Wednesday, February 23, 2022

Trom

Ein tann størsta føroyska filmsverkætlanin nakrantíð er sjónvarpsrøðin Trom. Hon er í seks pørtum og íspunnin úr skaldsøgunum hjá Jógvani Isaksen. Hon er tøk bæði á Viaplay og Kringvarpi Føroya. Danski journalisturin Hannis Martinsson (Ulrich Thomsen) fer heim til Føroya, tí hann fær eini boð. Ein ung kvinna, Sonja á Heyggi (Helena Heðinsdóttir), sigur seg vera dóttir hansara. Hon er aktivistur og heldur seg vera í lívsvanda. Men tá hann so kemur til Føroya, verður hon funnin deyð í Sandagerði.

Trom er satt at siga ein tann besta føroyska filmsframleiðslan, sum eg havi sæð. Hetta er væl gjøgnumført, spælt og skrivað – sera undirhaldandi. Vit hava hoyrt um verkætlanina í miðlunum seinastu árini og filmsfólkini settu sær fyri at taka upp í Føroyum. Einaferð manglaðu tey fígging og vóru næstan noydd til at flyta alt til Íslands – tíbetur hendi tað ikki. Eftir at hava sæð endaliga úrslitið, so má eg siga, at tað hevði verið sera harmiligt. Hendan røðin gagnnýtir øll møgulig kend støð í Føroyum – ikki bert ta vøkru náttúruna. Tað hevði ikki verið sannførandi, um tey tóku upp uttanlanda og lótu sum um, at tað var í Føroyum. 


Eg havi lisið nakrar bøkur hjá Jógvani Isaksen. Tað, sum eg haldi eyðkennir tær, er, at tær staðseta krimisøgur í føroyskum umhvørvi. Hvat nú um t.d. høvuðspersónurin granskaði okkurt um Múrin í Kirkjubø? Søgurnar førdu meg runt um alt Føroya land og fingu meg at síggja kendu støðini á ein øðrvísi hátt. Tað megnar Trom eisini. Eitt brot, ið varð víst í fyrstu lýsingini, var tá mamma Sonju segði: “Hvussu kann nakað sum hetta henda í Føroyum?”. Tað er áhugavert at uppliva eina slíka krimisøgu í heimlandinum. Tað virkar veruligt og man setir seg í støðuna hjá Hannisi Martinsson. Tað eydnast eisini at taka umstrídda kjakið um grindadráp við. Í staðin fyri at provokera og pástanda, hvat er rætt ella skeivt, so vísir røðin, hvussu fólk kunnu hava ymiskar meiningar. Søgan snýr seg meira um persónar enn grindadráp.


Hon er eisini væl skrivað og søgd. Eg má rósa rithøvundanum fyri, at dialogurin er serstakliga góður. Føroyski málburðurin er góður og realistiskur. Kanska ikki líka nógv “slang” sum í veruleikanum, men kortini sannførandi. Olaf Johannesen tosar rótføroyskt, men tað hóskar væl til hansara leiklut. Tað ger hann meira máttmiklan, høviskan og hóttandi. Harumframt tosa allir leikararnir týðiligt. Samrøðurnar er stuttar, greiðar og geva tær neyðugu upplýsingarnar. Allir føroyingarnir hava sera góðar framførslur. Kanska tær bestu, sum eg havi sæð í føroyskum filmi. Olaf Johannesen er fantastiskur og fangandi. Eg havi ikki tíð at nevna øll, men mær dámdi eisini m.a. Mariann Hansen, Sissal Drews Hjaltalin og Páll Danielsen.

 

Annars hava donsku leikararnir Ulrich Thomsen og Maria Rich høvuðsleiklutirnir. Tað var neyðugt fyri at selja røðina uttanlanda og tað skilji eg væl. Tey hava bæði sera góðar framførslur, serliga Maria Rich. Mær hevði dámt betri, um Hannis Martinsson tosaði føroyskt, men Ulrich Thomsen kemur væl frá tí. Eg vandi meg beinavegin við tað. Harafturat ger hann røðina meira atkomiliga fyri útlendskir hyggjarar – serliga danskarar. Samanumtikið er Trom ein sera góð, spennandi og undirhaldandi krimirøð. Hon er væl skrivað og spæld, og tøkniliga avrikið er avbera gott. Myndatøkan er flott og dialogurin er týðiligur. Eg vóni at vit fáa eina sesong afturat.

  

4 / 5 stjørnur

 

Skapari: Torfinnur Jákupsson

Leikarar: Ulrich Thomsen, Maria Rich, Olaf Johannesen, Gunnvá Zachariasen, Mariann Hansen, Sissal Drews Hjaltalin, Páll Danielsen, Helena Heðinsdóttir

Ár: 2022


No comments:

Post a Comment