Wednesday, December 21, 2011

Disaster Movie (2008)

Instruktørar
Jason Friedberg
Aaron Seltzer
Tað ljóðar kanska nokkso ekstremt, men hetta er tann vánaligasti skemtifilmurin, eg nakrantíð havi sæð. "Disaster Movie" er skrivaður og instrueraður av Jason Friedberg og Aaron Seltzer, og hann skal fyristilla sær at gera gjøldur burtur úr katastrofufilmum. Tað er eitt gott hugskot, men tíverri hava Friedberg og Seltzer onga ánilsi yvir, hvussu man ger gjøldur burtur úr nøkrum.

Satt at siga, so royna teir ikki eingongd at halda seg til evnið. Í staðin royna teir at gera gjøldur burtur úr kendum fólkum og populerum filmum, sum ikki eru katastrofufilmar. Og teirra skemt eru ótrúliga vánaligt. Teir eru óivað teir dovnastu skemtifilms-forfattararnir í Hollywood.

Tann størsti trupulleikin við "Disaster Movie" er, at hann er als ikki stuttligur. Hesin filmurin roynir at vera stuttligur non-stop við at koma við einari joke fyri og aðra eftir. Men tíverri, so eru allar jokes'nar ófatiliga vánaligar og bíligar. Eg sat bara gjøgnum allan filmin uttan at flenna ella smílast. Summar jokes eru enntá bert ólekkrar, tí slíkar jokes eru sikkurt lættast at finna uppá.

Friedberg og Seltzer duga ikki at gera gjøldur burtur úr nøkrum. Teir koyra bara ein kendan persón ella figur uppí filmin úr tí bláu luftini, fáa hann/hana til at siga okkurt ella gera okkurt býtt, og so fara vit víðari til tað næsta. Ongin "parodi" er stuttlig ella væl skrivað og tær vara ofta leingi - eg sat ofta og hugsaði: "Okey, kunnu vit ikki bara fara víðari?". Sjónleikararnir eru ikki beinleiðis vánaligir, teir fáa bara býttisligar og flovisligar leiklutir at spæla. Søgan er tunn, gevur onga meining og er bert ein umbering til eina rúgvu av vánaligum "parodi'um".

Mær dámar væl flatan humor. Mær dámar sera væl óseriøsar skemtifilmar, sum gera gjøldur burtur úr filmum, sum t.d. "The Naked Gun", "Hot Shots" og "Robin Hood: Men in Tights". So trupulleikin er ikki, at mær ikki dámar óseriøst skemt - tí tað dámar mær faktiskt sera væl. Trupulleikin er, at Friedberg og Seltzer hava als ikki skil fyri slíkum skemti. Eg veit, at "Disaster Movie" ikki roynir at vera ein seriøsur filmur, men av tí at hann er hvørki stuttligur ella undirhaldandi, so riggar hann bara ikki.

0,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment