Monday, August 13, 2012

Memento (2000)

Leikstjóri
Christopher Nolan
Christopher Nolan er ein av heimsins kendastu leikstjórum. Hann hevur gjørt m.a. “The Dark Knight”, “Inception” og “The Dark Knight Rises” – tað er serliga Batman-filmarnir, sum hava gjørt hann kendan. Men hann hevur eisini gjørt nakrir kendir filmar, sum komu út, áðrenn hann byrjaði sína Batman-filmsrøð. Ein teirra er “Memento”, sum kom út í 2000. 

Søgan er um ein mann, sum eitur Leonard (Guy Pearce). Fyri nøkrum árum síðani breyt ein maður inn í hansara heim og drap og neyðtók konuna hjá honum. Leonard royndi at steðga honum, men varð yvirmannaður og fekk heilaskaða. Tað gjørdi, so at hann fekk eina sjúku, sum á enskum kallast “short-term memory loss”. Tað merkir, at man missir minnið fleiri ferðir um dagin. Hann minnist fram til løtuna, tá ið hann fekk heilaskaðan, men einki aftaná tað, tí hann gloymir alt fleiri ferðir um dagin. Hann fer t.d. inn í eitt rúm, men gloymir so knappliga, hvussu hann er endaður har, hví hann er har, hvat hann ger og hvat hann hevur gjørt allan dagin.

Nú roynir hann at finna drápsmannin og drepa hann, fyri at fáa hevnd. Men hann blívir við at missa minnið, so fyri at minna seg sjálvan á nýggjum upplýsingum, tekur hann myndir, skrivar notatir og tatoverar ymiskt á kroppin. Søgan er so stutt sagt um hansara leitan eftir drápsmanninum, men orsakað av hansara sjúku, verður tað rættiliga innviklað.

Eg eri ein fjeppari av Christopher Nolan, so eg var áhugaður í at síggja, hvat hann kundi gera við eini søgu um “short-term memory loss”. Úrslitið er als ikki skuffandi. “Memento” er ein sera góður, minniligur og áhugaverdur filmur. Høvuðssøgan verður søgd á ein sera áhugaverdan og genialan mátan: Hon verður søgd aftureftir. Tað riggar sera væl til filmin, av tí at søgan er um ein mann, sum blívir við at missa minnið. Ein sena byrjar kanska t.d. við, at Leonard er staddur í einum tilvildarligum rúmi. Hann veit ikki, hvat hann ger har og hvussu hann er endaður har, og vit hyggjarar vita tað heldur ikki, tí vit hava ikki sæð, hvat hendi áðrenn – tí søgan verður søgd aftureftir. Tað ger, at man veruliga sær alt frá hansara sjónarhorni – frá einum persóni, sum ikki minnist nakað. Tað ger eisini, so at man situr alla tíðina og hugsar um, hvussu alt hongur saman og hvat hendir. Tað ger filmin spennandi, óforútsiguligan og fangandi.

Framførslurnar eru góðar og sannførandi. Filmurin hevur faktiskt ikki nógvar persónar. Hann fokuserar bara á Leonard og nakrar fáar hjápersónar. Tað krevur ein sannførandi høvuðsleikara og Guy Pearce klárar tað væl og virðiliga. Hansara framførsla er sera góð og áhugaverd. Hann dugir væl m.a. at vísa gjøgnum síni andlitsbrá, at hann ikki minnist nakað. Hann er eisini ofta púra einsamallur og tá prógvar hann, at hann er ein dámligur og sannførandi høvuðsleikari. Stephen Tobolowski gevur eisini eina góða framførslu sum ein maður, ið hevur somu sjúkuna sum Leonard.

Christopher Nolan hevur ikki bara leikstjórnað filmin, men eisini skrivað eitt sera gott og djúpt manuskript, sum hevur m.a. sera áhugaverdan dialog. Har er t.d. ein sena á eini kaffistovu, har Leonard tosar við ein mann um minnir – við øðrum orðum, hvussu tað er minnast. Tað ljóðar sum eitt einfalt evni, men dialogurin um tað er faktiskt sera áhugaverdur og djúpur – og Guy Pearce ger eitt fantastiskt arbeiði í tí senuni. Filmurin hevur eisini nakrar stuttar, men tó spennandi og fangandi actionsenur. Hóast tær eru stuttar, so eru tær spennandi, av tí at man hevur samkenslu við Leonard og ikki veit, hvat fer at henda.

Hetta er ein filmur, sum krevur, at man fylgir væl við. Man má lurta væl eftir dialoginum og fylgja við søguni, tí annars kann man missa tráðin og verða ørkymlaður. Eg kann ímynda mær, at summi ikki fara at dáma hendan filmin orsakað av tí, men eg helt sjálvur, at tað gjørdi filmin spennandi og áhugaverdan. Eg skilti ikki allar detaljurnar, men eg kláraði at fylgja við søguni, tí eg royndi at lurta væl eftir. Søgan er eisini full av “twists”, sum man ikki klárar at gita frammanundan. Tað er ein av teimum filmunum, har man hevur onga ánilsi yvir, hvat fer at henda.

“Memento” er ein sera góður, spennandi og áhugaverdur filmur. Hann hevur eina sera fangandi og djúpa søgu, sum verður søgd á ein genialan og originalan máta. Tað verður onkuntíð eitt sindur troyttandi at royna at lurta væl eftir hvørjum einasta dialogi, fyri at fylgja við, men tað er smákritikkur. Tað, sum er umráðandi, er, um man klárar at fylgja við sjálvu søguni. Christiopher Nolan hevur enn einaferð gjørt eitt sera gott arbeiði og eg havi fingið nógva respekt fyri Guy Pearce. Hann prógvar í hesum filminum, at hann er ein góður og sannførandi høvuðsleikari. Vónandi fer hann at fáa fleiri høvuðsleikutir í framtíðini.

4,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment