Sunday, December 18, 2011

The Spy Next Door (2010)

Instruktørur
Brian Levant
"The Spy Next Door" er ein familjufilmur um ein njósnara, Bob Ho (Jackie Chan), sum gongur saman við einari konu, Gillian (Amber Valletta), sum er einsamøll mamma til trý børn. Men hann hevur ikki sagt henni frá enn, at hann er ein njósnari fyri CIA. Ein annar trupulleiki er, at børnini hjá henni hata hann. Ein dagin fær Amber at vita, at pápi hennara er vorðin innlagdur, so hon noyðist at flyta burtur í eina tíð fyri at ansa eftir honum. Tá bjóðar Bob seg fram til at ansa eftir børnunum, meðan hon er burturstødd, men tað vísir seg at vera ein sera trupul uppgáva. Samstundis skal hann royna at steðga einum russiskum brotsmanni.

Ljóðar hendan søgan eyðkend?  Ein filmur um eina actionhetju, sum skal ansa eftir nøkrum børnum? Tað havi eg sæð fyrr í t.d. "The Pacifier" við Vin Diesel og "Kindergarten Cop" við Arnold Schwarzenegger. Tað er ein gomul, eyðkend kliché og "The Spy Next Door" ger onki burtur úr, fyri at gera tað øðrvísi. Tað er bara tann sama óoriginala søgan, sum vit hava sæð fyrr. Søgan er yvirdrivið forútsigulig, óoriginal og kliché-agtig. Eg visti akkurát, hvat fór at henda gjøgnum filmin.

Men hvussu so við søguni um arbeiðið hjá Bob? Hon er eisini óinteressant og illa skrivað! Vit hava nakrir stereotýpiskar brotsmenn, sum hava eina óinteressanta ætlan. Teirra russisku "accent'ir" eru láturligar og yvirdrivnar. Og hjálparfólkini hjá Bob eru leiktir av George Lopez og Billy Ray Cyrus. Eg hati ikki Billy Ray Cyrus, men hann gevur eina sera vánaliga, láturliga framførslu. Hann riggar als ikki til leiklutin sum ein njósnari, tí hann spælir bara seg sjálvan. Eg flenti ofta eftir hansara framførslu. George Lopez er okey, men hann riggar heldur ikki til sín leiklut. Framførslurnar hjá børnunum eru eisini oftast vánaligar og summi av teimum eru irriterandi. Tann einasti sjónleikarin, sum mær dámdi væl, var Jackie Chan. Hann ger sítt besta og gevur eina góða framførslu, men hann fær bara ikki so nógv at gera.

Skemtið er vánaligt. Vit fáa fyri tað mesta forútsiguligt, keðiligt "slapstick". Av og á koma eisini brádliga býttar, teknifilms-agtigar ljóð-effektir og ikki eingongd tað er stuttligt. Satt at siga, so virka ljóð-effektirnar sum desperatar royndir til at gera filmin stuttligan, tí tær koma bara brádliga úr tí bláu luftini. Action-senurnar eru okey, men keðiligar og ókreativar. Mær dámar væl Jackie Chan, men hansara action-senur er ikki líka spennandi her sum í øðrum filmum - og tað er ikki hansara skyld, tað er instruktørurin, sum ikki dugir at gera tær spennandi.

Samanumtikið er hetta ein vánaligur, ókreativur skemtifilmur. Søgan er vánalig, óoriginal og sera forútsigulig, skemtið er vánaligt og illa gjøgnumført, tær flestu framførslurnar eru vánaligar, action-senurnar eru keðiligar.... hetta er stutt sagt ein vánaligur filmur. Tað besta, sum eg kann siga um hann, er, at framførslan hjá Billy Ray Cyrus er ofta stuttligt vánalig. Tað fekk meg ofta at flenna. Men tað er ikki nóg mikið til at bjarga filminum.

1,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment