Saturday, August 18, 2012

Wanderlust (2012)

Leikstjóri
David Wain
“Wanderlust” er um eitt par, George (Paul Rudd) og Linda (Jennifer Aniston). Tey búgva í New York og eru troytt av teirra lívi. Ein dagin verður teirra fíggjarliga støða so ring, at tey fara á húsagang. George verður uppsagdur og Linda er arbeiðsleys, so tey noyðast at koyra til ein annan bý fyri at flyta inn hjá beiggjanum hjá George. Á vegnum yvirnátta tey í eini lítlari bygd, sum eitur Elysium. Tað er eitt hippie-samfelag, har fólkini liva júst, sum tey ynskja, elska hvønn annan og eru fullkomiliga avslappaði. George og Linda hava í byrjanini trupult við at venja seg við teirra lívsstíl, men byrjar síðan at dáma tað. Tey gera tí av at flyta inn í bygdina, fyri at sleppa burtur frá teirra gamla lívi.

Hetta er ein skemtifilmur, sum er, eftir mínari meining, bert hampuligur. Hann er fínasta slag at hyggja eftir, tí hann hevur nakrar stuttligar løtur, men hann kundi verið nógv betri – og nógv stuttligari. Hann er eisini eitt sindur gloymandi. Eg hugdi eftir honum fyri nøkrum døgum síðan og eg havi ikki hugsað nógv um hann síðan tá. Men mær dámdi hann okey, tí hann hevur nøkur góð ting, sum bjarga honum frá at vera óinteressantur.

Tað besta við honum er framførslan hjá Paul Rudd. Hann er perfektur til høvuðsleiklutin. Hansara reaktiónir til lívsstílin og gerðirnar hjá fólkunum í bygdini fingu meg at flenna og har er ein sera stuttlig sena, har hann stendur frammanfyri einum spegili og tosar við seg sjálvan. Tað var tann stuttligasta senan í filminum. Hinar framførslurnar eru eisini góðar. Jennifer Aniston er bert hampulig. Hennara framførsla er góð og sannførandi, men ikki minnilig ella sera stuttlig. Men hon er ein dámligur høvuðspersónur og riggar væl saman við Paul Rudd. Justin Theroux ger eisini eitt gott arbeiði, Joe Lo Truglio, ið spælir ein nudistur, er stuttligur og minniligur og mær dámdi sera væl Alan Alda sum eigarin av bygdini.

Men burtursæð frá framførslunum, so veit eg ikki nógv at siga um ”Wanderlust”. Tað er ein ójavnur skemtifilmur, sum skiftir millum at vera sera stuttligur og hampuligur. Tað er næstan bara sjónleikararnir, sum gera filmin stuttligan. David Wain, sum hevur skrivað og leikstjórnað filmin, hevur gjørt eitt gott arbeiði við at leikstjórnað sjónleikararnar, men hansara manuskript er ikki sera ambitiøst. Søgan er hampuliga góð, men eitt sindur tunn og ikki sera spennandi, og skemtið er ikki stuttligt allan vegin gjøgnum. Eina løtu kemur kanska ein sera stuttlig joke, sum fær ein til at flenna hart, síðan steðgar filmurin við at vera stuttligur í uml. 10 minuttir og so kemur aftur ein stuttlig joke. Tað er eitt sindur frustrerandi, tí tað ger filmin sera ójavnan.

Tær stuttligastu løturnar í filminum eru orskaðar av framførsluni hjá Paul Rudd. Hann gjørdi filmin ofta undirhaldandi. Men eg veit ikki nógv annað at siga um filmin. Hann er flott gjørdur á tí tekniska økinum og søgan er væl søgd, men har onki serligt við honum. Hann er eitt sindur stuttligur og tískil fínasta slag at hyggja eftir, men eisini eitt sindur gloymandi. Eg flenti nakrar ferðir og var nóg áhugaður til at hyggja allan vegin gjøgnum, men aftaná hann var liðugur, hevði eg ikki hug at hyggja eftir honum umaftur – og sum eg segði í áðni, so havi eg ikki hugsað nógv um hann síðan. Tað er samanumtikið ein hampuligur, men ójavnur og eitt sindur skuffandi skemtifilmur. Men orsakað av framførslunum, so hevur hann nakrar sera stuttligar løtur, so hann er fínasta slag at hyggja eftir í hvussu er eina ferð.

2,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment