Í summarfrítíðunum koma nógvir stórir
“blockbuster”-filmar út, sum t.d. “Transformers”, “The Dark Knight Rises” og “Man
of Steel”. Ein av teimum stóru filmunum, sum koma út í ár, er “Pacific Rim”.
Hugskotið er stutt sagt, at risastórir robottar berjast ímóti ódjórum. Eg elski
tað hugskotið. Tað ljóðar sum ein blanding av “Transformers” og “Godzilla”, men væl gjørt og við einum góðum leikstjóra: Guillermo del Toro – leikstjórin
handan m.a. “Hellboy” og “Pan’s Labyrinth”.
Í hesum filminum verður okkara heimur plágaður av risastórum ódjórum, sum kallast “Kaiju”. Tey búgva í eini aðrari dimensjón, men tað er blivið møguligt hjá teimum at ferðast til okkara heim. Tey oyðileggja býir og skapa nógvan ófrið, og tískil hevur okkara heimur eitt serligt vápn: Eitt felag, sum byggir risastórir robottar, ið verða stýrdir av tveimum fólkum – pilotum, um man kann kalla tað soleiðis. Hesir robottarnir verða brúktir til at berjast ímóti ódjórunum. Vit fylgja einum ungum manni, Raleigh (Charlie Hunnam), sum er ein fyrrverandi pilotur. Hann gavst, orsakað av eini tragediu í hansara lívi. Ein dagin verður hann yvirtalaður av leiðaranum í felagnum, Stacker (Idris Elba), til at fara út aftur og berjast ímóti ódjórum.
Endamálið við filminum er, at syrgja
fyri bardagum millum robottum og ódjórum, og hann skuffar ikki á tí økinum. “Pacific
Rim” er ein ársins mest undirhaldandi filmum. Handritið er ikki perfekt, men filmurin
klárar tað, sum hann roynir at gera: At vera gott poppkorn-undirhald. Eftir
mínari meining er tann fyrsti tímin av filminum ikki fantastiskur, men
hampuliga góður. Tann fyrsta senan er fantastisk, men aftaná tað verður
filmurin bert góður. Tað riggar tó okey, tí eg var áhugaður í at síggja, hvat
fór at henda, tá ið actionsenurnar komu – tann fyrsti tímin inniheldur ikki
nógv action. Tann seinna helvtin av filminum er
sera góð og undirhaldandi. Tað gjørdi filmin samanumtikið nøktandi og sera
undirhaldandi.
Handritið er ikki perfekt, men hampuliga
gott og nóg mikið fangandi. Søgan hevur nakar forútsiguligar løtur og týpiskar kliché’ir,
men tíbetur eru tær stuttar. Persónarnir eru ikki sera djúpir, men dámligir og kulir.
Fleiri av teimum hava kular persónleikar og summi hava góðar baksøgur. Høvuðspersónurin
er ikki sera áhugaverdur og minniligir, men tíbetur dámligur. Hjápersónarnir
eru meira minniligir og hava tíbetur stórar leiklutir. Søgan er annars góð og
fangandi. Hon hevur nakrar søgugongdir, sum ikki eru sera áhugaverdar, men hon fokuserar
meira á tær áhugaverdu søgugongdirnar.
Mær dámdi t.d. ikki mátan, ið Raleigh og asiatiska kvinnan gjørdust arbeiðsfelagar, tí tað føldist ov tilvildarligt og knappligt, og teirra forhold var onkuntíð eitt sindur láturligt, men søgan fokuserar ikki nógv á tað. Í staðin fokuserar hon meira á m.a. áhugaverdar teori’ir um, hvussu pilotarnir samstarva í robottunum, og samskiftið millum okkara heim og ódjórini. Tað gjørdi søguna samanumtikið góða og fangandi. Summar teori’ir eru tó onkuntíð eitt sindur torførar at skilja, men tað er ikki ein stórur trupulleiki.

Framførslurnar eru góðar, serliga Idris
Elba, Ron Perlman og Charlie Day. Idris Elba er sera kulur og dámligur, Ron Perlman
er stuttligur og tann mest undirhaldandi persónurin í filminum, og Charlie Day er dámligur og
undirhaldandi. Høvuðsleikarin, Charlie Hunnam, er dámligur og gevur eina góða
framførslu, men tað einasta, sum mær ikki dámdi við honum, var hansara
amerikanska “accent”. Hann er ein bretskur sjónleikari og eg helt, at hansara
amerikanska accent ljóðaði følsk og ónatúrlig. Hon var ikki sannførandi og
onkuntíð skifti hann brádliga til eina eingilska accent. Professarin, sum Charlie
Day arbeiðir saman við, er eitt sindur irriterandi í byrjanini, men verður
seinni dámligur.
Tað besta við filminum er actionsenurnar.
Tær eru fantastiskar og sera undirhaldandi. Tað er fantastiskt at síggja risastórar
robottar og ódjór berjast. Effektirnar eru fantastiskar og flottar.
Robottarnir síggja ikki falskir og teldugjørdir út. Tað er eisini kul og áhugavert
at síggja, hvussu pilotarnir stýra robottarnir. Ódjórini eru flott gjørd og mær
dámar sera væl, at tey altíð síggja risastór út. Filmurin hevur eisini sera gott og passaligt tempo. Hann er meira enn tveir tímar langur og følist ikki
langdrigin, eftir mínari meining. Skemtið er eisini gott og eg flenti ofta.
Samanumtikið er “Pacific Rim” ein sera góður og undirhaldandi "science fiction"-filmur. Hann hevur nakrar trupulleikar við handritinum og tunnar persónar, men tíbetur eisini nakrar kular persónar og eina fangandi søgu. Guillermo del Toro hevur gjørt eitt gott arbeiði og eg vóni, at hesin filmurin fer, at fáa nógv fólk í biografin. Hann er so stórur og flott gjørdur, at hann hoyrir heima á stórskíggjanum.

4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Guillermo del Toro
Leikarar: Charlie Hunnam, Idris Elba,
Rinko Kikuchi, Charlie Day, Ron Perlman
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment