Wednesday, September 19, 2012

The Pirates! Band of Misfits (2012)

Leikstjórar
Peter Lord
Jeff Newitt
“The Pirates! Band of Misfits” er tann nýggjasti teknifilmurin hjá Aardman Animations. Tað er eitt bretskt studio, sum ger teknifilmar við “stop motion”-animatión. Teir eru kendir fyri at hava gjørt m.a. “Wallace and Gromit”, “Chicken Run” og “Shaun the Sheep”. Eg eri sjálvur ein fjeppari av teimum. Eins og Pixar, so gera teir filmar, sum eru stuttligir og undirhaldandi fyri bæði børn og vaksin.

Hesin filmurin fer fram í Onglandi í 19. øld og er um eitt lið av sjórænarum. Høvuðspersónurin er kapteynurin, sum eitur Pirate Captain (Hugh Grant). Hvørt ár kappast fleiri sjórænarar fyri at vinna heiðurslønina sum Ársins Sjórænari (Pirate of the Year). Pirate Captain hevur altíð ynskt at vunnið, men tað hevur ongantíð eydnast honum. Nú nærkast ársins kapping og hesuferð velir hann at gera sær ómak, fyri at vinna. 
Hann ferðast tí gjøgnum høvini við sínum liði, fyri at stjala so nógv sum gjørligt – tað gevur honum størri møguleika at vinna. Á vegnum hittir hann sjálva Charles Darwin (David Tennant). Hann uppdagar, at papageykurin hjá Pirate Captain ikki er ein papageykur, men ein sjáldsamur fuglur, sum øll hildu vera útdeyðan.

Mær dámar væl filmarnir hjá Aardman. Teir hava ein serstakan stíl, sum man ikki sær aðrastaðni, og teirra filmar plaga at hava kreativar søgur og sera stuttligt skemt. Teir plaga at hava nógvar jokes – bæði visuellar og í dialoginum. Soleiðis er eisini við hesum filminum. Hetta er ein góður, undirhaldandi og sera stuttligur teknifilmur. Animatiónin er flott og detaljerað. Hon hevur ta somu sjarmuna, sum teir gomlu filmarnir hjá Aardman.

Røddirnar eru sera góðar. Hugh Grant er ómøguligur at kenna aftur sum Pirate Captain. Hann plagdi fyrr at hava tann óvanan, at spæla líknandi leiklutir umaftur og umaftur – tað var næstan altíð ein høvuðsleiklutur í einum kærleiksfilmi – men í hesum filminum spælir hann ein óseriøsan og skemtiligan leiklut – fullkomiliga øðrvísi enn tað, sum hann plagar at spæla. Hann ger eitt sera gott arbeiði og Pirate Captain er eisini ein sera dámligur og stuttligur høvuðspersónur. Martin Freeman er eisini góður sum tann næsthægsti sjórænarin og mær dámdi væl samanspælið millum hann og Pirate Captain.

Filmurin er ein góð satira av sjórænarafilmum. Sjórænararnir hava ongi verulig nøvn. Høvuðspersónurin eitur bara “Pirate Captain”, tann næsthægsti eitur “Number Two” og nøvnini hjá næstan øllum hinum verða ongantíð avdúkað. Persónarnir eru bara klassiskir og stereotýpiskir sjórænarar – og tað er væl gjøgnumført og undirhaldandi. Skemtið er eisini sera gott. Aardman duga væl at stappa eina rúgvu av góðum jokes’um í teirra filmar, sum koma fram, tá man minst væntar tær. Ein persónur, sum syrgir fyri nógvum stuttligum løtum, er ein klók apa, sum samskiftir við at brúka kort. Dialogurin er eisini stuttligur og væl skrivaður.

Søgan er góð og áhugaverd, men kundi verið betri. Hon fokuserar m.a. á stríðið hjá Pirate Captain fyri at gerast ársins sjórænari og tað dámdi mær væl. Mær dámdi eisini væl søgugongdina um tann sjáldsama fuglin. Men í uml. síðsta hálva tímanum gjørdist søgan rættiliga forútsigulig. Stutt áðrenn klimaksið kemur ein álvarsom og dramatisk sena, og eg helt ikki, at hon eydnaðist sera væl. Eg má viðganga, at hon var væl skrivað og hevði góðan dialog, men hon var eisini eyðkend og týpisk – eitt “twist”, sum man hevur ofta sæð fyrr, og sum eg eri sjálvur troyttur av at síggja. Men tíbetur kemur síðan eitt sera stuttligt og undirhaldandi klimaks, so filmurin endar væl hóast alt. Eg hevði eisini ynskt, at søgan fokuseraði meira á ferðina hjá Pirate Captain úti á høvunum – søgan fer meira fram á landi í London enn úti á høvunum og tað er eitt sindur skuffandi fyri einum sjórænarafilmi.

Men samanumtikið er “The Pirates: Band of Misfits” ein undirhaldandi, góður og sera stuttligur filmur. Tað er ikki ein av teimum bestu hjá Aardman, men hann er kortini gott undirhald. Søgan er góð, men kundi verið betri, tí hon verður forútsigulig í uml. síðsta hálva tímanum – og eg verði altíð skuffaður, tá ið síðsti hálvi tímin ikki er líka góður sum restin av filminum. So jú, hesin filmurin kundi verið betri, men hann er gott og minniligt undirhald – og ein av ársins stuttligastu teknifilmum.

3,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment