Monday, December 31, 2012

The Hobbit: An Unexpected Journey (2012)


Leikstjóri
Peter Jackson
Leikstjórin Peter Jackson er farin aftur til filmsrøðina, sum gjørdi hann heimskendan: “Lord of the Rings”. Hann er nú í holt við byggja hana út við at gera bókina “The Hobbit”, sum J. R. R. Tolkien skrivaði áðrenn “Lord of the Rings”, til film. Ætlanin er at gera hana til tríggjar filmar og nú er tann fyrsti komin út: “The Hobbit: An Unexpected Journey”.

Søgan fer fram 60 ár áðrenn hendingarnar í fyrsta “Lord of the Rings”-filminum. Vit fylgja unga hobbanum Bilbo Baggins (Martin Freeman). Ein dagin kemur gandakallurin Gandalf (Ian McKellen) framvið og bjóðar honum við á eina óvæntaða ferð. Eina vandamikla ferð til fjallið “The Lonely Mountain” saman við Gandalf og 13 dvørgum. Bilbo torir illa, tí tað er stórur møguleiki fyri, at hann ikki yvirlivir, men sigur kortini ja.

Eg eri ikki ein stórur fjeppari av "Lord of the Rings", men mær dámar sera væl filmarnir. Eg má eisini siga beinavegin, at eg havi ikki lisið bøkurnar, so eg fari ikki at gera nakrar samanberingar við tær. Eg sá heldur ikki hendan filmin í 3D, so eg kann ikki tosa um tað. Men hvat helt eg so um filmin? Mær dámdi hann væl. Eg helt, at hann var rættiliga góður. Ikki fantastiskur sum heild, tí hann er ójavnur. Eg haldi sjálvur, at tann fyrra helvtin av honum er hampulig, men langdrigin og onkuntíð keðilig, og tann seinna helvtin er fantastisk og sera undirhaldandi. Tað ger hann góðan sum heild.

Eg skal fyrst tosa um tað, sum mær dámar við filminum, og tað er nógv. Fyri tað fyrsta hevur hann tann sama “episka” stemningin, sum “Lord of the Rings”-filmarnir høvdu. Hann følist sum ein spennandi ferð við eini rúgvu av hendingum og bardagum á vegnum. Framførslurnar eru góðar. Ian McKellen er framvegis sera sannførandi sum Gandalf og mær dámdi sera væl Martin Freeman sum Bilbo Baggins. Hann er perfektur til leiklutin. Hann dugir væl at virka ósikkur og bangin, men samstundis roynir at vera djarvur. Hann er ein dámligur høvuðspersónur og mær dámdi hann faktiskt betri enn Frodo.

Søgan er góð, effektirnar eru flottar og actionsenurnar eru fantastiskar, minniligar og sera undirhaldandi. Har er t.d. ein sena, har Gandalf og dvørgarnir royna at flýggja úr eini holu, ið er full av “goblins”, og hon er fantastisk, undirhaldandi og spennandi – filmurin hevur faktiskt nakrar av ársins bestu actionsenum. Tónleikurin hjá Howard Shore er fantastiskur og fangandi. Hann brúkar t.d. ein serstakan temasang, sum verður ofta spældur í bakgrundstónleikinum, og langt aftaná filmurin var liðugur, kláraði eg ikki at fáa hann úr høvdinum. Kameraarbeiðið er eisini fantastiskt og spennandi. Eg elski, tá ið tað vísir eina actionsenu ella bara gongutúrin hjá persónunum uppifrá. Tað havi eg altíð dámað við “Lord of the Rings”. Eg má eisini leggja afturat, at senan við Gollum er fantastisk, áhugaverd og væl skrivað.

Men filmurin hevur trupulleikar, sum hindra honum í at vera fantastiskur sum heild, og teir eru allir í fyrru helvtini av filminum. Tann størsti er, at tempoið er tá rættiliga seint. Filmurin er næstan tríggir tímar langur og í fyrru helvtini følist hann ofta langdrigin. Summar senur, har persónar bert tosa ella greiða frá eini baksøgu, eru keðiligar og langdrignar. Eg misti onkuntíð áhugan og keddi meg eitt sindur. Eg skilji væl, hví tempoið er seint. Tað er óivað fyri, at menna persónarnir og siga frá ymiskum baksøgum. Men tað kann eisini verða so nógv, at man verður langdrigið.

Filmurin hevur tó tvær baksøgur, sum eru sera væl eydnaðar og áhugaverdar: Tann fyrsta baksøgan í byrjanini av filminum og ein um, hvussu ein av dvørgunum gjørdist leiðari. Men har var faktiskt ein sena í miðjuni av filminum, har Gandalf tosaði við Saruman, sum vardi so leingi, at eg fór at keða meg, misti áhugan og byrjaði hugsa um onnur ting. Men satt at siga, so skjótt sum tann senan var liðug, so gjørdist tempoið brádliga passaligt. Frá hesi løtu var tempoið passaligt allan vegin gjøgnum. Eg veit, at tann fyrsti “Lord of the Rings”-filmurin eisini hevði eitt seint tempo í fyrru helvtini, men í honum riggaði tað betri og var betri gjøgnumført.

Filmurin hevur eisini eitt sindur av skemti og tað var ofta ov barnsligt fyri mín smag. Eg hevði einki ímóti teimum skemtiligu løtunum, har høvuðspersónarnir argaðu hvønn annan. Tað var passaliga undirhaldandi, tí tað fekk samrøðurnar til at virka nátúrligar og realistiskar. Men tær meira ekstremu jokes’nar, sum t.d. ein sena við nøkrum trøllum, sum ætla sær eta nakrir hestar, gjørdust ofta ov tvætlutar og barnsligar fyri mín smag. Men har vóru fólk í biografinum, sum flentu ofta, so eg ivist ikki í, at onnur fara at dáma skemtið. Tað var bara ikki nakað fyri meg. Eg flenti tíverri næstan ongantíð, men summar jokes fingu meg at smílast.

Eg rokni við, at fleiri eru ósamd við mínum kritikki, men mær dámdi væl filmin. Hann er samanumtikið ein rættiliga góður og undirhaldandi filmur. Tann fyrra helvtin er hampulig, men ofta langdrigin, og mær dámar sera væl ta seinna helvtina. Tá gjørdist filmurin sera spennandi, undirhaldandi og fantastiskur – men tað ger ikki allan filmin fantastiskan sum heild. Eg hevði fegin viljað givið honum ein hægri karakter, men tað ójavna tempoið og teir keðiligu partarnir toga hann niður. Hann er ikki líka góður sum “Lord of the Rings”-filmarnir, men tað leggi eg einki í, tí hetta er ein onnur søga, sum fer fram áðrenn hinir filmarnir - jú, hon hongur saman við teimum, men følist samstundis sjálvstøðug. Tá ið filmurin var liðugur, var eg áhugaður í at síggja tvey’arin, so hann er ein góð byrjan á eina nýggja trilogi.

3,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment