Instruktørur Rupert Wyatt |
Filmurin er ikki ein non-stop actionfilmur og tað eri eg sera glaður fyri. Hann er meira ein action/drama-filmur. Og hann hevur eina sera góða, fangandi, áhugaverda søgu. Dramaið er sera væl eydnað og effektivt. Tað riggar so mikið væl, at filmurin gerst onkuntíð rættiliga syrgiligur. Hesin filmurin hevur eisini eina perfekta balansu millum action og drama.
Framførslurnar eru sera góðar, serliga Andy Serkis. Hann spælir Caesar, tann teldugjørda apan, við "motion capture" - tann sami teknikkurin, sum tey brúktu í "Avatar". Caesar er faktiskt høvuðspersónurin og tað riggar. Vit hava samkenslu við honum. Instruktørurin, Rupert Wyatt, hevur klárað ta størstu avbjóðingina: At fáa okkum til at halda við apunum og hava samkenslu við teimum. Effektirnar eru eisini góðar og apurnar eru sera flott gjørdar og trúverdigar. Actionsenurnar eru spennandi og fangandi. Hinir sjónleikararnir geva eisini góðar framførslur, serliga John Lithgow. Hann gevur ta næstbestu framførsluna í filminum.
"Rise of the Planet of the Apes" er ein sera væl eydnað "reboot". Filmurin fokuserar mest á persónarnir og søguna, í staðin fyri bert action og effektir, og soleiðis eigir ein "big budget" actionfilmur eisini at vera. Hetta er ein fantastiskur, undirhaldandi filmur við eini sera góðari søgu. Ein av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð í ár.
4,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment