Instruktørur Gore Verbinski |
Animatiónin er fantastisk og detaljerað. Øll djórini eru sera væl designaði og animatións-stílurin er øðrvísi enn í øðrum teknifilmum. Søgan er góð og áhugaverd; tó onkuntíð eitt sindur forútsigulig. Filmurin er eisini ein undirhaldandi, væl eydnaður western. Tónleikurin hjá Hans Zimmer er sera góður og minniligur. Røddirnar rigga væl, serliga Johnny Depp sum Rango. Filmurin er eisini sera stuttligur sum heild. Vit fáa nógvar góðar jokes í dialoginum og stuttligt "slapstick" ("physical comedy").
Filmurin hevur tó nakrar trupulleikar. Søgan er onkuntíð forútsigulig, men ikki ofta. Filmurin er eisini ov langur og verður tí eitt sindur langdrigin av og á - tað er faktiskt tann størsti trupulleikin. Harafturat hevur hann nakrar fáar eyðkendar kliché'ir, t.d. ein einsaman høvuðspersón, sum er eitt kelidýr, ið verður tveittur út í náttúrina - tað sóu vit eisini í "Flushed Away". Men filmurin klárar at fáa eina góða søgu burtur úr kliché'unum, so tað er ikki ein stórur trupulleiki.
Samanumtikið er hetta ein sera stuttligur, undirhaldandi teknifilmur. Eg haldi ikki, at hann er líka góður sum Pixar, men sera góður og undirhaldandi fyri seg.
4 / 5 stjørnur
Eg bestilti hann í Amazon, tí eg dámdi væl trailarin, har man sá ein ørn fara eftir Rango, og ein cobraslanga røva ein banka. Figurarnir sóðu stuttligir út, umhvørvi er nakað sum ikki er í nógvum núverandi filmum, og høvuðspersónurin er eitt fýrabein. Hvør elskar ikki eitt fýrabein?
ReplyDeleteTó so bleiv filmurin ongantíð sendur til mín, fyri onkrari løgnari orsøk.