Leikstjórar Chris Williams Byron Howard |
Filmurin er um ein hvítan hund, sum eitur Bolt (John Travolta). Hann býr í Hollywood og hevur høvuðsleiklutin í eini sjónvarsrøð sum ein hundur við superkreftum. Men hann veit ikki av, at tað er ein sjónvarpsrøð, og heldur tí, at tað er veruleiki. Eigarin hjá honum er ein genta, sum eitur Penny (Miley Cyrus), ið eisini hevur ein høvuðsleiklut í røðini. Ein dagin verður Bolt av óvart sendur til ein annan bý. Har hittir hann eini kettu, Mittens (Susie Essman), og einum hamstrara, Rhino (Mark Walton). Nú noyðist hann at finna vegin aftur til Hollywood - við hjálp frá Mittens og Rhino - og tað er eitt sindur trupult, tí hann heldur, at hann er ein superhetja.
Hetta var ikki ein teknifilmur, sum eg væntaði nógv av. Eg væntaði bara, at hann fór at vera góður og ikki meir enn tað. Men hann vísti seg at vera nógv betri, enn eg hevði væntað. Mær dámdi sera væl "Bolt". Hann er ikki bara ein góður filmur, men ein fantastiskur og sera stuttligur filmur. Hann er ikki á sama støði sum teir bestu teknifilmarnir hjá Disney, men tað hugsaði eg ongantíð, meðan eg hugdi eftir honum. Hann er fantastiskur og undirhaldandi á sínum egna máta.
Animatiónin er sera flott og litrík. Hon er ikki bara vøkur, men eisini væl gjørd. Bolt uppførir seg sum ein realitiskur hundur, men samstundis sær man á hansara andlitsbráum, hvussu hann følir seg og hvat hann hugsar. Tað er sera góð animatión og øll djórini í filminum eru væl gjørd á tann hátt. Søgan er sera góð, fangandi og undirhaldandi. Hon er ikki sera original, tí hon hevur nøkur ting, sum líkjast filmunum "The Truman Show" og "Toy Story", men tíbetur tekur hon tær kliché'irnar og ger nakað øðrvísi við teimum. Hon vísir eisini á ein originalan og áhugaverdan máta, hvussu hundar og kettur liva, og hvat tey halda um menniskju. Filmurin hevur eisini sera dámligar og minniligar persónar. Bolt, Mittens og Rhino eru øll dámlig og stuttlig á hvør sínum egna máta, og teirra samanspæl er undirhaldandi at hyggja eftir.
Filmurin er eisini sera stuttligur. Hann hevur nógvar stuttligar persónar, sum t.d. Rhino og nakrar býttar dúgvur, og eg flenti hart fleiri ferðir gjøgnum filmin. Mær dámar eisini væl, at hann brúkar sjónvarpsrøðina hjá Bolt til at gera gjøldur burtur úr kliché-agtigum actionfilmum. Actionsenurnar eru flott gjørdar, spennandi, undirhaldandi og kular - partvíst orsakað av, at tær verða vístar frá sjónarhorninum hjá einum hundi. Framførslurnar eru eisini góðar. John Travolta riggar væl sum Bolt, Mark Walton er sera stuttligur sum Rhino og eg varð ovfarin av Miley Cyrus. Eg plagi vanligt ikki at dáma hana sum sjónleikara, men hon gav faktiskt eina góða og sannførandi framførslu í hesum filminum. Eg má eisini leggja afturat, at mær dámdi sera væl forholdið millum Bolt og Penny. Tað var rørandi, realistiskt og sera væl skrivað.
Tann einasti kritikkurin, sum eg má geva, er, at í síðsta hálva tímanum av filminum henda nakrar dramatiskar "twists", sum eru kliché-agtigar og tískil forútsiguligar - eg kann ikki greiða frá teimum, tí so avdúki eg ov nógv. Men tað bilti ikki nógv, tí tær senurnar eru stuttar og faktiskt væl skrivaðar - tann einasti trupulleikin var, at tær vóru eitt sindur forútsiguligar. Samanumtikið dámdi mær sera væl "Bolt". Eg varð ovfarin av, hvussu góður hann var. Hann hevur m.a. eina góða søgu, gott og rørandi drama, sera stuttligt skemt og minniligir persónar. Tað er ein fantastiskur, stuttligur og undirhaldandi Disney-filmur, sum er hóskandi fyri bæði børn og vaksin.
4,5 / 5 stjørnur
Jú jú, Hygg eftir honum um tú følir teg "Down"
ReplyDelete