Leikstjórar Olivier Nakache Éric Toledano |
Søgan er um ein ríkan mann, Phillipe (François Cluzet), sum er lamin í
øllum kroppinum upp til hálsin, orsakað av eini paragliding-vanlukku. Hann
situr í koyristóli og noyðist at hava tænastufólk, sum ansa eftir honum alt
samdøgurið. Hann setir so ein fátækan brotsmann, sum eitur Driss (Omar Sy), í
starv sum hansara tænara. Driss er dovin, brutalt erligur og hevur lítla
samkenslu fyri Phillipe, men sum tíðin gongur, gerast hann og Phillipe bestir
vinmenn.
Tá eg sá treylarin, helt eg, at hann sá út sum ein álvarsamur
dramafilmur. Men tað var hann als ikki. “The Intouchables” er faktiskt ein
skemtifilmur, sum eisini inniheldur gott drama. Tað er ein sera stuttligur
filmur við eini góðari søgu og væl eynaðum drama. Satt at siga, so er hetta
bæði tann stuttligasti og besti filmurin, sum eg havi sæð higartil í ár.
Søgan er rættiliga góð, áhugaverd og passaliga einfald. Hon er fyrst og
fremst um forholdið millum Phillipe og Driss, og tað er sera væl gjøgnumført. Teirra
vinarlag er stuttligt og undirhaldandi at hyggja eftir, orsakað av góðum
framførslum og einum góðum og sera stuttligum manuskripti. Sum eg segði í áðni,
so er hetta ikki bara tann besti filmurin, sum eg havi sæð higartil í ár, men
eisini tann stuttligasti – og tað hevði eg als ikki væntað. Skemtið er sera
stuttligt og altíð óvæntað. Persónarnir siga ofta okkurt stuttligt, tá man
minst væntar tað og allar jokes’nar eru góðar. Eg flenti hart fleiri ferðir
gjøgnum allan filmin.
Høvuðspersónarnir, Phillipe og Driss, eru sera dámligir. Tað eru serliga
teir, sum gera filmin góðan. Man lærir teir væl at kenna gjøgnum filmin og tað
er sera áhugavert at síggja, hvussu teir báðir ávirka lívið hjá hvørjum øðrum. Dialogurin
er sera væl skrivaður og undirhaldandi. Samrøðurnar millum Phillipe og Driss
eru altíð áhugaverdar, undirhaldandi og ofta stuttligar. Framførslurnar hjá François
Cluzet og Omar Sy eru sera góðar. Françious Cluzet dugir væl at vísa kenslur
bert við hansara andlitsbráum, uttan at siga nakað, og Omar Sy gevur ta bestu
framførsluna í filminum. Hann er sannførandi í teimum dramatisku senunum og
hann kann eisini vera sera stuttligur.
Mær dámar eisini væl tónleikin. Ofta hoyrir man bara klavertónleik og
tað hóskar sera væl til. Kameraarbeiðið er eisini sera gott og klippingin er
rættiliga góð. Eitt annað, sum er serstakliga væl eydnað, er, at filmurin
klárar at siga frá hesi søguni um ein lamnan mann á ein rættiliga positivan
máta. Eg meini, hetta hevði kunnað verið ein sera syrgiligur dramafilmur, men í
staðin er tað ein sera stuttligur skemtifilmur – sum eisini inniheldur sera
góðar, dramatiskar løtur.
“The Intouchables” er ein fantastiskur filmur – tann besti filmurin, sum
eg havi sæð higartil í ár. Hann er stuttligur, undirhaldandi, rørandi og flott
gjørdur. Framførslurnar eru góðar og manuskriptið er sera væl skrivað. Tann
einasti kritikkurin, sum eg havi, er, at summir partar av søguni, sum fokusera
á familjulívið hjá Driss, eru torførir at skilja. Eg skilti ikki, hvussu
familjan hjá honum skapti trupulleikar innan fyri hansara arbeiði. Men tað
bilar ikki nógv, tí man fær altíð fylgt við søguni, av tí at hon hevur eina
passaliga einfalda handling. Hóast smákritikkinum, sum eg nevndi, so er hetta
ein fantastiskur og sera stuttligur filmur, sum hevur uppiborið toppkarakter.
5 / 5 stjørnur
5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment