góð røð. Hetta er sera flott gjørt og minnir um gamlir filmar frá 80’unum – eg verði ofta ámintur um Steven Spielberg. Søgan líkist m.a. "E.T." og "Stand By Me". Kameraarbeiðið, klippingin og effektirnar eru so mikið flott, at partarnir líkjast filmum, ið man sær í biografinum. Børnini eru sera góðir sjónleikarar og persónarnir, ið tey spæla, eru sera dámligir. Tað er ein av orsøkunum til, at eg tími at byrja eina nýggja sesong.
No comments:
Post a Comment