Friday, December 30, 2011

Thor (2011)

Instruktørur
Kenneth Branagh
Ein sera góður, undirhaldandi actionfilmur. Bretski sjónleikarin Kenneth Branagh hevur instruerað hendan filmin, og hann hevur gjørt eitt gott arbeiði. Søgan er kanska eitt sindur simpul, men kortini góð. Eitt, ið mær dámar sera væl við "Thor", er, at Branagh velur at fokusera meira á persónarnir og søguna enn á action-senurnar. Hesin filmurin er ikki ein meiningsleysur actionfilmur, men ein undirhaldandi filmur við eini hampuliga góðari søgu og dámligum persónum. 

Filmurin inniheldur eisini eitt sindur av skemti, og tað dámdi mær væl - vit fáa nøkur góð grin burtur úr, at Thor uppførir seg sum ein gudur, meðan hann er eitt menniskja. Effektirnar eru flottar og sannførandi - Asgaard er sera flott gjørt. Action-senurnar eru eisini góðar - serliga bardagin nær við byrjanini á filminum. Chris Hemsworth er perfektur sum Thor. Hann klárar væl at vera arrogantur og seriøsur, men eisini stuttligur, tá ið tað er neyðugt. Harafturat er Anthony Hopkins fantastiskur sum Odin.

Men havi nakrir fáir kritikkir. Fyri tað fyrsta helt eg, at Darcy var ein rættiliga meiningsleysur persónur. Hon hevði onga ávirkan á søguna og tað einasta, hon hevði at gera, var at koma við skemtingarsamum viðmerkingum; men hennara viðmerkingar vóru oftast ikki sera stuttligar - eg hataði hana ikki; eg helt hana bara vera eitt sindur óinteressanta. Fyri tað næsta var kærleikssøgan ikki nakað serligt. Hon var fínasta slag, tí Natalie Portman og Chris Hemsworth riggaðu væl saman, men samanumtikið føldist hon eitt sindur týpisk og forútsigulig - ikki nakað, sum verður sera rørdur av ella hugsar um aftaná. Harafturat var 3D-effektin ikki nakað serligt. Tað órógvaði ikki, men hevði lítla ávirkan á filmin og gjørdi myndina eitt sindur myrkari, so um eg skuldi valt, so hevði eg heldur valt 2D-versjónina. 

Men samanumtikið dámdi mær sera væl "Thor". Ikki eitt meistaraverk, men ein nøktandi, undirhaldandi actionfilmur, ið er verdur at hyggja eftir.

3,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment