Instruktørar Colin Strause Greg Strause |
"Skyline" er ein sera týpiskur alien-filmur. Hetta er søgan: Aliens koma til Los Angeles og byrja at taka fólkini. Og vit fylgja so nøkrum persónum, sum royna at yvirliva. Tað er søgan! Hon er ótrúliga tunn og kliché-agtig.
Hetta er tann vánaligasti alien-filmurin, eg havi sæð higartil. Framførslurnar eru ótrúliga vánaligar. Tann einasti sjónleikarin, sum gevur eina hampuliga framførslu, er Donald Faison (Turk frá "Scrubs"). Men annars eru framførslurnar sera vánaligar. Reaktiónirnar hjá fólkunum eru ikki sannførandi. Tey royna at gráta og síggja bangin út, men teirra framførslur eru ov vánaligar og láturligar til at vera sannførandi. Tað hjálpir heldur ikki, at dialogurin er kliché-agtigur og vánaligur.
Ein tann størsti trupulleikin við filminum er, at vit leggja onki í persónarnir. Tað er meiningin, at vit skulu halda við teimum og stúra fyri teimum, men tey eru so irriterandi og óinteressant, at vit leggja onki í tey. Og orsakað av hesum, so hevur filmurin ongan spenning. Av tí at man ikki leggur nakað í, at persónarnir eru í lívsvanda, so er filmurin bara keðiligur í staðin fyri spennandi.
Søgan er sum sagt tunn og illa skrivað. Effektirnar eru okey, men ikki nakað serligt. Action-senurnar eru keðiligar og ofta illa filmaðar. Filmurin roynir eisini at vera dramatiskur, men tað riggar bara ikki, orsakað av teimum vánaligu framførslunum og irriterandi persónunum. Har vóru nakrar løtur, har eg flenti at teimum vánaligu framførslunum. Orsakað av tí, so ætlaði eg mær at geva filmin 1 stjørnu. Men so kom endin. Hann er ótrúliga vánaligur, illa skrivaður og gevur onga meining - kanska tann vánaligasti parturin av filminum. Hesin filmurin hevur ein tann býttasta endan, eg nakrantíð havi sæð. Hann fekk meg til at hata filmin uppaftur meira og tuga karakterin niður.
0,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment