Tuesday, December 20, 2011

Plan 9 from Outer Space (1956)

Instruktørur
Ed Wood

"Plan 9 from Outer Space" er ein sci-fi "ræðufilmur" frá 1956, instrueraður av Ed Wood, ið varð róptur tann vánaligasti instruktørurin nakrantíð. Hetta er hansara kendasti filmur og tað er ein tann vánaligasti filmurin, eg nakrantíð havi sæð. Men mær dámar hann kortini. Hví? Tí hann er so vánaligur, at hann er sjúkliga stuttligur - við øðrum orðum: "So bad, it's good".

Fyri tað fyrsta, dialogurin er láturligur og gevur ofta onga meining. Til dømis, ein maður sær eina UFO og sigur seinni við konuna hjá sær, at UFO'in var formað sum ein cigar - men tað var hon ikki. Filmurin er eisini fullur av minniligum, láturligum sitatum sum t.d. "Future events such as these will affect you in the future". 

Søgan er vánalig, ósamanhangandi og gevur onga meining. Framførslurnar eru eisini vánaligar. Nøkur deyð fólk rísa upp úr grøvunum, gerast "zombi'ir" (eg veit ikki, hvussu tað stavast á føroyskum) og ganga runt við býttum andlitsbráum. Framførslurnar hjá leikarunum, sum spæla zombi'irnar, eru so vánaligar, at man flennir bara at teimum. Ja, Ed Wood dugir als ikki at instruera sjónleikarar.

Effektirnar eru eisini sera vánaligar. UFO'irnar eru bert lítlar modellir, ið hanga í bondum - eg lúgvi ikki! Og tey hanga onkuntíð framman fyri einum løriti, ið skal fyristilla sær at vera himmalin. Tað er ómøguligt at lata vera við at flenna, tá ið man sær tað. Eg kundi nevnt fleiri feilir, tí hesin filmurin kiksar á øllum økjum.

Um eg skuldi givið filminum ein karakter fyri tað filmtekniska, so hevði tað verið 0,5. Men tíbetur er hann so mikið vánaligur og láturligur, at hann er stuttligur og undirhaldandi at hyggja eftir. Eg flenti í næstan hvørjari einastu senu, so eg má siga, at hesin filmurin er gott undirhald. Hann er í hvussu er verdur at hyggja eftir fyri eitt gott grin.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment