Leikstjóri Ben Affleck |
Filmurin fer fram í 1980’unum. Stríð er millum U.S.A. og Iran, og í Iran er ófriður og uppreistur. Ein dagin verður tann amerikanska umboðsstøðin í landinum álopin av eini fjøld av iranarum og allir amerikanararnir verða tiknir sum gíslar. Seks teirra klára at flýggja til ta kanadisku umboðsstøðina og noyðast at goyma seg har. Í U.S.A. roynir stjórnin nú at finna út av, hvussu tey skulu fáa hesi seks fólkini út úr landinum, áðrenn tey verða funnin og handtikin.
CIA verða bidnir um
at koma við uppskotum og ein maður, sum er serfrøðingur innan fyri
evakueringum, Tony Mendez (Ben Affleck), kemur við einum óvanligum uppskoti: At
gera ein falskan film, sum eitur ”Argo”. Ætlanin er, at hann skal ferðast til fólkini,
flyta tey út úr landinum og latast sum um, at tey eru filmsliðið, sum vitjar
Iran, fyri at kanna ”locations” – t.v.s. støð, har tey kunnu upptaka filmin.
Sum eg segði í áðni,
so er hesin filmurin leikstjórnaður av Ben Affleck. Tað er sera áhugavert at síggja,
hvussu hann er farin frá einum kendum sjónleikara, sum hevur havt bæði upp- og
niðurtúrar í síni karrieru, til ein sera góðan leikstjóra. Hann hevur gjørt
eitt sera gott arbeiði við hesum filminum. Hetta er ein sera góður,
undirhaldandi, áhugaverdur og spennandi filmur. Hann er gjørdur eftir eini
veruligari hending, sum fór fram í 1980’unum. Eg hevði ikki hoyrt um ta
hendingina, men Affleck ger eitt sera gott arbeiði við at sannføra hyggjaran
um, at hetta er gjørt eftir eini sannari søgu.
Eitt, sum hann ger
t.d., er at vísa veruligar upptøkur av m.a. samrøðum og tíðindasendingum. Hann
ger eisini eitt genialt ”trick” í byrjanini av filminum: Hann vísir onkuntíð
nakrar amatør-upptøkur av ófriðinum í Iran. Eg veit ikki, um tær eru veruligar
ella ikki, men tað gjørdi, so at eg varð sannførdur sum, at hetta var ein verulig
hending. Tað vísir, hvussu væl Affleck dugir at gera filmin sannførandi og
fangandi.
Søgan er sera góð og áhugaverd.
Tað er áhugavert, undirhaldandi og stuttligt at síggja, hvussu Tony og hansara
hjálparfólk royna at gera ein falskan film. Tað syrgir eisini fyri eitt sindur
av góðari satiru av Hollywood. Samstundis umfevnir søgan eisini áhugaverdari
vitan um stríðið millum U.S.A. og Iran tá í tíðini, og eitt sindur um familjulívið
hjá Tony. Tað ger søguna meira djúpa og áhugaverda.
Filmurin er eisini rættiliga
stuttligur. John Goodman gevur eina undirhaldandi framførslu og Alan Arkin er
tann stuttligasti persónurin í filminum. Hann kemur við nógvum stuttligum og
minniligum sitatum. Framførslurnar eru eisini góðar. Ben Affleck er passaliga
avslappaður og sannførandi í høvuðsleiklutinum, Bryan Cranston er sera góður,
John Goodman og Alan Arkin eru, sum sagt, sera undirhaldandi, og fólkini, sum
spæla gíslarnir, eru sera sannførandi. Teirra reaktiónir og kenslur eru sera
realistiskar.
Fyri meg var ”Argo” áhugaverdur
og góður í fyrru helvini, og sera spennandi í seinnu helvtini. Í fyrru helvtini
byggir hann væl upp, tí tá fokuserar hann serliga á planleggingini, og í seinnu
helvtini fokuserar hann á gjøgnumføringina. Tá fer spenningurin upp í loft. Eg
sat bara spentur og hugdi allan vegin gjøgnum. Affleck dugir væl at skapa
spenning við m.a. at hava nakrar senur, sum hava ongan bakgrundstónleik. Tá følir
man veruliga, at okkurt vandamikið kann henda hvørja løtu. Eg má eisini leggja afturat, at
dramaið er sera væl eydnað og endin á filminum er stutt sagt perfektur.
”Argo” er ein sera góður,
áhugaverdur og spennandi filmur. Tann einasti kritikkurin, sum eg havi, er, at í
fyrru helvtini inniheldur hann nógvan dialog og onkuntíð gjørdist tað eitt
sindur ov nógv, helt eg. Eg byrjaði onkuntíð at missa eitt sindur áhugan, tá
hann fokuseraði bert á práti inni á CIA, men tað hendi sjáldan – og tað var
bert í fyrru helvtini. Hetta er samanumtikið er sera góður filmur, sum er áhugaverdur
í fyrru helvini og sera spennandi í seinnu helvtini. Hann hevur eisini gott
drama, góða satiru av Hollywood og gott skemt.
Hann er sera væl leikstjórnaður av Ben Affleck, so eg vil fegin síggja fleiri filmar frá honum.
Hann er sera væl leikstjórnaður av Ben Affleck, so eg vil fegin síggja fleiri filmar frá honum.
4 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment