Instruktørur Joel Coen |
Tað ljóðar kanska sum ein býtt handling, tí tað er ringt at ímynda sær, at vit skulu hava samkenslu við høvuðspersónum, ið gera eina slíka gerð. Men handlingin er faktiskt ikki býtt. Hon riggar! Søgan er faktiskt sera góð og original. Høvuðspersónarnir er ikki beinleiðis óndir, tey eru einsamar anti-hetjur, ið bert vilja byrja eina familju. Coen-beiggjarnir klára væl og virðiliga at fáa okkum til at hava samkenslu við tey og halda við teimum.
Hetta er ein tann stuttligasti filmurin, eg havi sæð í langa tíð. Skemtið er ekstremt og genialt - eg flenti hart fleiri ferðir. Filmurin inniheldur eisini eina jagt-senu, har H.I. rennir undan nøkrum politistum, og tað er ein tann stuttligasta jagt-senan, eg havi sæð í ár. Summar senur eru so yvirdrivnar, at tær eru sjúkliga stuttligar.
Dialogurin er eisini genialur og sera væl skrivaður - Coen-beiggjarnir hava altíð verið góðir til dialog.
Persónarnir eru dámligir og teir flestu av teimum eru sera stuttligir. Nicholas Cage er genialur í hesum filminum. Hann er fullkomiliga trúverdigur og klárar at vera bæði stuttligur og dramatiskur, tá ið tað er neyðugt. John Goodman er eisini stuttligur sum ein harðligur, men býttur og amatøragtigur brotsmaður.
Endin er sera góður og væl skrivaður. Kameraarbeiðið er sera gott og tónleikurin er genialur, minniligur og undirhaldandi. Søgan er væl fortald og Nicholas Cage riggar væl sum forteljararødd - og hansara replikkir eru sera væl skrivaðar.
Hetta er ikki ein vanligur skemtifilmur. Tað er ein meira løgin, spesiellur skemtifilmur, og tað dámar mær sera væl. Hetta er ein tann stuttligasti filmurin, eg havi sæð í ár, og um tær dámar aðrir skemtifilmar hjá Coen-beiggjunum (sum t.d. "The Big Lebowski"), so mæli eg teg til at hyggja eftir "Raising Arizona".
4,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment