Friday, December 23, 2011

Ratatouille (2007)

Instruktørur
Brad Bird
Ein av mínum yndis-Pixar-filmum. Hugskotið ljóðar løgið: Ein rotta, sum eitur Remy, vil verða kokkur. Men ótrúligt nokk klára Pixar at fáa eina sera góða, undirhaldandi søgu burtur úr hesum. 

Animatiónin er flott, detaljerað og litrík. Býurin París er sera flott gjørdur. Røddirnar rigga væl, serliga Patton Oswalt (Remy) og ikki minst Peter O'Toole, ið gevur eina fantastiska framførslu sum kritikarin, Anton Ego. Tónleikurin hjá Michael Giacchino er sera góður, fangandi og ljóðar enntá franskur. 

Eins og tey flestu, so dámar mær als ikki rottur, men í hesum filminum klára Pixar at gera tær dámligar og fittar. Høvuðspersónurin, Remy, er sjarmerandi og sympatiskur. Hann hevur ein stóran dreym, men klárar ikki at uppfilla hann orsakað av umstøðunum, og tað er ein trupulleiki, sum hyggjarin sjálvur kann kenna aftur. Tað er m.a. hetta, sum ger Remy til ein dámligan, sympatiskan høvuðspersón, ið vit kunnu halda við gjøgnum allan filmin.

Skemtið er genialt. Gjøgnum vinmannin hjá Remy, Linguini, fáa vit genialt, stuttligt, fysiskt skemt - tað, sum á enskum kallast "physical comedy". Tað er sera stuttligt at síggja hann renna runt í køkinum, meðan Remy goymir seg í kokkahúgvuni og stýrir honum sum ein dukka. Satt at siga, so er allur filmurin sera stuttligur sum heild. Endin á filminum er eisini sera góður. Tað síðsta klippið í filminum er sera flott gjørt og endar filmin á ein perfektan máta. Samanumtikið er hetta ein av teimum bestu og stuttligastu filmunum hjá Pixar.

5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment