Tuesday, December 20, 2011

Singin' in the Rain (1952)

Instruktørar
Gene Kelly
Stanley Donen
"Singin' in the Rain" er ein musical frá 1952 og kanska tann mest væl umtókti musical-filmurin nakrantíð. Øll kenna eisini temasangin, so eg var forvitin eftir at síggja filmin. Og eg kann erligt siga, at hetta er ein tann besti musical-filmurin, eg nakrantíð havi sæð.

Søgan fer fram í 1920'unum og er um ein heimskendan stumfilm-sjónleikara, Don Lockwood (Gene Kelly), sum ger væl umtóktar stumfilmar saman við sjónleikarinnuni, Lina Lamont (Jean Hagen). Men so byrjar Hollywood at skifta yvir til ljóðfilmar og tað vísir seg at vera trupult hjá teimum at skifta til tað nýggja formati; serliga orsakað av, at Lina hevur eina irriterandi rødd og manglar talent sum sjónleikari. Samstundis hittir Don eina teatur-sjónleikarinnu, sum eitur Kathy Selden (Debbie Reynolds). 

Hetta er ein fantastiskur, undirhaldandi filmur. Sangirnir eru sera góðir, fangandi og minniligir, og dansurin er sera flottur og undirhaldandi. Eg sat ofta og trampaði við fótinum; og eg hevði onkuntíð hug at klappa, tá ið ein sangur var liðugur. Tann heimskenda senan, har Gene Kelly syngur temasangin, hevur uppiborið sín popularitet. Hon er sera góð, fangandi og undirhaldandi - og tá ið filmurin var liðugur, hevði eg fingið tann sangin fastan í høvdið. Framførslurnar eru eisini sera góðar. Gene Kelly dugir serstakliga væl at syngja og dansa, og hann gevur eina sera góða framførslu. Donald O'Connor hevur eisini ein leklut sum vinmaðurin hjá Kelly og hann er sera stuttligur og undirhaldandi.

Hesin filmurin hevur eisini eina góða, fangandi, áhugaverda søgu. Hon granskar væl trupulleikarnar við at skifta frá stumfilmum til ljóðfilmar; og tað er stuttligt og áhugavert at hyggja eftir. Harafurat er filmurin eisini stuttligur. Hann inniheldur nógv góð grin og stuttligar framførslur. Harafturat ger hann gjøldur burtur úr Hollywood og vísir trupulleikarnir við at skifta til ljóðfilmar á ein skemtiligan máta.

Mín einasti kritikkur er, at tveir sangir eru eitt sindur langdrignir. Har er t.d. ein sena í seinnu helvtini av filminum, har Don dansar saman við einari kvinnu, og tann senan varir ov leingi. Men so skjótt sum hon er liðug, so verður filmurin fantastiskur aftur. "Singin' in the Rain" er ein tann besti musical-filmurin, eg nakrantíð havi sæð. Tað einasta, sum hindrar honum í at fáa toppkarakter er, at tveir sangir eru langdrignir. Men tað er kortini ein fantastiskur, undirhaldandi filmur. Um tær dámar gamlar musical-filmar, so kann eg mæla teg til at hyggja eftir "Singin' in the Rain".

4,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment