Wednesday, December 21, 2011

Silent Movie (1976)

Instruktørur
Mel Brooks
"Silent Movie" er ein yvirsæddur, ókendur skemtifilmur frá 1976, sum eg leingi hevði viljað at sæð. Eg eri ein stórur fjeppari av Mel Brooks og mær dámdi sera væl hugskotið til søguna. Og eg varð ikki skuffaður! 

Søgan er um ein instruktør, Mel Funn (Mel Brooks), sum ætlar sær at gera eitt comeback við at gera ein stumfilm - í 1970'unum! Hann fær hjálp frá sínum vinmonnum Marty Eggs (Marty Feldmann) og Dom Bell (Dom DeLuise). Tað geniala við "Silent Movie" er, at hann faktiskt er ein stumfilmur - t.v.s. ein stumfilmur um ein instruktør, sum roynir at gera ein stumfilm. Deiliga sjálvironiskt! 

Hesin filmurin er ein parodi av gomlum stumfilmum og inniheldur tí eina rúgvu av "slapstick"-skemti, sum man annars plagdi at síggja í gomlum Chaplin-filmum og "The Three Stooges"-sketjum - og tað riggar! Hesin filmurin er sjúkliga stuttligur allan vegin ígjøgnum. Jokes'nar eru genialar, og Mel Brooks prógvar, at hann dugir sera væl at instruera "slapstick"-skemt. Hann prógvar eisini, at hann er ein góður sjónleikari, tí hann gevur eina góða, trúverdiga framførslu. Marty Feldman gevur ta stuttligastu framførsluna í filminum - hann dugir best at gjøgnumføra fysiskt skemt. Dom DeLuise ger eisini eitt gott arbeiði. Søgan er rættiliga simpul og onkuntíð eitt sindur forútsigulig, men tað ger onki, tí filmurin er sjúkliga stuttligur og undirhaldandi allan vegin gjøgnum. Ein sera stuttligur filmur hjá Mel Brooks.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment