Tað hevur ikki ligið væl fyri hjá
mær, at fara í biograf tær seinastu vikurnar. Eg sá hvørki “The Hunger Games:
Catching Fire” ella “Ender’s Game”. Eg hugdi eftir “Captain Phillips”, “Bad
Grandpa” og “Escape Plan”, men tá var tað ov seint at ummæla teir.
Monday, December 30, 2013
Sunday, November 10, 2013
Gravity
Hetta er ein spenningsfilmur, sum fer fram úti í
rúmdini. Tað er eitt genialt hugskot, tí tankin um at vera staddur úti rúmdini,
er rættiliga óhugnaligur. Har er einki oxygen, einki ljóð og tað er sera
torført at ferðast heim aftur til jørðina. Tað er eisini óhugnaligt at ímynda
sær, hvussu tað man vera, at vera einsamallur har.
Wednesday, November 6, 2013
Thor: The Dark World
Marvel eru nú í holt við at gera superhetjufilmar,
sum byggja upp til “The Avengers: Age of Ultron” í 2015. Fyrr í ár varð “Iron
Man 3” útgivin og nú er eftirfylgjarin til “Thor” komin út, sum eitur “Thor:
The Dark World”.
Saturday, October 19, 2013
Olsen Banden på dybt vand
Eg vaks upp við teimum gomlu “Olsen Banden”-filmunum.
Eg eri ein fjeppari og havi sæð næstan allir filmarnir. Í 2010 kom so ein teknifilmur út, sum æt “Olsen Banden på de bonede gulve”. Eg hugdi eftir honum fyri nøkrum vikum síðan og mær dámdi hann ikki. Eg væntaði tí ikki, at tann nýggi teknifilmurin, “Olsen Banden på dybt vand”, fór at vera sera góður.
Eg eri ein fjeppari og havi sæð næstan allir filmarnir. Í 2010 kom so ein teknifilmur út, sum æt “Olsen Banden på de bonede gulve”. Eg hugdi eftir honum fyri nøkrum vikum síðan og mær dámdi hann ikki. Eg væntaði tí ikki, at tann nýggi teknifilmurin, “Olsen Banden på dybt vand”, fór at vera sera góður.
Tuesday, October 15, 2013
2 Guns
“2 Guns” er um tveir menn, Bobby Trench (Denzel
Washington) og Michael “Stig” Stigman (Mark Wahlberg). Teir ræna ein banka, men
finna síðan út av einum loyndarmáli um hvønn annan: Teir eru báðir “undercover”
njósnarir. Bobby arbeiðir fyri narkotikaløgregluni og Stig arbeiðir fyri
herflotanum. Síðan vísir tað seg, at bankaránið var ein fella. Teir hava av
óvart stolið frá CIA og tað skapar eitt størst rok. Nú noyðast teir at arbeiða
saman fyri, at koma burtur úr hesi kreppuni.
Wednesday, October 9, 2013
Riddick
Thursday, October 3, 2013
Runner Runner
“Runner Runner” er um ein studentaskúlanæming,
Richie Furst (Justin Timberlake), sum skipar fyri “gambling” á skúlanum. Eitt
kvøldið satsar hann allar sínar pengar í einum pokerspæli á internetinum. Hann
tapir og missir alt, men er vísur í, at hann varð snýttur. Tískil ferðast hann
til Costa Rica, fyri at tosa við leiðarin av heimasíðuni; ein ríkur maður, sum
eitur Ivan Block (Ben Affleck). Ivan tekur væl ímóti honum og ger av, at geva
honum eitt arbeiði í sínum felagi.
Bólkar:
drama,
krimi,
spenningur
Thursday, September 26, 2013
Kick-Ass 2
Eg sá ikki “Kick-Ass” í biografinum, tá
hann kom út í 2010, men eg hoyrdi nógv góð ting um hann. Eg hugdi so nústani
eftir honum fyri nøkrum vikum síðan og eg má siga, at hann skuffaði ikki. Mær
dámdi hann sera væl. Nú er so endiliga tvey’arin komin út.
Bólkar:
action,
skemt,
superhetjur
Wednesday, September 18, 2013
Rush
“Rush” er tann nýggjasti filmurin hjá kenda
leikstjóranum Ron Howard – hann hevur leikstjórnað m.a. “Apollo 13” og “A
Beautiful Mind”. Eg var eisini áhugaður í filminum, av tí at hann
var um rasarakoyring og hevði Chris Hemsworth í einum høvuðsleikluti.
Monday, September 16, 2013
Spies & Glistrup
“Spies & Glistrup” er ein danskur dramafilmur um
tveir kendir menn: Simon Spies og Mogens Glistrup. Hetta er ein fiktionell
søga, sum handlar um teirra forhold sum bestir vinmenn. Hesin filmurin roynir
ikki at vera søguligur. Tað er ein fiktionell søga, sum er inspirerað av hesum
kendu persónunum.
Bólkar:
drama
Wednesday, September 11, 2013
Elysium
“Elysium” er ein stórur “science fiction"-filmur, sum fleiri hava glett seg til. Tað er serliga orsakað av, at hann kemur frá leikstjóranum av “District 9”, Neill Blomkamp.
Hetta er hansara næsti filmur og hesuferð hevur hann eitt størst budget at
arbeiða við.
Sunday, September 1, 2013
Olympus Has Fallen
Eg minnist, tá eg fyrr í ár sá treylarin fyri actionfilmin
“Olympus Has Fallen”. Eg helt tá ikki, at hann sá út sum nakað serligt. Mær
dámar sera væl actionfilmar, so hesin filmurin burdi verið nakað fyri meg, men
treylarin fekk hann ikki til at síggja lovandi út. Eg sá hann ikki í
biografinum, men eg hoyrdi frá vinum, at hann var góður. Nú havi eg so endiliga
sæð hann í sjónvarpinum.
Tuesday, August 20, 2013
The Wolverine
“The Wolverine” fylgir mutantinum Logan (Hugh
Jackman); eisini kallaður “Wolverine”. Hann syrgir, orsakað av deyðanum hjá Jean
Grey (Famke Janssen), og er troyttur av, at hann ikki kann doyggja – hansara lív er
endaleyst. Ein dagin verður hann bjóðaður til Tokyo, fyri at vitja ein mann,
sum hann bjargaði einaferð. Maðurin gevur honum tá møguleikan, at gerast "deyðiligur" – t.v.s. hansara lív er ikki ævigt og hann kann tí doyggja. Hann takkar nei, men stutt eftir hendir okkurt gátuført, sum ger,
at hann verður sárbærur og møguliga deyðiligur.
Sunday, August 18, 2013
Now You See Me
Eg var serliga áhugaður í hesum filminum, orsakað av sjónleikarunum,
sum vóru savnaðir: Jesse Eisenberg, Woody Harrelson, Isla Fisher, Mark Ruffalo,
Morgan Freeman,
Michael Caine og onnur. Tað er eisini kul at síggja ein film um eitt lið av
kendum sjónleikarum, sum arbeiða saman – eins og t.d. "Ocean's
Eleven" og "The Avengers".
Bólkar:
krimi,
spenningur
Monday, August 5, 2013
Pacific Rim
Í summarfrítíðunum koma nógvir stórir
“blockbuster”-filmar út, sum t.d. “Transformers”, “The Dark Knight Rises” og “Man
of Steel”. Ein av teimum stóru filmunum, sum koma út í ár, er “Pacific Rim”.
Hugskotið er stutt sagt, at risastórir robottar berjast ímóti ódjórum. Eg elski
tað hugskotið. Tað ljóðar sum ein blanding av “Transformers” og “Godzilla”, men væl gjørt og við einum góðum leikstjóra: Guillermo del Toro – leikstjórin
handan m.a. “Hellboy” og “Pan’s Labyrinth”.
Sunday, July 7, 2013
Man of Steel
“Man of Steel” er tann nýggi filmurin um ein av
heimsins kendastu superhetjum, Superman. Søgan byrjar á eini gongustjørnu, sum
eitur Krypton. Av tí at hon skjótt verður oyðiløgd, senda eini hjún, Jor-El
(Russel Crowe) og Lara (Ayelet Zurer), teirra son, Kal-El, út í rúmdina í einum
rúmdarskipi. Hann lendir á jørðini, verður adopteraður av eini bóndafamilju og
verður nevndur Clark Kent.
Bólkar:
action,
drama,
superhetjur
Friday, July 5, 2013
The Lone Ranger
Lýsingarnar fyri “The Lone Ranger” siga, at filmurin
kemur frá skaparunum av “Pirates of the Caribbean”, og tað sæst væl í stílinum.
Hann hevur sama leikstjóran, Gore Verbinski, og sama høvuðsleikaran, Johnny
Depp. Hann er eisini gjørdur eftir eina gamla amerikanska sjónvarpsrøð við sama heitinum, sum eg
ikki havi sæð. Eg vildi bert hava ein undirhaldandi poppkorn-film – mær dámdi
eisini sera væl tann fyrsta “Pirates of the Caribbean”-filmin.
Monday, June 17, 2013
Star Trek Into Darkness
Eg má viðganga, at eg havi ongantíð verið ein fjeppari av "Star
Trek". Eg havi ikki nakað serligt ímóti tí. Eg vaks bara ikki upp við tí og veit
ikki nógv um tað – men eg havi sæð fleiri brot. Tá eg so sá filmin "Star Trek" frá 2009, ið var ein spildurnýggj versjón av "Star Trek", var eg tí
fullkomiliga opin. Eg kravdi ikki, at hann skuldi vera eins og gomlu sjónvarpsrøðirnar
og filmarnir. Mær dámdi tann filmin faktiskt sera væl. Hann var ein sera góður "science fiction"-filmur við spennandi action og góðum persónum. Nú er
eftirfylgjarin komin út, sum eitur "Star Trek Into Darkness".
Wednesday, May 29, 2013
Fast & Furious 6
Tá ið “Fast & Furious 5” kom út í 2011, var eg langt
síðan givin við at fylgja við seriuni. Eg var ikki áhugaður í at síggja hann,
men hann fekk yvirraskandi góð ummæli. Í ár hugdi eg endiliga eftir honum og
mær dámdi hann sera væl – ein sera positiv yvirraskilsi. Hann var ein sera
undirhaldandi og óseriøsur actionfilmur. Eg gleddi meg tí til at síggja “Fast
& Furious 6”, tí hann sá út til at vera í sama stíli sum fimmarin. Eg vildi
bara hava ein undirhaldandi actionfilm.
Bólkar:
action
Monday, May 20, 2013
Silver Linings Playbook
“Silver Linings Playbook” er ein filmur, sum gjørdist sera
væl umtóktur í Amerika, tá hann kom út í 2012. Hann fekk nógvar Oscar-nomineringar
og Jennifer Lawrence vann heiðurslønina fyri “Best Actress“. Nú er filmurin
komin til Føroyar.
Saturday, April 27, 2013
Iron Man 3
Marvel hevur gott skil fyri, at gera góðar
superhetjufilmar. Teir flestu Marvel-filmarnir eru góðir og undirhaldandi, sum t.d. “Iron Man”
og serliga “The Avengers”. Nú er tann triðji “Iron Man”-filmurin komin út.
Sunday, April 21, 2013
Oblivion
Nú er langt síðan, at eg havi sæð ein “science
fiction”-film í biografinum. Tá ið eg hoyrdi um nýggja filmin “Oblivion”, gjørdist eg áhugaður. Hann sá sera flottur og áhugaverdur út. Hann hevði eisini Tom Cruise
í høvuðsleiklutinum og Morgan Freeman í einum hjáleikluti. Hetta sá út sum ein
lovandi filmur, sum kundi vera nakað serligt.
Tuesday, April 16, 2013
Kon-Tiki
“Kon-Tiki” er ein norskur filmur, sum er gjørdur eftir
eina sanna søgu. Tað er søgan um eina ferð hjá normanninum Thor Heyerdahl. Eg
visti lítið um filmin og søguna, men eg hevði uppdagað, at fólk vóru áhugað í
at síggja hendan filmin.
Friday, April 5, 2013
Klippfisk á ferð 2013
Klippfisk skipar í løtuni fyri einum tiltaki, sum
eitur “Klippfisk á ferð”. Tey ferðast kring landið og sýna átta føroyskir
stuttfilmar. Tað er eitt gott hugskot og ein góður máti at stuðla føroyingum, sum gera filmar. Mikukvøldið 3. apríl var tiltakið í Atlantis Bio í Klaksvík og eg fór
at hyggja. Í hesum blogginum fari eg at siga frá í stuttum, hvat eg helt um
filmarnir.
Friday, March 29, 2013
G.I. Joe: Retaliation (2013)
Leikstjóri Jon M. Chu |
Bólkar:
action
Sunday, March 24, 2013
Les Misérables (2012)
Leikstjóri Tom Hooper |
Bólkar:
sangur
Saturday, March 16, 2013
The Last Stand (2013)
Leikstjóri Kim Jee-woon |
Bólkar:
action
Monday, March 11, 2013
A Good Day to Die Hard (2013)
Leikstjóri John Moore |
Bólkar:
action
Tuesday, February 26, 2013
Inuk (2012)
Leikstjóri Mike Magidson |
Bólkar:
drama
Sunday, February 3, 2013
Django Unchained (2012)
Leikstjóri Quentin Tarantino |
Friday, January 18, 2013
Jack Reacher (2012)
Wednesday, January 16, 2013
The Three Stooges (2012)
Leikstjórar Peter Farrelly Bobby Farrelly |
Bólkar:
skemt
Wednesday, January 9, 2013
Midnight in Paris (2011)
Leikstjóri Woody Allen |
Bólkar:
skemt
Wednesday, January 2, 2013
Abraham Lincoln: Vampire Hunter (2012)
Leikstjóri Timur Beckmambetov |
Bólkar:
action
Subscribe to:
Posts (Atom)