Wednesday, December 21, 2011

The Hangover (2009)

Instruktørur
Todd Phillips
‎"The Hangover" er ein sera stuttligur filmur við einum genialum manuskripti. Tað, sum mær dámar best við filminum, er frásøguhátturin. Søgan er uppbygd sum ein gáta, og tað er sera væl eydnað. Vit eru líka ørkymlaði og forvitin eftir svari sum høvuðspersónarnir, og gjøgnum filmin henda so nógv tilvildarlig, ekstrem, stuttlig ting, at vit gerast forvitin eftir at vita, hvussu alt hongur saman - samstundis sum tað geniala skemtið fær okkum til at flenna. Hetta ger filmin sera stuttligan, undirhaldandi og óforútsiguligan allan vegin ígøgnum.

Skemtið er genialt, serliga í dialogini. Framførslurnar eru sera góðar og samanspælið millum høvuðspersónarnir ger filmin sera undirhaldandi at hyggja eftir. Zach Galifianakis stjelur hvørja einastu senu og kemur við teimum bestu jokes'unum. Ken Jeong er eisini sera stuttligur og minniligur sum Mr Chow. Filmurin er eisini tekniskt flott gjørdur. Vit fáa av og á nakrir genialir kameravinklar - sum t.d. tá ið Stu vaknar í byrjanini og gongur runt eina løtu við nógvum timburmonnum. 

Tann einasti trupulleikin við filminum er, at onkuntíð roynir hann bara at vera sjokerandi ella ólekkur, og tað er bara ikki altíð sera stuttligt. Men tað er smákritikkur, tí filmurin er sera stuttligur og undirhaldandi sum heild. Tað er serliga tann fangandi, gátuføra søgan og tað geniala skemtið, ið ger filmin til nakað serligt.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment