Leikstjóri Seth MacFarlane |
Søgan er um ein mann, sum eitur John Bennett (Mark
Wahlberg). Tá ið hann var 8 ár, var hann ópopulerur og hevði ongar vinir. Tískil
ynskti hann sær á jólum, at hansara nýggja bamsa, sum hann fekk í jólagávu,
skuldi gerast livandi.
Tað eydnaðist. Hansara bamsa gjørdist livandi og hansara besti vinur. Nú er John 35 ár og býr enn saman við bamsuni, sum eitur Ted (Seth MacFarlane). Ted er nú ein fullvaksin og vulgerur persónur, sum bert roykir og drekkur í gerandisdegnum. John hevur eisini gingið saman við eini kvinnu í 4 ár, sum eitur Lori (Mila Kunis) – og tey búgva saman við Ted í eini íbuð. John og Lori eru lukkulig saman, men teirra forhold er trupult at fáa at hanga saman, av tí at John blívur við at fylgjast við Ted – hann er framvegis hansara besti vinur. Lori heldur, at Ted burdi skjótt flutt út úr íbúðini.
Tað eydnaðist. Hansara bamsa gjørdist livandi og hansara besti vinur. Nú er John 35 ár og býr enn saman við bamsuni, sum eitur Ted (Seth MacFarlane). Ted er nú ein fullvaksin og vulgerur persónur, sum bert roykir og drekkur í gerandisdegnum. John hevur eisini gingið saman við eini kvinnu í 4 ár, sum eitur Lori (Mila Kunis) – og tey búgva saman við Ted í eini íbuð. John og Lori eru lukkulig saman, men teirra forhold er trupult at fáa at hanga saman, av tí at John blívur við at fylgjast við Ted – hann er framvegis hansara besti vinur. Lori heldur, at Ted burdi skjótt flutt út úr íbúðini.
Mær dámdi væl hendan filmin. Eg helt ikki, at hann var
fantastiskur ella stuttligur allan vegin gjøgnum, men hann var góður,
undirhaldandi og rættiliga stuttligur. Tað sæst væl, at filmurin er gjørdur av
Seth MacFarlane, tí skemtið minnir nógv um "Family Guy" – nógvar jokes, sum eru óvæntaðar
og koma brádliga, tá man minst væntar tær, og skemt, sum skiftir millum at vera
satiriskt, vulgert og onkuntíð eitt sindur provokerandi. Filmurin hevur eisini
nógvar ávísingar til kendir persónar og filmar, og tað er faktiskt stuttligt og
væl gjøgnumført. Hann ger t.d. nógv gjøldur burtur úr Flash Gordon – ein gomul
amerikansk sjónvarpsrøð. Eg visti ikki, hvat Flash Gordon var, áðrenn eg sá
filmin, men skemtið, sum kom burtur úr tí, fekk meg kortini at flenna – Seth MacFarlane
syrgdi tíbetur fyri, at tær jokes’nar vóru eisini stuttligar fyri tey, sum
ikki kendu sjónvarpsrøðina.
Eg haldi ikki, at hetta er ársins stuttligasti filmur
– mær dámdi sjálvur betri “21 Jump Street”. Men mær dámdi hann væl og hann fekk
meg ofta at flenna. Satt at siga, so helt hann vera eitt sindur stuttligari í
seinnu helvtini enn í fyrru helvtini. Tá byrjaði hann at fokusera meira á
ekstremar fysiskar jokes og satiriskar jokes um Flash Gordon. Men í fyrru
helvtini var hann ikki stuttligur alla tíðina, eftir mínari meining. Ein stórur
trupulleiki var, at treylarin avdúkaði næstan allar tær bestu jokes’nar í fyrru
helvtini av filminum. Har er ein t.d. ein sera stuttlig sena, har John og Ted eru
bangnir fyri toruni, men hon varð víst í treylaranum. Eg flenti eftir henni, tá
eg sá filmin, men hon hevði verið nógv stuttligari, um treylarin ikki hevði
avdúkað hana frammanundan.
Mær dámdi annars eisini væl framførslurnar. Mark
Wahlberg ger eitt gott arbeiði og hansara samanspæl við Ted er stuttligt, undirhaldandi
og sera sannførandi – Ted er ein teldugjørd bamsa, so tað er ikki lætt at gera
teirra samanspæl sannførandi og nátúrligt. Mila Kunis er góð og sjarmerandi, og
hennara samanspæl við Mark Wahlberg er sannførandi. Seth MacFarlane er stuttligur
sum Ted. Hann er tann stuttligasti og mest minniligi persónurin í filminum. Patrick
Warburton hevur eisini ein lítlan leiklut og hann syrgir fyri nøkrum sera
stuttligum løtum. Mær dámdi eisini sera væl Patrick Stewart sum frásøgumannin. Eitt annað,
sum eg helt vera serstakliga gott, var tónleikurin hjá Walter Murphy. Í staðin
fyri traditonellum klassiskum tónleiki, syrgir hann fyri sera góðum og fangandi
“Big Band”-tónleiki. Tað skapar ofta ein góðan og avslappandi stemning.
Men filmurin hevur eisini trupulleikar. Tann størsti
er, at søgan er sera forútsigulig. Tað er lætt at gita, hvussu forholdið millum
John og Lori fer at mennast, og hvussu vinarlagið millum Ted og John fer at
mennast. Klimaksið er eisini forútsiguligt og hevur nakrar “twists”, sum man
hevur sæð fyrr í nógvum øðrum filmum. Dialogurin millum John og Lori er eisini
onkuntíð eitt sindur flovisligur og endurtakandi, eftir mínari meining. Eg helt eisini,
at filmurin var ikki stuttligur allan vegin gjøgnum. Tað var m.a. orsakað av,
at treylarin avdúkaði tær flestu bestu jokes’nar. Men hann var stuttligur og
undirhaldandi sum heild.
Samanumtikið er “Ted” ein góður, stuttligur og
undirhaldandi skemtifilmur. Hann var ikki so stuttligur, sum eg hevði væntað,
men mær dámdi hann væl og eg flenti ofta - men har vóru ikki nógvar jokes, sum fingu meg at flenna hart. Eg má viðganga, at í fyrru helvtini av filminum helt eg
hann vera okey og hampuliga stuttligan sum heild, men í seinnu helvtini
gjørdist hann stuttligari. Framførslurnar eru góðar, Ted er flott gjørdur, dámligur
og stuttligur, og tónleikurin er sera góður. Mær dámdi eisini væl skemtið um sjónvarpsrøðina Flash Gordon, hóast eg ikki kendi hana frammanundan. Tann sera forútsiguliga
søgan er ein stórur trupulleiki, men filmurin er kortini undirhaldandi at
hyggja eftir, orsakað av sera stuttligum skemti og góðum framførslum. Hann
endar eisini við eini sera stuttligari joke, sum fingu og áskoðararnir til at
flenna hart eina góða løtu.
3,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment