Instruktørur Steve Carr |
Søgan er ikki sera góð. Hon er yvirdrivið forútsigulig og óoriginal. Romantikkurin í filminum líkist nógv "The Nutty Professor" og er tí ov forútsiguligur. Teir flestu persónarnir, uttan Paul Blart, eru óinteressantir. Skemtið er skuffandi, tí nógvar jokes handla bert um, hvussu tjúkkur Paul Blart er - og tær eru sjáldan stuttligar. Eg flenti bert nakrar fáar ferðir. Satt at siga, so keddi eg meg fyri tað mesta. Filmurin hevur eisini eina senu, har ein tjúkk kona bukar Paul Blart av, og skemtið í tí senuni var sera vánaligt. Filmurin hevur ein góðan boðskap, men vit hava sæð hann fyrr í øðrum, betri filmum.
Men hetta er ikki ein pínufult vánaligur filmur. Tað er bara ein keðiligur, óinteressantur filmur. Framførslurnar eru góðar, serliga Kevin James sum Paul Blart. Hann er dámligur, stuttligur og sjarmerandi. Hann ger filmin toluligan og prógvar, at hann er førur fyri at bera ein film einsamallur - tað vísir bara tíverri, at hann burdi verið í einum betri filmi. Filmurin hevur eisini sum sagt nakrar stuttligar løtur, t.d. eina senu, har Paul Blart spælir Guitar Hero. Filmurin er eisini eitt sindur sjarmerandi og ongantíð pínufult vánaligur. Trupulleikin er bara, at hann er fyri tað mesta keðiligur og ikki sera stuttligur, og tískil kann eg ikki anbefala hann.
2,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment