Saturday, December 16, 2017
Saturday, December 9, 2017
The Disaster Artist
Í 2003 kom ein filmur út við heitinum "The Room". Hann gjørdist kendur fyri at vera ein tann vánaligasti filmurin nakrantíð, men kortini stuttligur at hyggja eftir. Eg sá hann langt síðani og eg flenti nógv. Leikstjórin, rithøvundurin og høvuðsleikarin var Tommy Wiseau; ein ókendur sjónleikari, sum gav eina sera vánliga og minniliga framførslu. Nú hevur James Franco leikstjórnað ein film um, hvussu "The Room" varð framleiddur – gjørt eftir bókini "The Disaster Artist" hjá Tom Bissell og Greg Sestero, sum er besti vinurin hjá Tommy.
Tuesday, November 21, 2017
Justice League
Í fjør varð "Batman v. Superman: Dawn of Justice" útgivin og hann skuldi byggja upp til "Justice League" í ár. Tíverri
var tað ein tann vánaligasti superhetjufilmurin, sum eg hevði sæð, og DC Films høvdu trupulleikar við hesi filmsrøðini. Hinvegin var teirra seinasti filmur, "Wonder Woman", sera góður, so hvussu man úrslitið vera hesuferð?
Tuesday, October 31, 2017
Thor: Ragnarok
Saturday, October 7, 2017
Blade Runner 2049
Í
1982 varð "Blade Runner" útgivin, sum er ein tann kendasti "science fiction" filmurin nakrantíð. Hann var leikstjórnaður av Ridley Scott. Í 2007 varð
filmurin kliptur av nýggjum við heitinum "Blade Runner: The Final Cut" og tað
er útgávan, sum eg havi sæð. Mær dámar væl filmin. Hann er áhugaverdur og flott
gjørdur. Nú er eftirfylgjarin komin út við heitinum "Blade Runner 2049". Ridley
Scott hevur verið við til at framleiða hann og leikstjórin er Denis Villeneuve –
kendur fyri m.a. "Prisoners" og "Arrival".
Tuesday, September 26, 2017
Kingsman: The Golden Circle
Hetta er
eftirfylgjarin til "Kingsman: The Secret Service", sum mær dámar sera væl. Tað var
ein tann besti actionfilmurin frá 2015 og eg gleddi meg til tveyarin. Hesuferð
noyðast Eggsy (Taron Egerton) og Merlin (Mark Strong) at fara til USA og
samstarva við amerikansku deildina, sum nevnist Statesman. Heimurin
verður hóttur av einum felagsskapi, sum eitur The Golden Circle.
Sunday, August 20, 2017
Dunkirk
Christopher Nolan hevur skrivað og
leikstjórnað m.a. "Inception", "Interstellar" og "The Dark Knight". "Dunkirk"
er hansara fyrsti krígsfilmur og er gjørdur eftir eina veruliga hending. Søgan
fer fram undir seinna heimsbardaga. Bretskir og franskir hermenn eru kringsettir
av fíggindum í Dunkirk, so bretska stjórnin roynir at fáa teir heimaftur.
Bólkar:
action,
drama,
kríggj,
søguligur,
spenningur
Saturday, August 12, 2017
Valerian and the City of a Thousand Planets
Thursday, July 13, 2017
Spider-Man: Homecoming
Eg havi fyrr nevnt, at Spider-Man er mín yndissuperhetja. Í fjør fingu vit eina nýggja útgávu í filminum "Captain America: Civil War" og eg var sera glaður fyri úrslitið. Tað var ein sera góður Spider-Man og mær dámdi væl sjónleikarin, Tom Holland. Nú hevur hann høvuðsleiklutin í "Spider-Man: Homecoming".
Sunday, July 9, 2017
Zootropolis
Í
juni ummælti eg eina rúgvu av teknifilmum, sum komu út í 2016. Nú endi eg
røðina við "Zootropolis", sum er ein av nýggjastu filmunum hjá Disney. Søgan
fer fram í eini heimi, sum hevur bert djór, ið uppføra seg sum menniskju. Vit
fylgja Judy Hopps (Ginnifer Goodwin), sum er fyrsta kaninin, ið verður sett í starv
sum politistur. Hon flytir til stórbýin Zootropolis, har ið øll djór liva saman
í friði. Tá hon fær eina torføra uppgávu, noyðist hon at biða um hjálp frá einum
svindlara, revurin Nick Wilde (Jason Bateman).
Sunday, July 2, 2017
Baby Driver
Eg
mangli at ummæla ein teknifilm afturat og tað er "Zootropolis". Ummælið kemur
út í komandi viku, so í dag verður tað í staðin nýggi actionfilmurin "Baby
Driver". Hann er skrivaður og leikstjórnaður av Edgar Wright, sum eisini er leikstjórin
handan "Hot Fuzz" og "Scott Pilgrim vs. the World". Søgan er um ein drong,
sum eitur Baby (Ansel Elgort). Hann arbeiðir sum bilførari hjá brotsmanninum Doc
(Kevin Spacey) og lurtar altíð eftir tónleiki, tí hann hevur tinnitus.
Bólkar:
action,
krimi,
spenningur
Tuesday, June 27, 2017
Trolls
"Trolls" fer fram í eini bygd við trøllum,
sum altíð eru glað. Fyri nógvum árum síðani flýddu tey frá ódjórum, sum eta trøll. Ein dagin verður
bygdin álopin og vinirnir hjá Poppy (Anna Kendrick) verða tikin. Hon fer tí í
samstarv við Branch (Justin Timberlake) – tann einasti gronuti persónurin í
bygdini – og saman fara tey út at bjarga vinirnir.
Thursday, June 22, 2017
Storks
Lýsingarnar
fyri teknifilmin "Storks" nevndu, at hann kemur frá sama felagnum, sum gjørdi "The Lego Movie". Tað er ein av teimum stuttligastu filmunum, sum eru komnir út nýliga.
Er teirra næsti skemtifilmur eisini væleydnaður?
Tuesday, June 20, 2017
Sing
Illumination Entertainment útgóvu tveir teknifilmar í fjør. Fyrst
"The Secret Life of Pets" og síðan "Sing". Eg var ikki áhugaður í
hesum filminum og mær dámdi ikki lýsingarnar. Tað líktist einum filmi, sum bert
royndi at marknaðarføra kendar sangir. Var úrslitið betri ella verri enn
væntað?
Thursday, June 15, 2017
The Secret Life of Pets
Illumination Entertainment er felagið handan m.a.
"Despicable Me" og "The Lorax". Hetta er so teirra
næstnýggjasti filmur, "The Secret Life of Pets". Vit fylgja nøkrum kelidýrum í New York og
síggja, hvat tey gera um dagin, meðan eigararnir eru burturstaddir. Hundurin
Max (Louis C.K.) verður illur, tá ið eigarin adopterar hundin Duke (Eric
Stonestreet). Nú er Max brádliga noyddur til at hava ein beiggja.
Tuesday, June 13, 2017
The Red Turtle
Hesuferð ummæli eg ein franskan teknifilm, sum eitur "The
Red Turtle". Hann varð framleiddur í samstarvi við Studio Ghibli – japanska teknifilmsfelagið
handan t.d. "Spirited Away" og "Princess Mononoke". Søgan er um ein mann,
sum verður strandaður á eini oyggj og hittir eina gátuføra reyða sjaldbøku.
Thursday, June 8, 2017
Moana
Umframt
Pixar filmin "Finding Dory", so góvu Disney tveir aðrir teknifilmar út í fjør. Fyrst
kom "Zootropolis" og at enda "Moana", sum varð leikstjórnaður av Ron Clements
og John Musker – danska heitið er "Vaiana". Teir hava arbeitt hjá Disney í fleiri ár og leikstjórnaðu m.a.
"The Little Mermaid", "Aladdin" og "Hercules".
Tuesday, June 6, 2017
Kung Fu Panda 1-3
Friday, June 2, 2017
Wonder Woman
DC Comics hava stríðst við, at stovna eina filmsrøð á sama
hátt sum Marvel. Báðir filmarnir í fjør fingu ring ummæli og nú er tíðin komin til,
at hoyra upprunasøguna hjá Wonder Woman. Hon hevði ein lítlan leiklut í "Batman v. Superman: Dawn of Justice" og tað er ein tann vánaligasti superhetjufilmurin,
sum eg havi sæð í fleiri ár. Eg havi tískil verið skeptiskur um filmsrøðina,
men nú fáa vit at síggja. Er 2017 eitt betri ár hjá DC Comics?
Bólkar:
action,
adventure,
fantasi,
kríggj,
superhetjur
Thursday, June 1, 2017
Kubo and the Two Strings
Í fjør kom ein rúgva av teknifilmum út, men eg ummælti bara tríggir. Eg havi tí valt at gera eina roynd. Hvønn týsdag og hósdag hendan mánaðin fari eg at ummæla ein teknifilm, sum kom út í 2016 – m.a. "Moana" og "Sing". Tað verður í alfabetiskari raðfygju og fyrsti filmurin er "Kubo and the Two Strings".
Wednesday, May 31, 2017
Pirates of the Caribbean: Salazar's Revenge
Johnny Depp er farin aftur til ein av hansara
kendastu leiklutum, Captain Jack Sparrow. "Pirates of the Caribbean" er ein
tann mest vælumtókta filmsrøðin hjá Disney. Eittarin kom út í 2003 og hetta er
fimti filmurin í røðini.
Tuesday, May 2, 2017
Guardians of the Galaxy Vol. 2
Eftir ein langan steðg, so havi eg avgjørt at ummæla
filmar aftur. Nú nærkast summarfrítíðin og tá útgeva Hollywood stórir
poppkornfilmar. Satt at siga er "Guardians of the Galaxy Vol. 2" ein filmur,
sum eg havi glett meg til í nøkur ár. Eg eri ein stórur fjeppari av eittaranum.
Tað er satt at siga mín yndissuperhetjufilmur hjá Marvel. Mær dámar sera væl
persónarnir og eg gleddi meg til, at síggja tey aftur.
Sunday, February 19, 2017
Berlinale 2017: The Party & Viceroy's House
Í ár fekk eg møguleikan at fara á Berlinale í nakrir dagar. Tað er altjóða filmfestivalurin í Berlin og tað var ein stór uppliving. Sýningarnar vórðu skjótt útseldar, so man valdi tilvildarligir filmar, sum man megnaði at fáa
atgongumerkir til. Eg hugdi eftir m.a. bretsku filmunum "The Party" og "Viceroy’s
House", týska filminum "Amelie Rennt" og donsku sjónvarpsrøðini "Gidseltagningen".
Eg havi avgjørt at skriva stutt ummæli av hesum filmunum. Eg byrji við "The
Party" og "Viceroy’s House", og ummæli hinir seinni.
Bólkar:
drama,
filmfestivalur,
listar,
skemt,
søguligur
Friday, January 27, 2017
Split
Fyri nógvum árum síðani var M. Night Shyamalan ein sera
vælumtóktur leikstjóri, orsakað av filminum "The Sixth Sense". Seinni fór
hansara karriera av sporinum, tí hann gjørdi eina rúgvu av vánaligum filmum –
til dømis "The Happening", "The Last Airbender" og "After Earth". Hann gjørdist
tískil ein illa umtóktur leikstjóri. Hinvegin hevur hansara nýggjasti filmur, "Split",
fingið góð ummæli, so man hetta vera eitt framstig?
Thursday, January 26, 2017
xXx: Return of Xander Cage
Vin Diesel er kendast fyri "Fast & Furious"-filmarnir,
men fyri 10 árum síðan spældi hann eisini í øðrum filmsrøðum: "Riddick" og "xXx" – úttalað "Triple X". Tær røðirnar steðgaðu upp í fleiri ár inntil 2013, tá ið filmurin "Riddick" kom út. Nú er tann triði filmurin í "xXx"-røðini endiliga komin út. Eittarin varð útgivin í 2002 og í 2005 kom tveyarin, sum satt at siga hevði Ice Cube í
høvuðsleiklutinum í staðin fyri Vin Diesel.
Wednesday, January 18, 2017
La La Land
"Whiplash" var ein tann mest vælumtókti filmurin, sum kom út í 2014. Mær
dámdi hann eisini væl og tað var fyrsti spælifilmurin hjá einum nýggjum leikstjóra, sum eitur Damien Chazelle. "La La Land" er hansara næsti og
nýggjasti filmur. Eg sá hann stutt síðani í Onglandi og hann kemur til Føroyar í endanum av februar.
Thursday, January 12, 2017
Assassin's Creed
Hollywood hava enn einaferð roynt at filmatisera eitt telduspæl. Í fjør varð "Warcraft: The Beginning" útgivin og tað var satt
at siga ein hampuliga góður filmur. Hvør veit? Kann tað eydnast aftur við
"Assassin’s Creed"?
Subscribe to:
Posts (Atom)