InstruktørurTom McGrath |
"Megamind" er um ein skurk, Megamind (Will Ferrell), sum vinnur yvir sín rival, superhetjuna Metro Man (Brad Pitt). Uttan eina superhetju at berjast ímóti, følist hansara lív keðiligt og meiningsleyst. Tískil skapar hann eina nýggja superhetju, men tað gongur ikki, sum hann hevði ætlað.
Hetta er hvørki ein Oscar-verdur teknifilmur ella ein av teimum bestu hjá DreamWorks, men ein góður, undirhaldandi teknifilmur. Animatiónin er flott sum vanligt og action-senurnar eru kular. Røddirnar rigga væl, serliga Will Ferrell og Brad Pitt. Mær dámar væl, at Megamind onkuntíð yvirdrivir, tá ið hann roynir at vera hóttandi, og Will Ferrell dugir sera væl at gera tað á ein stuttligan máta. Skemtið er filminum er fyri tað mesta gott. Summar jokes miseydnast, men tær flestu eru stuttligar. Søgan er fyri tað mesta góð. Mær dámar væl, hvussu filmurin ger gjøldur burtur úr superhetju-genruni.
Filmurin hevur tó nakrir trupulleikar. Summir partar av søguni eru rættiliga forútsiguligir og kliché-agtigir. Eg eri eisini øgiliga troyttur av at síggja persónar dansa í endanum á filminum. Tað er ein traditión, sum DreamWorks burdi hildið uppat við! Eg haldi heldur ikki, at "Bad" hjá Michael Jackson var eitt gott val til rullitekstirnir - eg havi onki ímóti sanginum, hann riggar bara ikki til filmin.
Men "Megamind" er ein góður, undirhaldandi teknifllmur við nøkrum góðum jokes'um. Tað er ikki ein klassikari, men ein góður, stuttligur filmur, ið man kann hyggja eftir fyri nøkur góð grin.
3,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment