Instruktørur J. J. Abrams |
Eg tími ikki at avdúka nógv av søguni. Hon handlar stutt sagt um nøkur børn í 1979, sum royna at gera ein stuttfilm. Ein dagin, meðan tey taka upp, hendir ein ógvuslig tok-vanlukka nær við teimum og aftaná tað byrja gátufør ting at henda. Eg sigi ikki meira enn tað!
“Super 8″ er tann mest spennandi filmurin, eg havi sæð í ár. Abrams dugir sera væl at skapa spenning og siga frá søguni á ein óforútsiguligan máta. Man veit ongantíð, hvat fer at henda og Abrams brúkar eisini ein sera effektivan teknikk: Hann letur vera við at vísa ov nógv av loynidóminum í filminum – eg fari sjálvandi ikki at siga meira um, hvat tað er. Við at vísa lítið, so gerst filmurin sera spennandi og fangandi.
Framførslurnar hjá børnunum eru sera góðar og imponerandi. Tað var eisini stuttligt og áhugavert fyri meg at síggja, hvussu hart børnini arbeittu upp á filmin og hvussu høgt tey gingu upp í at fáa hann lidnan, tí mær dámar sjálvur væl at gera filmar. Abrams vísir eisini væl, hvussu ambitiøsir amatør-filmskaparar plaga at vera.
Dramaið riggar væl og hevur nakrar rørandi løtur, og filmurin inniheldur eisini nøkur góð grin. Kameraarbeiðið er sera flott og vakurt, tok-vanlukkan er ótrúliga flott gjørd, tónleikurin hjá Michael Giacchino er sera góður og endin er sera góður og nostalgiskur. Og ver sitandi eina løtu, tá ið rullitekstirnir byrja, tí har er ein rættiliga góð sena í rullitekstunum!
4 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment