Saturday, October 6, 2012

Taken (2008)


Leikstjóri
Pierre Morel
“Taken” er ein sera væl umtóktur actionfilmur, sum kom út í 2008. Hann gjørdist ein stór succes, tá hann kom út, og nógv tosa um hann í dag. Hann prógvaði eisini, at Liam Neeson kundi vera ein sannførandi actionhetja – hann hevði ikki spælt í nógvum actionfilmum frammanundan.

Søgan er um ein mann, sum eitur Bryan Mills (Liam Neeson). Hann er ein fyrrverandi agentur, sum gavst fyri at brúka meira tíð saman við síni dóttir, Kim (Maggie Grace) – hann og kona hansara eru skild. Hann elskar Kim meira enn nakað annað í heiminum. Ein dagin ferðast hon til París saman við vinkonuni og har verða tær brádliga fangaðar av einum albanskum harkaliði. Bryan ger tá av, at ferðast einsamallur til París og brúka sína erfaring sum agentur, til at finna sína dóttir og bjarga henni.

“Taken” hevur eina einfalda handling: Ein maður, sum skal bjarga sína dóttir. Tað er eitt gott hugskot til ein actionfilm, um tað er væl gjøgnumført. Og soleiðis er við “Taken”. Hetta er ein sera góður, spennandi og undirhaldandi actionfilmur. Hann hevur eisini eina góða og fangandi søgu – hóast hon er einføld og ikki sera original. Mær dámar sera væl, at filmurin fokuserar bæði á action, søguna og persónarnir. Filmurin byrjar ikki beinavegin við action, men byrjar ístaðin við einum róligum inngangi, har man sær m.a., hvussu støðan er í forholdunum millum Bryan, konuna og Kim, hvussu gerandisdagurin er hjá Bryan og hvussu góður hann er við Kim. Man kemur tá til at dáma Bryan og hava samkenslu við honum – og man kemur eisini til at dáma familjuna. Tað syrgir fyri, at tá ið Kim so verður fangað, ynskir man veruliga, at hann skal klára at bjarga henni. Um man ikki gjørdi tað, so hevði filmurin ikki verið sera spennandi.

Filmurin er sera væl leikstjórnaður av Pierre Morel. Hann syrgir fyri m.a., at filmurin koyrir alla tíðina við einum passaliga skjótum tempoi, so at hann ongantíð verður keðiligur ella langdrigin. Actionsenurnar eru sera spennandi og undirhaldandi. Tær innihalda m.a. spennandi og væl spældar bardagar, spennandi skotbardagar og biljagtsenur. Mær dámdi eisini væl ljóð-effektirnar fyri skotini. Tey ljóða hart og gera senurnar uppaftur meira spennandi. Liam Neeson er sera góður í høvuðsleiklutinum. Hann gevur eina sera góða framførslu og er eisini ein sera sannførandi actionhetja. Hann er ein sera dámligur høvuðspersónur. Eg hevði nógva respekt fyri honum, orsakað av m.a., hvussu djarvur hann var og hvussu hann brúkti heilan, tá hann bargdist ímóti onkrum. Tað gevur eisini meining, av tí at hann er ein fyrrverandi agentur – hann hevur nógva erfaring.

Pierre Morel dugir væl at balansera søguna og actionsenurnar – við ørðum orðum, at fokusera bæði á søguna og action. Vit fáa t.d. fyrst eina passaliga langa actionsenu og síðan eina áhugaverda senu, sum fokuserar á leitanina eftir Kim. Hetta er ein actionfilmur við eini dekektivsøgu og Pierre Morel dugir væl at fáa tað til at hanga saman. Filmurin hevur stutt sagt eina góða balansu millum action og drama. Endin á filminum er eisini sera góður og nøktandi – eg varð faktiskt eitt sindur rørdur. Men hvat dámdi mær so minni væl við filminum? Filmurin hevur eina biljagtsenu á einum byggiplássi og har helt eg, at kameraarbeiðið kundi verið betri. Kameraið risti alla tíðina og eg skilji væl meiningina við tí, men onkuntíð risti tað so nógv, at eg gjørdist eitt sindur ørkymlaður. Skurkarnir í filminum eru heldur ikki sera minniligir ella áhugaverdir. Teir eru rættiliga týpiskir og eitt sindur gloymandi. Eg haldi eisini, at vinkonan hjá Kim burdi havt ein størri leiklut. Hon er eisini í lívsvanda, eins og Kim, men man sær ikki nógv til hana gjøgnum filmin.

Samanumtikið er “Taken” ein sera góður, spennandi og undirhaldandi actionfilmur við eini góðari søgu. Liam Neeson er ein av høvuðsorsøkunum til, at filmurin er so væl eydnaður. Hann er sera dámligur, sannførandi og minniligur í høvuðsleiklutinum. Filmurin hevur passaliga skjótt tempo og actionsenurnar eru sera spennandi og væl leikstjórnaðar. Filmurin fokuserar bæði á spennandi action og eini áhugaverdari detektivsøgu um leitanina eftir Kim, og tað ger, so at hann ikki er meiningsleyst undirhald, men ein spennandi og undirhaldandi actionfilmur við eini góðari søgu – hóast hon er rættiliga einføld.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment