Wednesday, January 9, 2013

Midnight in Paris (2011)


Leikstjóri
Woody Allen
Woody Allen verður onkuntíð róptur tann mest produktivi leikstjórin í Hollywood, tí hann útgevur faktiskt ein nýggjan film hvørt ár. Tá ið eg hoyrdi um “Midnight in Paris” í 2011, var eg faktiskt ikki áhugaður. Treylarin fekk hann ikki til at síggja út sum nakað serligt. Men tað var sikkurt tí, at hann avdúkaði lítið av, hvat søgan var um. Tá ið tey sera góðu ummælini síðan komu út, gjørdist eg meira áhugaður og forvitin.

Filmurin er um ein amerikanskan rithøvund, Gil (Owen Wilson), sum ferðast í París í Fraklandi saman við damuni Inez (Rachel McAdams) og hennara foreldrum. Tey skulu skjótt giftast og Gil arbeiðir í løtuni á sína fyrstu bók. Eitt kvøldið á midnátt, tá ið hann gongur ein túr í býnum, verður hann brádliga bjóðaður inn í ein bil, sum er á veg til eina veistlu. Hann sigur ja og tá hendir okkurt óvæntað: Bilurin sendir hann aftur í tíðina til París í 1920'unum. Har hittir hann nógv kend listafólk og rithøvundar, og tá hann seinni um náttina kemur heim aftur til nútíðina, verður hann áhugaður í at halda fram við at vitja 1920'ini.

Hetta er ein av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð í langa tíð – í hvussu er ein av teimum bestu frá 2011. Hetta er ein sera sjarmerandi, undirhaldandi og góður filmur, sum man verður í góðum lag av at hyggja eftir. Woody Allen vísir París sum ein undurfullan og vakran bý, sum man vil vitja skjótast gjørligt. Hann brúkar m.a. nógvan vakran og fangandi franskan tónleik, og sera vakurt kameraarbeiði. Tá man hyggur eftir filminum, fær man hug at fara at vitja París.

Søgan er original, áhugaverd og undirhaldandi. Tað er sera stuttligt at síggja tey kendu fólkini, sum Gil hittir í 1920'unum. Ein teirra er Ernest Hemmingway og hann er sera stuttligur og áhugaverdur at lurta eftir. Øll fólkini, sum Gil hittir, hava dámligar og undirhaldandi persónleikar. Um man so ikki kennir øll, og tað gjørdi eg als ikki, so eru tey kortini áhugaverd og stuttlig at síggja, orsakað av teirra persónleikum og dialogi. Framførslurnar eru eisini sera góðar. Owen Wilson er sera góður og dámligur. Rachel McAdams spælir ein ódámligur persónur og tað dugir hon væl. Marion Cotillard er eisini sera góð og Adrien Brody hevur faktiskt ein leiklut í einari senu. Hann er fantastiskur og 
stuttligur – ein tann mest minniligi persónurin í filminum.

Ein av høvuðsorsøkunum til, at filmurin er so væl eydnaður, er dialogurin. Handritið er sera væl skrivað og hevur sera góðan, undirhaldandi og áhugaverdan dialog. Kameraarbeiðið er eisini sera vakurt. Tað fær París til at síggja út sum vakrasti býurin í heiminum. Mær dámar eisini væl, at Woody Allen ofta brúkar langar upptøkur av heildarmyndum við persónum, sum práta saman, í staðin fyri alla tíðina at klippa millum nærmyndir av persónunum. Tað fær samrøðurnar til at virka nátúrligar. Tónleikurin er eisini sera góður og minniligur. Man hoyrir bara vakran og avslappandi franskan tónleik, og tað skapar ein sera hugnaligan stemning, sum hóskar væl til býin.

Eg klári ikki at koma í tankar um nakrar stórar trupulleikar, sum toga filmin niður – í hvussu er ongar, sum eru verdir at nevna. Samanumtikið er “Midnight in Paris” ein av teimum bestu filmunum frá 2011. Ein sera sjarmerandi, góður, stuttligur og undirhaldandi filmur. Woody Allen hevur skrivað eitt sera gott handrit við eina góða og originala søgu, undirhaldandi persónum, góðum skemti og sera góðum dialogi. Tónleikurin er sera góður og kameraarbeiðið er vakurt. Filmurin minti meg eisini á, at Owen Wilson er ein góður og dámligur sjónleikari – eg hevði bara ikki sæð hann í einum góðum høvuðsleikluti í langa tíð. Tá ið filmurin var liðugur, var eg í góðum lag og hevði hug at fara ein túr til París.

5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment