Í
juni ummælti eg eina rúgvu av teknifilmum, sum komu út í 2016. Nú endi eg
røðina við "Zootropolis", sum er ein av nýggjastu filmunum hjá Disney. Søgan
fer fram í eini heimi, sum hevur bert djór, ið uppføra seg sum menniskju. Vit
fylgja Judy Hopps (Ginnifer Goodwin), sum er fyrsta kaninin, ið verður sett í starv
sum politistur. Hon flytir til stórbýin Zootropolis, har ið øll djór liva saman
í friði. Tá hon fær eina torføra uppgávu, noyðist hon at biða um hjálp frá einum
svindlara, revurin Nick Wilde (Jason Bateman).
Eg havi verið ein fjeppari av Disney teknifilmum, síðan eg var barn. Felagið hevur havt sínar upp- og niðurtúrar. Tað gekk t.d. sera væl í 90’unum og síðan minni væl í nøkur ár eftir 2002 – burtursæð frá Pixar, sum framvegis gjørdu góðir filmar. Tíbetur kom eitt vendipunkt fyri uml. 10 árum síðani og "Zootropolis" er ein av Disney filmunum, sum mær dámar best. Hetta er ein fantastiskur, kreativur, óvanligur og minniligur teknifilmur – útgivin í USA við heitinum "Zootopia".
Hetta
er ein krimifilmur og tað ger hann øðrvísi enn flestu Disney filmar. Tað er ein
detektivsøga, sum er innviklað, óforútsigulig og spennandi. Hon viðger evnir,
sum vit ikki plaga at síggja í teknifilmum – m.a. mismunur, tí vit fylgja eina
lítla kanin, sum verður illa viðførd av samfelagnum. Mær dámar væl, hvussu samfelagið í Zootropolis verður víst. Hvussu liva djór saman? Filmurin granskar
hetta evnið sera væl og býurin er ótrúliga flott gjørdur. Animatiónin er
fantastisk og hevur eina rúgvu av detaljum í bakgrundini.
Persónarnir
eru sera dámligir og minniligir. Judy og Nick eru dámligir høvuðspersónar, sum hava gott samstarv. Mær dámar væl, at teirra persónleikar eru
ymiskir og kortini hóska væl saman. Judy er optimistisk og vil gera tað, sum er
rætt, meðan Nick er sarkastiskur og uppførir seg sum ein brotsmaður. Hjápersónarnir
eru minniligir og skemtið er sera stuttligt. Røddirnar eru hóskandi og
mær dámdi serliga m.a. Jason Bateman. Hansara persónleiki hóskar væl til Nick Wilde
og hann dugir væl at gera sarkastiskir persónar dámligir. Tær dramatisku
løturnar eru væleydnaðar og einaferð fór eg at tára.
Orsakað av dámligum persónum og eina djúpa og óvanliga søgu, so er "Zootropolis" ein av bestu teknifilmunum hjá Disney. Søgan er so mikið væl skrivað, at eg vil fegin síggja filmin fleiri ferðir og uppdaga okkurt nýtt. Tað er áhugavert at læra um samfelagið og stuttligt at síggja, hvussu djórini t.d. eru bundin av fartelefonum, eins og menniskju í veruleikanum. Filmurin hevur nakrar daprar og ógvusligar løtur, men tær eru hóskandi og gera søguna meira spennandi. Røddirnar eru góðar, tónleikurin er góður, skemtið er stuttligt og mær dámar væl sangin "Try Everything" hjá Shakira. Bæði "Zootropolis" og "Moana" eru millum filmarnir hjá Disney, sum mær dámar best, so 2016 var eitt sera gott ár hjá felagnum.

4,5
/ 5 stjørnur
Leikstjórar: Byron Howard, Rich Moore
Leikarar: Ginnifer Goodwin, Jason Bateman, Idris Elba,
Jenny Slate, Nate Torrence, Bonnie Hunt, Don Lake, Tommy Chong, J. K. Simmons,
Octavia Spencer, Alan Tudyk, Shakira
Ár: 2016
No comments:
Post a Comment