Tuesday, December 20, 2011

Popeye (1980)

Instruktørur
Robert Altman
Tey flestu kenna teir gomlu teknifilmarnir um Popeye - ella Skipper Skræk, sum summi kalla hann. Í 1980 kom ein film-versión út við Robin Williams í høvuðsleiklutinum. Instruktørurin er Robert Altman, ein sera væl umtóktur instruktørur. Men hesin filmurin er faktiskt ikki sera væl umtóktur.

Søgan er um ein sjómann, sum eitur Popeye. Hann flytir til eina bygd, ið eitur Sweethaven, fyri at leita eftir pápa sínum, sum hann ikki hevur sæð í fleiri ár. Har hittir hann eina konu, sum eitur Olive Oyl, og adopterar seinni eitt barn sum hansara son. Og tað førir til nógvar tilvildarligar hendingar.

Hesin filmurin er ikki sera væl gjørdur. Hann er so at siga eitt órudd og inniheldur eina rúgvu av feilum. Fyri tað fyrsta er søgan rættiliga rokaslig. Um eg skal lýsa filmin við einum orði, so er tað "tilvildarligur". Mær dámdi væl forholdið millum Popeye og sonin, og søgugongdina um leitanina eftir pápanum. Men sum tíðin gongur, so fer søgan brádliga í aðrar rætningar. Til dømis, í seinnu helvtini av filminum kemur knappliga ein kliché-agtig søgugongd um ein goymdan skatt. Harafturat fáa vit eisini einaferð at vita, at ein ávísur persónur í filminum (eg tími ikki at avdúka, hvør tað er) er framsíggin ("psychic"). Ta søgugongdina dámdi mær ikki, tí tað virkaði ov tilvildarligt og ótrúverdigt. Søgan er bara ikki sera væl skrivað. 

Filmurin er eisini ov langur, tempoið er onkuntíð ov seint og onkuntíð er tað ringt at skilja, hvat persónarnir siga. Filmurin er faktiskt eisini ein musical, men sangirnir eru oftast vánaligir og láturligir. Mær dámdi bert tríggir sangir: "Everything is Food", "I Yam What I Yam" og "Popeye"-temasangin. Harafturat kemur ein høgguslokkur fram í endanum á filminum, og hann sá sera falskur út - men tað var stuttligt at hyggja eftir.

Men hóast hesin filmurin ikki er sera væl gjørdur, so er hann faktiskt hampuliga góður. Hann er fyri tað mesta gott undirhald. Tað eru serliga tvey ting, sum bjarga honum: Framførslurnar og skemtið. Robin Williams er perfektur sum Popeye. Hann tosar og uppførir seg akkurát líka sum hann og hann fekk meg ofta at flenna. Shelley Duvall er eisini perfekt sum Olive Oyl. Skemtið í filminum er "teknifilms-agtigt", um man kann kalla tað soleiðis. Av og á henda nakrar ekstremar "slapstick"-jokes, sum man plagar at síggja í Popeye-teknifilmunum, og tað fekk meg ofta at flenna hart. Harafturat dámdi mær sera væl bygdina, Sweethaven. Hon var flott gjørd.

Hesin filmurin er ikki sera væl gjørdur. Hann er eitt órudd og hevur nógvar feilur. Men hann er kortini hampuliga góður, tí hann er ofta stuttligur at hyggja eftir. Hann er sjarmerandi, følist sum ein Popeye-teknifilmur og er ofta stuttligur og undirhaldandi at hyggja eftir. Harafturat inniheldur hann stuttligar framførslur og nakrar sera stuttligar senur.

3 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment