Tuesday, June 19, 2012

Men in Black 3 (2012)

Leikstjóri
Barry Sonnenfeld
Will Smith er ein sjónleikari, sum mær dámar sera væl. Hann hevur spælt í nógvum góðum filmum, og eg havi altíð dámað hansara gomlu sjónvarpsrøð, "The Fresh Prince of Bel Air". Fyrr plagdi hann at geva út filmar hvørt ár, men nú hevur hann verið burtur í 4 ár - hansara seinasti filmur var "Seven Pounds" frá 2008. Nú er hann endiliga komin aftur og hansara nýggi filmur er "Men in Black 3".

Eins og í eittaranum og tvey'aranum, so fylgja vit tveimum limum í felagsskapinum Men in Black: Agent J (Will Smith) og Agent K (Tommy Lee Jones). Ein dagin fer eitt alien, Boris The Animal (Jemaine Clement), aftur í tíðina og drepur Agent K. Nú er nútíðin broytt: K hevur verið deyður í meir enn 40 ár og aliens eru komin fyri at yvirtaka jørðina. Tískil ferðast Agent J aftur í tíðina til 60'ini, fyri at steðga Boris, og har hittir hann einum ungum Agent K (Josh Brolin). Teir seta sær so fyri at arbeiða saman fyri at steðga Boris.

Eg sá hinir "Men in Black"-filmarnir fyri nógvum árum síðan. So vítt eg minnist, so dámdi mær væl eittarin, men ikki tvey'arin. Hann var bara keðiligur og søgan var óinteressant. Men hvussu so við "Men in Black 3"? Tað er ein góður filmur. Hann er ikki fantastiskur ella sera minniligur, men gott undirhald. Filmurin byrjaði tó ikki sera væl. Áðrenn J fór aftur í tíðina, so hevði filmurin ein stóran trupulleika: Skemtið var ikki sera gott. Næstan allar jokes'nar miseydnaðust og fingu meg ikki til at flenna. Tey einastu tingini, sum onkuntíð fingu meg at flenna eitt sindur, vóru nakrar stuttligar reaktiónir hjá Will Smith. Men tá ið J so fór aftur í tíðina, gjørdist filmurin nógv betri. Skemtið gjørdist nógv betri og søgan gjørdist meira áhugaverd.

Søgan er ikki fantastisk, men góð og fangandi. Tað er sera stuttligt og áhugavert at síggja munin á útgerðini, sum agentarnir brúka í 60'unum og 2012. Filmurin fær nakrar góðar jokes burtur úr tí. Mær dámar eisini væl, at filmurin brúkar tíð til at menna vinarlagið millum J og K. Tað ger søguna meira djúpa og fangandi. Filmurin hevur eisini eina sera góða, dramatiska senu nær við endanum, har vit finna út av onkrum - eg kann ikki avdúka, hvat tað er. Tann senan var sera væl spæld og skrivað; og eg varð faktiskt eitt sindur rørdur. Framførslurnar eru eisini góðar. Will Smith er dámligur og stuttligur sum vanligt. Hann fekk meg onkuntíð til at flenna, bert orsakað av hansara andlitsbráum, og hann gevur eisini eina góða framførslu. Tommy Lee Jones er eisini góður, men tann besta framførslan kemur frá Josh Brolin. Hann dugir ótrúliga væl at spæla ein ungur Agent K. Hann uppførir seg akkurát líka sum Tommy Lee Jones og tað er sera stuttligt og undirhaldandi at hyggja eftir. 

Filmurin hevur eisini nakrar undirhaldandi og spennandi actionsenur. Effektirnar eru flottar, serliga tá ið J ferðast aftur í tíðina. Mær dámar eisini væl tónleikin hjá Danny Elfman og kameraarbeiðið er onkuntíð rættiliga kul. "Men in Black 3" er stutt sagt ein góður filmur. Men hann er bara ikki meir enn tað. Hann er fínasta slag at hyggja eftir, men man hugsar ikki nógv um hann aftaná. Hann er bara hampuliga gott undirhald og ikki meir enn tað. Ein av orsøkunum til tað er, at hóast søgan er góð, so er hon eitt sindur forútsigulig av og á. Hon er heldur ikki so mikið spennandi, at man situr spentur og stúrir fyri, hvat fer at henda. Eitt annað, sum eg eisini má nevna, er, at onkuntíð er tað eitt sindur torført at fylgja við, tá ið persónarnir greiða frá um eitt ting, sum eitur "Arc-Net". Persónarnir skunda sær onkuntíð so skjótt at greiða frá tí, at tað er eitt sindur torført at skilja tað. Skemtið er eisini bara gott; ikki fantastiskt ella nakað serligt. Tað er næstan ongantíð so mikið stuttligt, at man flennir hart.

"Men in Black 3" er ein góður filmur, men ikki fantastiskur. Hann er bert gott undirhald. Hann er hvørki fantastiskur ella sera minniligur, men fínasta slag at hyggja eftir. Søgan er góð, actionsenurnar eru spennandi og filmurin hevur eisini eina sera góða framførslu frá Josh Brolin. Skemtið er eitt sindur vánaligt í uml. fyrstu 20 minuttunum, men verður síðan gott. Hetta er ikki ein fantastiskur ella serligur filmur, men ein góður og undirhaldandi filmur. 


3 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment