Instruktørur Duncan Jones |
Ein fantastiskur, genialur spenningsfilmur við eini sera áhugaverdari søgu. Jake Gyllenhall gevur eina sera góða framførslu og instruktørurin, Duncan Jones, syrgir fyri, at filmurin er spennandi og undirhaldandi alla tíðina.
4,5 / 5 stjørnur
Søgan er um ein mann, Colter Stevens (Jake Gyllenhall), sum verður valdur til at taka lut í einum programmi, sum eitur "Source Code". Tað er eitt programm, sum ger, at brúkarin kann liva teir síðstu 8 minuttirnir av lívinum hjá einum øðrum persóni. Tá ið tíðin so fer, "doyr" brúkarin og fær møguleikan at royna umaftur.
Uppgávan hjá Colter er at finna út av, hvør setti eina bumbu í eitt ávíst tok og syrgdi fyri eina álvarsama vanlukku. Og hvussu skal hann gera tað? Við at brúka "Source Code" til at liva teir síðstu 8 minuttirnir hjá einum av ferðafólkunum umaftur og umaftur, inntil hann finnur út av, hvør yvirgangsmaðurin er.
Søgan minnir eitt sindur um "Groundhog Day" og "The Matrix", men følist kortini rættiliga original. Manuskriptið hjá Ben Ripley er sera væl skrivað, tí hóast handlingin virkar simpul, so er søgan rættiliga fangandi, innviklað og óforútsigulig - hvørja ferð eg helt meg vita, hvat fór at henda, tók eg feil. Harafturat inniheldur filmurin eisini góðan, væl skrivaðan dialog.
Duncan Jones instruerar filmin við einum skjótum tempoi og nógvum spenningi, men samstundis minnist hann til at fokusera á persónarnir. Harafturat dugir hann væl at gera okkum hyggjarar líka ørkymlaði og forvitin eftir svari sum høvuðspersónurin. Effektirnar eru eisini flott gjørdar og actionsenurnar eru sera spennandi.
Hesin filmurin minti meg eisini eitt sindur um "Inception" á tann mátan, at man kann hyggja eftir honum fleiri ferðir og uppdaga okkurt nýtt - eg sigi sjálvandi ikki, at hann er líka djúpur og innviklaður sum "Inception", eg sigi bara, at hann er í einum líknandi stíli. Tá ið filmurin var liðugur, hevði eg hug at síggja hann umaftur, so at eg kundi uppdaga nýggj ting og skilja søguna betri. Vónandi hevur Duncan Jones eina langa karrieru framman fyri sær.
4,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment