Instruktør Todd Phillips |
"Due Date" er instrueraður av Todd Phillips, tann sami maðurin, sum instrueraði "The Hangover" - og tann filmurin hevði eisini Zach Galifianakis í høvuðsleiklutinum. Nøkur hava kritiserað hendan filmin fyri ikki at vera líka góður sum "The Hangover". Eg haldi sjálvur, at hann er ikki líka góður sum "The Hangover", men undirhaldandi og stuttligur fyri seg - tað er eisini órættvíst at samanbera hann ov nógv við "The Hangover", tí hetta er ikki ein tvey'ari.
Eitt tað besta við filminum er framførslurnar hjá Robert Downey Jr. og Zach Galifianakis. Teirra samanspæl er stuttligt at hyggja eftir og Galifianakis gevur ta stuttligastu framførsluna í filminum. Vit fáa eisini nakrar stuttligar, ekstremar action-senur.
Skemtið í filminum er fyri tað mesta gott. Trailarin avdúkaði tíverri ov nógvar góðar jokes, men eg flenti eftir teimum kortini. Filmurin inniheldur nógvar góðar jokes og nakrar sera stuttligar løtur. Eg má tó siga, at søgan er ikki nakað serligt. Hon er okey, men partar av henni eru forútsiguligir. Men tað bilar ikki so nógv, tí filmurin er stuttligur og undirhaldandi - og tað er tað týdningarmesta við einum skemtifilmi.
Mær dámar eisini væl, at filmurin inniheldur eitt sindur av drama av og á - vit fáa onkuntíð tíð at læra høvuðspersónarnir eitt sindur at kenna. Eg haldi tó, at nakrar fáar jokes eru ikki sera góðar, sum t.d. ein sena við Danny McBride. Hon førdi bara til ein keðiligan bardaga og Danny McBride var, eftir mínari meining, ikki sera stuttligur.
Eg haldi ikki, at "Due Date" er ein fantastiskur skemtifilmur, men tað er ein góður skemtifilmur. Hann hevur nakrar sera stuttligar løtur, og er stuttligur og undirhaldandi at hyggja eftir - og hann er rættiliga undirmettur av kritikarum.
3,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment