Wednesday, September 26, 2012

The Expendables 2 (2012)


Leikstjóri
Simon West
Eg eri ikki ein stórur fjeppari av eittaranum. Mær dámdi hann, men eg helt hann ikki vera fantastiskan á nakran máta – eg helt, at hann var bert hampuligur. Tann størsti trupulleikin við honum var, at hann var sera ójavnur – tann fyrra helvtin var keðilig og tann seinna var undirhaldandi. Men eg hevði hoyrt góð ting um tvey’arin og eftir treylarunum at døma, sá hann út til at vera betri og meira undirhaldandi enn eittarin. So ja, eg var faktiskt spentur til at síggja hann. 

Søgan fer fram einaferð aftaná hendingarnar í eittaranum. Menninir í liðnum hjá Barney Ross (Sylvester Stallone), “The Expendables”, fáa at vita, at eitt flogfar, sum inniheldur eina rúgvu av plutonium, er neyðlent í einum frumskógi. Teir verða sendir út á staðið, fyri at kanna málið. Har finna teir út av, at ein skurkur, sum eitur Vilain (Jean-Claude Van Damme), er í holt við at savna plutonium og brúka tað til ónd endamál. Barney Ross og liðið hjá honum seta sær fyri at finna hann og drepa hann. Sera einføld handling.

Hetta er ein kulur, óseriøsur og sera undirhaldandi actionfilmur. Mær dámdi hann nógv betri enn eittarin. Fólkini handan filmin hava lært frá nøkrum feilum, sum tey gjørdu í eittaranum. Fyri tað fyrsta er hesin filmurin óseriøsur. Eittarin var meira seriøsur og tað var ikki ein fyrimunur. Hesin filmurin er harafturímóti skemtingarsamur. Dialogurin inniheldur stuttligar jokes og sjónleikararnir gera ofta gjøldur burtur úr sær sjálvum og hvørjum øðrum. Tað er sera stuttligt og undirhaldandi at síggja. Actionsenurnar eru kular, yvirdrivnar og sera undirhaldandi – væl leikstjórnaðar av Simon West. Tað er kul og undirhaldandi at síggja hesar actionhetjurnar arbeiða saman, skjóta í allar ættir og spreingja alt møguligt í luftina. Filmurin byrjar enntá við eini ekstremari actionsenu.

Skemtið og dialogurin eru eisini nógv betri hesuferð. Í eittaranum helt eg, at dialogurin var gloymandi og skemtið oftast vánaligt. Soleiðis er als ikki í hesum filminum. Dialogurin er stuttligur og undirhaldandi, og skemtið er sera stuttligt og væl eydnað. Persónarnir siga nógvar góðar jokes og koma við stuttligum viðmerkingum, tá teir kríggjast. Filmurin hevur eisini eina senu um eina jarðarferð, sum inniheldur góðan og álvarsaman dialog. Men eitt, sum ikki er gott, eins og í eittaranum, er søgan. Hon er hvørki góð ella áhugaverd. Hon er vánalig, tunn og gloymandi – eg minnist faktiskt ikki, hvat Vilain ætlaði sær at brúka plutonium til. Men tíbetur nýtist man ikki at hugsa nógv um hana, tí hon hevur eina sera einfalda handling, sum syrgir fyri eini røð av stuttligum samrøðum og undirhaldandi actionsenum.

Hetta er ein actionfilmur, sum er undirhaldandi á sama hátt eins og gamlir actionfilmar frá 80’unum og 90’unum. Tað er eisini gott at síggja Arnold Schwarzenegger aftur. Hann er nú vorðin nógv eldri, men hann gevur eina undirhaldandi framførslu – ikki góða, men undirhaldandi. Framførslurnar eru, sum væntað, ikki fantastiskar á nakran máta. Jason Statham og Liam Hemsworth eru kanska teir bestu sjónleikararnir. Jean-Claude Van Damme fær ikki nógv at gera, men hann ger eitt gott arbeiði. Hini eru bert fínasta slag. Chuck Norris er ikki ein góður sjónleikari – í hvussu er ikki í hesum filminum – men hann er kortini dámligur og stuttligur at síggja. Mær dámar væl, at hann altíð kemur fram úr tí bláu luftini, uttan nakra góða orsøk. Summi fara kanska at kalla tað ein leysur endi í søguni – og tað er tað kanska eisini – men eg helt, at riggaði væl til tann óseriøsa stemningin. Hetta er heldur ikki ein filmur, sum man skal taka ov seriøst.

Men filmurin hevur eisini trupulleikar. Tann størsti, eftir mínari meining, er, at hann burdi havt fleiri actionsenur. Tað virkar sum um, at so skjótt sum ein actionsena er liðug, so má man bíða rættiliga leingi eftir ta næstu. Tíbetur hevur filmurin stuttligan dialog og gott samanspæl millum persónarnar, so tað verður sjáldan keðiligt at bíða, men eg byrjaði onkuntíð at keða meg eitt sindur og ótolnast. Eg helt eisini, at klimaksið var eitt sindur ov stutt. Tað var fantastiskt, stuttligt og sera undirhaldandi, men tað endaði rættiliga knappliga. Og ja, søgan er vánalig og gloymandi, men hon er frægari enn søgan í eittaranum.

”The Expendables 2” er ein kulur, stuttligur og sera undirhaldandi actionfilmur. Gott, gamaldags poppkorn-undirhald. Hann tekur konseptið, sum eittarin hevði – at koyra tær kendastu actionhetjurnar í Hollywood í tann sama actionfilmin – og gjøgnumførir tað nógv betri. Men filmurin hevur trupulleikar við søguni og serliga tempoinum. Tað verður onkuntíð keðiligt at bíða eftir ta næstu actionsenuni og summar actionsenur eru ov stuttar. Eg haldi eisini, at filmurin burdi havt fleiri actionsenur. Men tær actionsenurnar, sum eru í filminum, eru sera undirhaldandi og minniligar – og klimaksið er fantastiskt, hóast tað er eitt sindur ov stutt. Samanumtikið er filmurin sera gott, stuttligt og óseriøst undirhald.

3,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment