Leikstjórar Steve Martino Mike Thurmeier |
Nú er tann fjórði
filmurin í “Ice Age”-røðini komin út. Eg havi altíð dámað væl eittarin. Tað er
ein sera stuttligur og sjarmerandi teknifilmur, sum er góður fyri bæði børn og
vaksin. Hann hevði m.a. eina góða søgu, stuttligt skemt, minniligir persónar og sjálvandi íkornið Scrat.
Men mær dámdi ikki sera væl tvey’arin og trýarin. Tvey’arin var okey, men eitt
sindur gloymandi, og trýarin var sera skuffandi. Orsakað av tí, so gleddi eg meg ikki nógv til fýrarin. Eg væntaði bara ikki nógv av honum.
Dótturin hjá Manny og
Ellie, Peaches, er blivin tanáringur. Manny ansar ov væl eftir henni og loyvir
henni ikki at klára seg sjálva, og tað førir til eitt stríð millum teirra. Tá byrjar
jørðin brádliga at brotna sundur í heimspartar og oyggjar. Manny, Diego og Sid
verða skildir frá hinum og flóta út á havið á einum ísflaka. Har hitta teir
nøkrum sjórænarum, sum royna at hindra teimum í at sleppa heim aftur. Samstundis
fylgja vit enn einaferð Scrat, meðan hann roynir at fáa fatur í hansara akarni.
Eittarin riggaði væl, m.a. orsakað av samanspælinum millum
Manny, Diego og Sid. Í tvey’aranum høvdu vit ikki líka nógv av tí, tí tá vóru
ov nógvir høvuðspersónar, og í trýaranum manglaði tað fullkomiliga, tí tá var Sid
skildur frá hinum í størsta partinum av filminum. Tað gjørdi, so at teir manglaðu
sjarmuna hjá eittaranum. Í hesum filminum verða Manny, Diego og Sid skildir frá
hinum og tað ger, so at hann fer aftur til tað simpla samanspælið.
Tað er ein fyrimunur og stuttligt at hyggja eftir, men tíverri ikki líka undirhaldandi
hesuferð. Eg helt ikki, at hesin filmurin var nakað serligt. Eg kundi
næstan altíð gita frammanundan, hvat fór at henda, og eg flenti sjáldan – uttan
tá ið Scrat var uppií.
Men filmurin er sera flott gjørdur. Animatiónin er flott,
detaljerað og litrík; og 3D-effektin er góð og undirhaldandi. Mær dámar eisini
væl kapteynin av sjórænarunum, Captain Gutt (Peter Dinklage). Hann er ein kulur
og undirhaldandi skurkur, og Peter Dinklage ger eitt sera gott arbeiði. Røddirnar
eru eisini fyri tað mesta góðar. Ray Romano, Denis Leary og John Leguizamo eru
framvegis líka góðir og dámligir sum Manny, Diego og Sid. Seann William Scott
og Josh Peck hava ikki líka nógv at gera hesuferð sum Crash og Eddie, men teir
gera eitt gott arbeiði. Jennifer Lopez var góð, men hennara leiklutur hevði
kunnað verið spældur av hvørjum sum helst. Men mær dámdi ikki Wanda Sykes, sum
legði rødd til ommuna hjá Sid – eg fari at tosa meir um tað seinni.
Filmurin hevur eisini nakrar flott gjørdar actionsenur, sum
eru hampuliga undirhaldandi og spennandi. Hann er sum heild betri enn
trýarin, so tey, sum dámdu trýarin, fara kanska eisini at dáma hendan filmin. Men sum
sagt, so dámdi mær hann ikki sera væl. Eg helt hann vera okey, men
gloymandi og óinteressantan. Ein av orsøkunum er, at søgan er sera óoriginal og forútsigulig.
Forholdið millum Manny og Peaches kundi havt verið áhugavert, men tað verður
bara viðgjørt á ein máta, sum man
hevur sæð fyrr í øðrum filmum – serliga ”Finding Nemo”. Tað var tískil ov forútsiguligt
og kliché-agtigt.
Søgan er sum heild bara forútsigulig, eyðkend og óinteressant. Hon hevur m.a. eina sera óinteressanta og forútsiguliga søgugongd um, hvussu Peaches roynir at imponera ein
drong, sum hon er forelskað í. Mær dámar eisini illa, at tanáringarnir tosa við týpiskum,
amerikanskum ”slang”. Tað er bara irriterandi at síggja mammutarnir tosa soleiðis. Mær dámdi tó væl forholdið millum Diego og Shira. Mær dámar væl, at tey hata hvønn annan í byrjanini, tí tað ger tað
meira undirhaldandi at hyggja eftir – men tað er sera lætt at gita, hvat fer at
henda.
Skemtið í filminum er ikki sera gott. Senurnar við
Scrat eru stuttligar, men burtursæð frá teimum, so flenti eg sera sjáldan.
Jokes'nar eru ofta ov forútsiguligar ella bíligar. Ein nýggjur persónur, sum er
uppií filminum, fyri at syrgja fyri skemti, er omman hjá Sid. Eg helt, at hon var
bara irriterandi – als ikki stuttlig. Men hennara skemt er sikkurt stuttligt
fyri børn; tað er bara ikki nakað fyri meg. Mær dámar eisini illa, at Wanda
Sykes leggur rødd til hana. Mær dámdi hana í teknifilminum ”Over The Hedge”,
men í hesum filminum tosar hon bara alla tíðina, uttan at siga nakað stuttligt,
og tað ger hana irriterandi.
”Ice Age 4” er ikki vánaligur,
men gloymandi, óinteressantur og onkuntíð keðiligur - eg havi eisini ofta lýst hann við orðinum "forútsiguligur". Søgan fangaði meg bara ikki og skemtið fekk
meg sjáldan at flenna; burtursæð frá Scrat. Hvørja ferð hann kom fram, gjørdist
eg meira áhugaður, og hann fekk meg næstan altíð at flenna. Men sum heild haldi eg ikki, at filmurin er nakað serligt - og mær dámar annars sera væl eittarin. Men tá eg sá hann í biografinum, virkaði
tað sum um, at teir flestu áskoðararnir dámdu hann væl – og tað hevði eg onki ímóti,
tí hann er ein harmleysur teknifilmur. Hann er eisini ein góður filmur fyri børn.
Tað er bara spell, at hann ikki er líka góður fyri vaksin – í mun til eittarin.
2,5 / 5 stjørnur
2,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment