Tuesday, December 27, 2011

In Time (2011)

Instruktørur
Andrew Niccol
"In Time" er ein sci-fi filmur við einum rættiliga kulum konsepti. Vit eru stødd í framtíðini. Øll hava eitt serligt ur á arminum, sum vísir, hvussu nógva tíð tey hava eftir at liva, og tíð er valuta. Tað vil siga, at í staðin fyri pengar, brúkar man tíð. Eg skal taka eitt dømi: Ein koppur av kaffi kostar 5 minuttir, og tískil geldur man við at taka 5 minuttir av sínum lívi. Harafturat gevast øll menniskjuni við at eldast, tá ið tey eru 25 ár. Tá hava tey bert 1 ár eftir at liva og mugu tí arbeiða fyri at fáa meira tíð - av tí at tíð er valuta, so er tað teirra løn. 

Høvuðspersónurin er ein fátækur arbeiðsmaður, Will Salas (Justin Timberlake). Hann hittir einum manni, sum hevur livað í 105 ár og hevur eina heila øld eftir. Hann gevur Will restina av sínari tíð. Men stjórnin er ímóti hesum og byrjar at jagstra hann. Á vegnum hittir hann eina ríka gentu (Amanda Seyfried).

Hetta er eitt genialt konsept, men tíverri er tað illa gjøgnumført. Mær dámdi ikki sera væl hendan filmin. Hann hevði stórt potentiali, men var tíverri ikki sera góður. Fyri tað fyrsta er søgan ov yvirfladisk og hevur nógvar leysar endar. Vit fáa t.d. ongantíð at vita, hvussu tíð gjørdist valuta og hví fólkini gevast at eldast, tá tey eru 25 ár. Harafturat er hon ikki sera væl søgd. Filmurin inniheldur ov nógvar frágreiðingar, sum verða brúktir til at siga frá søguni - t.v.s. ein persónur kemur við einari frágreiðing, sum hevur týdning fyri søguna. Instruktørurin, Andrew Niccol, brúkar ov nógva tíð til at greiða frá, í staðin fyri at vísa, og tað gerst keðiligt og irriterandi. Filmurin inniheldur eisini ov nógvan dialog, og tað hjálpir ikki, at dialogurin er ofta vánaligur. Tey royna onkuntíð at hava eitt sindur av skemti, men tað miseydnast. Harafturat eru summar senur, sum hava stóran týdning fyri søguna, forútsiguligar og endin á filminum følist sum eitt anti-klimaks.

Framførslurnar eru ikki nakað serligt. Justin Timberlake er hampuliga góður, men kundi verið betri. Hann er dámligur og dugir at spæla sjónleik, men hann manglar eitt sindur av erfaring. Har er ein sena, har hann grætir, og tá var hansara framførsla ikki sannførandi. Amanda Seyfried er ein góður sjónleikari, men hon fær ikki so nógv at gera, tí hennara leiklutur er keðiligur og ein-dimensionellur. Tann frægasti sjónleikarin er Cillian Murphy. Hann gevur eina góða framførslu og er tann mest undirhaldandi sjónleikarin í filminum.

Filmurin byrjar gott. Í byrjanini síggja vit gerandisdagin hjá Timberlake og tað var áhugarvert at síggja. Men eftir tann fyrsta triðingin av filminum, byrjar kvaliteturin at minka. Filmurin gerst meira keðiligur og endurtakandi; og í síðsta triðinginum hevði eg mist áhugan. Ein av orsøkunum var, at eg legði ikki so nógv í persónarnir. Har er næstan ongin persónsmenning fyri Timberlake og Seyfried, og tískil legði eg ikki so nógv í, at tey vóru í vanda. Tað er serliga tað, sum ger filmin keðiligan. Harafturat hendir ymiskt, sum er ótrúverdigt. Har er t.d. ein sena, har ein bilur rullar frameftir og tað sá rættiliga falskt út.

Men har eru nøkur góð ting við filminum. Sum sagt, so byrjar filmurin gott og Cillian Murphy gevur ta bestu framførsluna í filminum. Summar action-senur eru kular og fangandi, men sum tíðin gongur, so gerast tær endurtakandi, tí man sær næstan bara fólk renna. Mær dámdi annars væl kameraarbeiðið hjá Roger Deakins og tónleikin, men annars veit eg ikki nógv gott at siga.

Samanumtikið er "In Time" ein miseydnaður filmur, sum kundi verið nógv betri. Hann byrjar gott, men verður so keðiligur, endurtakandi og óinteressantur. Hugskotið er genialt, men úrslitið er illa gjøgnumført.

2 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment