Tom Cruise er farin aftur til ein av sínum fyrstu leiklutum, Maverick í Top Gun. Eittarin kom út í 1986 og verður mettur sum ein klassikari. Pete Mitchell – vanligt nevndur Maverick – er ein tann besti flogskiparin í amerikanska herflotanum. Eftir meir enn 30 ár í starvi, verður hann sendur aftur til skúlan Top Gun fyri at undirvísa nýggjum flogskiparum, ið hava fingið eina lívshættisliga missión.
Eittarin hevur nógvar fjepparar og setti gongd á karrieruna hjá Tom Cruise. Eg ætli mær ikki at tosa nógv um eittarin. Eg má viðganga, at mær dámar ikki Top Gun. Eg haldi ikki at tað er ein góður filmur, men eg skilji hví onnur dáma hann. So burdi tveyarin ikki verið nakað fyri meg, ikki sannheit? Eg eri ikki málbólkurin og havi einki tilknýti til eittarin. Men satt at siga dámdi mær sera væl Top Gun: Maverick. Eg eri yvirraskaður. Hann var sera undirhaldandi og væl gjøgnumførdur. Hann megnaði eisini at undirhalda tey, sum ikki vóru fjepparar frammanundan, og tað er flott klárað.
Um tú ert ein fjeppari av Top Gun, so fert tú at fáa nógv burtur úr tveyaranum. Hann er sera nostalgiskur. Tom Cruise hevur óivað gjørt sær ómak fyri at nøkta fjeppararnar. Byrjanin líkist nógv eittaranum og tónleikurin ljóðar sum okkurt úr 80'unum. Tað er orsakað av, at tónasmiðurin Harold Faltermeyer er komin aftur – hesuferð í samstarvi við Hans Zimmer. Tað kendist sum um, at eg hugdi eftir einum filmi úr 80'unum og mær dámdi tað væl. Cruise hevur sagt alment, at hann ynskti at leggja dent á praktiskar effektir í staðin fyri teldugjørdar. Tað gjørdi so at actionsenurnar í flogførunum føldust veruligar. Tær vóru nervapirrandi og spennandi. Filmurin megnar at syrgja fyri, at hyggjarin setir seg í somu støðu sum flogskipararnir. Myndatøkan er fantastisk og ofta er kameraið inni í stýriklivanum. Onkuntíð andaði eg spakuliga og gjørdist nervøsur.
Síðsti triðingurin av filminum er sera spennandi. Inntil tá er hann góður og undirhaldandi, men hann byggir upp til eitt fantastiskt klimaks. Søgan er eisini góð, hóast hon kopierar eitt sindur frá eittaranum. Okkurt er meira av tí sama. Nýggju næmingarnir í Top Gun líkjast nógv persónunum frá eittaranum. Rooster er tann nýggi Maverick og ein annar er tann nýggi Iceman: Sjálvglaður, óreinur, populerur og dugnaligur. Okkurt av tí helt eg ikki vera áhugavert, men eg havi somu trupulleikarnir við eittaranum. Eftir mínari meining er Top Gun: Maverick betri enn eittarin. Actionsenurnar eru fantastiskar og søgan er góð. Tom Cruise er framvegis í toppformi og hesuferð er høvuðspersónurin meira dámligur. Mær dámdi eisini væl leiklutin hjá Val Kilmer. Tað var væl gjøgnumført.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Joseph Kosinski
Handrit: Ehren Kruger, Eric Warren Singer, Christopher McQuarrie
Søga: Peter Craig, Justin Marks
Leikarar: Tom Cruise, Miles Teller, Jennifer Connelly, Jon Hamm, Glen Powell, Lewis Pullman, Ed Harris, Val Kilmer
Ár: 2022
No comments:
Post a Comment