Leikstjóri Timur Beckmambetov |
Heitið á filminum sigur stutt og greitt, hvat søgan er um. Hetta er ein
fiktionell versjón av lívinum hjá amerikanska forsetanum Abraham Lincoln, har
hann livir eitt dupultlív sum forseti og ein maður, sum drepur vampýrar. So ja,
søgan er stutt sagt lívssøgan hjá Lincoln, sum drepur vampýrar í frítíðini. Vit
síggja eisini í filminum, hvussu hann sum ungur maður byrjaði at gera tað. Mær
nýtist ikki at siga meir enn tað.
Eg má fyrst og fremst viðganga, at eg eri ikki ein fjeppari av
vampýr-filmum. Mær dámar væl actionfilmar, men vampýr-filmar eru ikki nakað, sum
eg plagi at dáma. Men eg var forvitin eftir at síggja hendan filmin, orsakað av
hansara stuttliga og láturliga, men undirhaldandi konsepti. Eg má siga
beinavegin, at eg hevði einki ímóti vampýr-senunum í hesum filminum. Tær eru
faktiskt sum heild væl gjøgnumførdar og undirhaldandi – so at siga tað, sum man væntar av einum vampýr-filmi. Men tíverri er filmurin sjálvur ikki væl gjøgnumførdur,
eftir mínari meining.
Hetta hevði kunnað verið ein undirhaldandi filmur, tí hann hevur nakrar
undirhaldandi actionsenur. Men tær fylla bert uml. 30% av filminum (ella soleiðis
følist tað í hvussu er), meðan restin er ein dramafilmur um lívið hjá Abraham
Lincoln. Hetta hevði kunnað riggað, men tíverri er dramaið keðiligt, illa
skrivað og óinteressant. Úrslitið er tískil ein gloymandi, keðiligur og óinteressantur filmur við nøkrum undirhaldandi og minniligum actionsenum - t.v.s. ein sera ójavnur filmur. Søgan er søgd á
ein keðiligan máta við eini frásøgurødd, einum seinum tempoi, og eini rúgvu av práti og frágreiðingum. Mær dámar tó væl senurnar, har Abraham lærir seg at drepa vampýrar. Tær eru
áhugaverdar og væl gjørdar. Men tær dramatisku senurnar eru keðiligar og
óinteressantar, og tær fylla ein stóran part av filminum.
Hví dámar mær ikki tær senurnar? Tí tær eru bara ikki áhugaverdar.
Dialogurin er gloymandi og óinteressantur, tempoið er ójavnt og ofta seint, og
allir persónarnir, burtursæð frá trimum, eru yvirfladiskir og óinteressantir.
Teir einastu hampuliga áhugaverdu persónarnir eru Abraham Lincoln, hansara
venjari (hann, sum lærir honum at drepa vampýrar) og ein vinmaður hjá honum,
sum eitur William. Framførslurnar eru góðar, men ikki nakað serligt. Benjamin
Walker ger eitt gott arbeiði sum Lincoln, men hann hevur lítið at arbeiða við.
Hansara framførsla er góð, men einki serligt.
Høvuðsorsøkin til, at filmurin ikki riggar, er handritið. Tað er ikki
sera gott. Tað er illa skrivað, tí søgan er keðilig, illa søgd og koyrir við
einum seinum tempoi, og dialogurin er óinteressantur og gloymandi - og filmurin hevur eina rúgvu av dialogi. Tað er
løgið, tí handritið er skrivað av sama manninum, sum skrivaði bókina, ið
filmurin er gjørdur eftir. Eg havi ikki lisið bókina, men um hon var nóg góð
til at gerast til film, so er tað løgið, at rithøvundurin ikki gjørdi hana um
til eitt gott handrit. Eg kann í hvussu er ikki geva leikstjóranum, Timur Beckmambetov,
alla skyldina, tí hann hevur gjørt eitt gott arbeiði í nógvum økjum.
Hann leikstjórnar í hvussu er actionsenurnar væl. Summar síggja ov teldugjørdar út, men tær flestu eru undirhaldandi. Hann brúkar nógv slow-motion, men tað er stuttligt at hyggja eftir í hesum førinum. Summar bakgrundir síggja ov teldugjørdar út, men tað hóskar væl til tað óseriøsa konseptið: Abraham Lincoln, sum drepur vampýrar. Actionsenurnar eru samanumtikið undirhaldandi og kular. Tær eru ofta láturligar, men tað hóskar eisini væl til konseptið. Kameraarbeiðið er eisini flott og klippingin er rættiliga góð. Filmurin brúkar onkuntíð nakrar kreativar yvirgangir, tá hann skiftir til ta næstu senuna. So jú, mær dámar oftast væl actionsenurnar, sum eru júst tað, ið man væntar av filminum, men tær eru ikki nóg nógvar í tali.
Tann størsti trupulleikin við “Abraham Lincoln: Vampire Hunter” er, at
hann hevur ov lítið action. Eg sigi ikki, at hann nýtist at vera ein non-stop
actionfilmur, men um søgan og dramaið eru keðilig og óinteressant, so er tað
neyðugt at hava fleiri actionsenur. Hann fokuserar ov nógv á eina keðiliga og
illa sagda søgu – tað hevði riggað, um hon var væl skrivað og áhugaverd, men
tað er hon tíverri ikki. Persónarnir eru ikki sera áhugaverdir, tempoið er ójavnt og ofta ov seint, og av tí at
filmurin eisini er næstan tveir tímar langur, følist hann sera langdrigin. Hann hevur
nakrar undirhaldandi actionsenur og eitt sera undirhaldandi klimaks, men tær
fylla bert uml. 30% av filminum. Restin er ein keðiligur, óinteressantur og gloymandi
filmur, sum følist sera langdrigin. Timur Beckmambetov hevur gjørt eitt
hampuliga gott arbeiði, men hann hevði tíverri ikki eitt gott handrit at arbeiða við.
2,5 / 5 stjørnur
2,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment