Leikstjóri Olivier Megaton |
Søgan fer fram aftaná hendingarnar í eittaranum.
Familjurnar hjá monnunum, sum Bryan Mills (Liam Neeson) drap, savnast til
jarðarferðina hjá teimum. Ein maður, sum var pápi hjá ein av ofrunum, ger tá av,
at hevna seg inn á Bryan. Hann ætlar sær at fanga hann, dragsa hann til sítt heimland og drepa hann. Ein dagin, tá ið Bryan so er í Istanbul og ferðast
saman við dóttrini Kim (Maggie Grace) og eks-konuni Leonore (Famke Janssen),
verða hann og Leonore brádliga álopin og fangað av manninum og hansara hjálparum. Nú noyðist Bryan at
koma burtur úr hesi støðuni og bjarga lívunum hjá familjuni og sær sjálvum.
Luc Besson og Robert Mark Kamen, sum hava skrivað
handritið – og eisini skrivaðu handritið til eittarin – hava funnið upp á eina
handling, sum líkist eittaranum, men er samstundis ikki ein beinleiðis kopi. Men
søgan, sum teir hava fingið burtur úr henni, er ikki sera góð ella áhugaverd. “Taken
2” er ikki ein góður eftirfylgjari, eftir mínari meining. Mær dámar sera væl
eittarin, men hesin er als ikki líka minniligur og undirhaldandi. Hann er ikki ein
av ársins vánaligastu filmum. Hann er bara óinteressantur og sera gloymandi – t.v.s. at so skjótt
sum hann var liðugur, hugsaði eg ikki um hann longur og gloymdi hann burtur. Tað
er als ikki ein minniligur filmur. Eittarin hevði nógvar góðar senur, sum eg minnist til enn. Hendan filmin sá eg fyri fimm døgum síðan og
eg havi ikki hugsað nakað serligt um hann síðan.
Eg skilji væl, at hesin filmurin vil bert at vera gott
undirhald, sum ikki hevur eina djúpa søgu – soleiðis er eittarin eisini. Tann
størsti trupulleikin við “Taken 2” er, at hann er ikki spennandi, eins og
eittarin. Ein av orsøkunum er, at hann brúkar ov ofta kliché’ina, at høvuðspersónar
eru næstan um at doyggja, men verða so bjargaðir í síðstu løtu. Tað bilar
sjálvandi ikki, um tað hendir onkuntíð, men í hesum filminum hendir tað so
ofta, at tað verður forútsiguligt – tískil er tað ikki spennandi. Skurkurin í
filminum er vánaligur og óinteressantur. Hann er als ikki hóttandi, tí hann ger
næstan einki. Hann er sjáldan uppií filminum og letur bara fólkini, sum arbeiða
fyri honum, gera alt arbeiðið. Søgan er tunn og óinteressant. Eg veit, at eittarin
eisini hevði eina einfalda søgu, men hon var í minsta lagi áhugaverd og
spennandi.
Tá eg ummælti eittarin, rósti eg leikstjóranum Pierre
Morel fyri hansara leikstjórnan. Hesin filmurin er leikstjórnaður av Olivier
Megaton og eg má siga, at mær dámar ikki væl hansara leikstjórnan. Hann syrgir
fyri, at kameraarbeiðið er rokasligt og ørkymlandi, og at klippingin er skjót og
løgin. Actionsenurnar eru ikki væl leikstjórnaðar. Ein trupulleiki við teimum er tað
rokasliga kameraarbeiðið. Kameraið zoomar inn, ristir nógv og klippir so
skjótt, at tað verður torført at hyggja eftir. Klippingin er heldur ikki góð.
Hon er, sum eg segði í áðni, løgin og øgiliga skjót. Í størsta partinum av
filminum virkar tað sum um, at hvørt einasta klipp varir í mesta lagi 5 sekund.
Man sær onkuntíð t.d. ein persón ganga eitt petti í 3 sekund, so klippir
kameraið til ein fullkomiliga øðrvísi vinkul í 2 sekund og síðan til ein annan
vinkul afturat. Tað verður onkuntíð eitt sindur ørkymlandi – serliga í
actionsenunum, tí tá klippir filmurin alla tíðina skjótt millum ymiskar vinklar, meðan
kameraið ristir illa.
Persónarnir eru ikki sera áhugaverdir ella dámligir.
Eg var ikki áhugaður í nøkrum persóni, uttan Bryan Mills. Hann er
tann einasti áhugaverdi persónurin, orsakað av framførsluni hjá Liam Neeson.
Hann gevur eina góða framførslu og er framvegis ein sannførandi actionhetja. Hinir
persónarnir eru toluligir, men, sum sagt, hvørki áhugaverdir, minniligir ella
sera dámligir. Leonore og Kim hava ikki áhugaverdar persónleikar ella nakað
serligt, sum ger tær dámligar. Eg legði einki í, at tær vóru í vanda, tí
filmurin gevur okkum ikki møguleikan at læra teimum at kenna. Mær dámdi
faktiskt væl Kim í eittaranum, tí tá fekk man møguleikan at hana at kenna og
tað gjørdi filmin spennandi, tá hon varð fangað. Men í hesum filminum eru hon
og Leonore óinteressantir persónar, sum man ikki leggur nógv í. Tað er ein onnur orsøk til, at filmurin manglar spenning.
“Taken 2” er ikki strævin at hyggja eftir, men óinteressantur og sera gloymandi. Søgan er ikki áhugaverd, skurkurin er vánaligur, kameraarbeiðið er rokasligt, actionsenurnar
eru ofta illa upptiknar og klippingin er løgin. Filmurin manglar spenning og er tískil ikki sera undirhaldandi. Tíbetur koyrir hann alla tíðina við
einum skjótum tempoi, so hann verður sjáldan keðiligur at hyggja eftir, men tá ið hann
er liðugur, hugsar man ikki um hann meira. Liam Neeson gevur eina góða og sannførandi framførslu,
men tað er ikki nóg mikið til, at bjarga filminum frá einum óinteressantum manuskripti og
rokasligari leikstjórnan.
2 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment