Wednesday, December 21, 2011

Easy A (2010)

Instruktørur
Will Gluck
Ein ekstremur, men stuttligur, sjarmerandi filmur. Tað er eitt sindur irriterandi, at summir persónar eru yvirdrivið stereotýpiskir, men filmurin er kortini undirhaldandi og stuttligur sum heild.

Tað besta við filminum er Emma Stone. Hon er sera stuttlig og sjarmerandi. Hon gevur eina sera stuttliga, undirhaldandi framførslu, og hon riggar eisini sera væl sum forteljararødd. Patricia Clarkson og Stanley Tucci eru eisini stuttlig sum hennara foreldur, og Thomas Haden Church fekk meg ofta at flenna.

Manuskriptið er faktiskt rættiliga væl skrivað, tí søgan er væl fortald, skemtið er gott og dialogurin er genialur. Mær dámar eisini væl, at Stone av og á tosar um gamlir John Hughes-filmar frá 80'unum - og mátin, hon samanberir teir við hennara lív, er genialt. Mær dámar serliga, hvussu filmurin vísir vansarnar við slatur og baktalan - tað minti meg nógv um filmin "Mean Girls". 

Eg haldi ikki, at hetta er fantastiskur skemtifilmur, men gott undirhald. Ein góður, undirhaldandi filmur, ið man kann hyggja eftir fyri nøkur smíl og góð grin.

3,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment