Wednesday, December 21, 2011

The Iron Giant (1999)

Instruktørur
Brad Bird
Hetta er tann fyrsti teknifilmurin hjá Brad Bird; instruktørurin av "The Incredibles" og "Ratatouille".
Og hetta er ein sera góð byrjan, ið vísir hansara talent. "The Iron Giant" er ein sera góður teknifilmur við eini rørandi søgu.

Søgan er stutt sagt um ein drong, Hogarth Hughes, sum finnur ein risastóran robot úti í skóginum. Teir gerast góðir vinir, men ein agentur frá stjórnini, Kent Mansley, ætlar sær at drepa robottin, tí hann sær hann sum ein hóttan móti menniskjum.

Søgan er sera góð og rørandi. Vinarlagið millum drongin og robottin er rørandi og syrgir fyri góða persónsmenning. Robotturin hevur ein persónleika og kenslur eins og menniskjuni, og orsakað av hesum koma vit til at dáma hann. Vit hava samkenslu við honum og tað ger filmin spennandi og fangandi. 

Brad Bird er ikki bangin fyri at taka nøkur álvarsom evni upp í filmin, og hann klárar tað sera væl, uttan at gera tað óhóskandi fyri børn. Eitt annað, ið Bird klárar væl, er at halda seg burtur frá eyðkendum kliche'um. Søgan er ikki ein kopi av "E.T.", hóast hon hevur eitt líknandi tema (ein drongur og ein rúmdarvera), og er tí óforútsigulig og spennandi. Mær dámar eisini væl, at filmurin inniheldur simplar senur, har Hogarth spælir saman við robottinum, líka sum ein drongur í hansara aldri hevði gjørt í veruleikanum. Gott manuskript, sigi eg bara!

Dramaið er sera væl eydnað. Summar senur eru rættiliga syrgiligar og ein orsøk tll, at tað er riggar, er tí at vit dáma høvuðspersónarnir, Hogarth og robottin. Filmurin er eisini stuttligur og inniheldur nógv gott skemt. Røddirnar rigga væl. Vin Diesel er ómøguligur at kenna aftur sum robotturin og hann ger eitt sera gott arbeiði. John Mahoney riggar eisini væl sum generalurin og Christopher MacDonald, sum dugir sera væl at spæla óreinir persónar, er genialur sum Kent Mansley.

"The Iron Giant" er ein sera góður, rørandi og stuttligur teknifilmur, ið vísir talentið hjá Brad Bird. Søgan er áhugaverd og fangandi, skemtið er gott, dramaið er væl eydnað og persónsmenningin er sera góð.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment