Sunday, December 18, 2011

Clerks (1994)

Instruktørur
Kevin Smith
"Clerks" er ein simpul søga um ein mann, Dante Hicks (Brian O'Halloran), sum hatar sítt keðiliga arbeiði: Kassamaður í einari kiosk. Hansara dovni vinmaður, Randal Graves (Jeff Anderson), er kassamaður í einum video-handli beint við síðuna av. Ein dagin, tá ið Dante eigur at hava frí, verður hann brádliga kallaður til arbeiðis og síðan fylgja vit hansara keðiliga arbeiðsdegi, har hann brúkar meira tíð til at práta við Randal enn at arbeiða.

"Clerks" er ein "low budget"-filmur við eini simplari søgu, og tað ger hann til nakað serligt. Søgan er simpul, men sera góð og viðkomandi, tí hon vísir, hvussu tað er at hava eitt keðiligt arbeiði. Mær dámar sera væl høvuðspersónarnir, Dante og Randal, tí teir eru bara vanligir, realistiskir persónar, sum eru lættir at relatera til. Tað er áhugavert og stuttligt at síggja, hvussu Dante irriterast av sínum arbeiði og roynir at fáa tíðina at ganga. Randal er eisini dámligur og stuttligur. Honum dámar heldur ikki sítt arbeiði og brúkar tí tíðina til at dovnast og vera óreinur við viðskiftafólkini. Harafturat syrgja tveir aðrir menn, Jay og Slilent Bob, fyri nøkrum stuttligum jokes'um av og á.

Eitt tað besta við filminum er dialogurin. Instruktørurin, Kevin Smith, hevur skrivað eitt gott manuskript, tí hann hevur sera gott skil fyri stuttligum, realistiskum dialogi. Skemtið er eisini gott, hóast tað ofta er sera vulgert. Summar jokes eru ólekkrar, men eg flenti kortini fleiri ferðir. Harafturat hevur filmurin eina "low budget"-sjarmu, um man kann siga soleiðis. Tað hevur sína sjarmu, at hann er nokkso bíligt gjørdur og inniheldur bert ókendir sjónleikarar. 

Eg havi bert tveir kritikkir. Filmurin er eitt lítið sindur langdrigin í seinnu helvitini og summar jokes eru eitt sindur ov ólekkrar og vulgerar til mín smag. Men tað er ikki stórir trupulleikar. Sum heild dámdi mær væl "Clerks". Tað er ein bíligt gjørdur, men stuttligur, áhugaverdur og viðkomandi skemtifilmur.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment