Saturday, December 31, 2011

Immortals (2011)

Instruktørur
Tarsem Singh
"Immortals" fer fram í gamla grikkalandi. Høvuðspersónurin er Theseus (Henry Cavill) og hann ætlar sær at hevna seg inn á fíggindarnir, sum drupu mammu hansara. Tann hægsti av fíggindunum er Hyperion, leiktur av Mickey Rourke.

Friday, December 30, 2011

Rango (2011)

Instruktørur
Gore Verbinski
Ein sera góður, undirhaldandi teknifilmur. Hesin filmurin er øðrvísi enn aðrir teknifilmar. Tað er faktiskt ein rættiliga løgin filmur, so eg rokni ikki við, at øll fara at dáma hann, men mær dámdi hann væl.

Rise of the Planet of the Apes (2011)

Instruktørur
Rupert Wyatt
Tá ið eg fyrst hoyrdi um hendan filmin, var eg skeptiskur. Eg ivaðist í, um tað var eitt gott hugskot, mær dámdi ikki tittulin og eg væntaði, at tað fór at vera ein týpiskur, meiningsleysur, non-stop Hollywood-actionfilmur. Men tá ið hann so fekk sera góð ummæli, valdi eg at geva honum ein kjans. Og eg varð positivt yvirraskaður. "Rise of the Planet of the Apes" er ein av teimum bestu filmunum, eg havi sæð í ár - og tað hevði eg ikki væntað.

Thor (2011)

Instruktørur
Kenneth Branagh
Ein sera góður, undirhaldandi actionfilmur. Bretski sjónleikarin Kenneth Branagh hevur instruerað hendan filmin, og hann hevur gjørt eitt gott arbeiði. Søgan er kanska eitt sindur simpul, men kortini góð. Eitt, ið mær dámar sera væl við "Thor", er, at Branagh velur at fokusera meira á persónarnir og søguna enn á action-senurnar. Hesin filmurin er ikki ein meiningsleysur actionfilmur, men ein undirhaldandi filmur við eini hampuliga góðari søgu og dámligum persónum. 

Tuesday, December 27, 2011

In Time (2011)

Instruktørur
Andrew Niccol
"In Time" er ein sci-fi filmur við einum rættiliga kulum konsepti. Vit eru stødd í framtíðini. Øll hava eitt serligt ur á arminum, sum vísir, hvussu nógva tíð tey hava eftir at liva, og tíð er valuta. Tað vil siga, at í staðin fyri pengar, brúkar man tíð. Eg skal taka eitt dømi: Ein koppur av kaffi kostar 5 minuttir, og tískil geldur man við at taka 5 minuttir av sínum lívi. Harafturat gevast øll menniskjuni við at eldast, tá ið tey eru 25 ár. Tá hava tey bert 1 ár eftir at liva og mugu tí arbeiða fyri at fáa meira tíð - av tí at tíð er valuta, so er tað teirra løn. 

Saturday, December 24, 2011

Super 8 (2011)

Instruktørur
J. J. Abrams
“Super 8″ er ein nostalgisk “tribute” til ymiskir gamlir filmar hjá Steven Spielberg og tað helt eg ljóðaði áhugavert. Hann er eisini produseraður av Spielberg og instrueraður av J. J. Abrams – skaparin av “Lost” og instruktørurin av 2009-filminum “Star Trek”. Og við einum spennandi trailara, ið ikki avdúkaði nógv, so sá hetta út til at vera ein sera góður filmur. Og tað er tað eisini!

The Beaver (2011)

Instruktørur
Jodie Foster
"The Beaver" er um ein deprimeraðan mann, Walter Black (Mel Gibson), sum hevur mist hugin til at liva. Ein dagin koyrir hann eina bævur-dukku á hondina hjá sær og byrjar at samskifta við fólk gjøgnum hana. Løgið hugskot, ha? Men instruktørurin, Jodie Foster, fær tað til at rigga. Filmurin fekk blandaði ummæli frá kritikarum, men mær dámdi hann sera væl. Tað er ikki ársins besti filmur, men ein sera góður, rørandi filmur.

Scott Pilgrim vs. the World (2010)

Instruktørur
Edgar Wrigh
t
Ein løgin, men sera undirhaldandi filmur. Hetta er stutt sagt ein kombinatión av eini teknirøð, einum telduspæli og einum ungdómsfilmi. Tað ljóðar sum eitt løgið hugskot, men instruktørurin, Edgar Wright, fær tað til at rigga. 

Friday, December 23, 2011

Source Code (2011)

Instruktørur
Duncan Jones
Ein fantastiskur, genialur spenningsfilmur við eini sera áhugaverdari søgu. Jake Gyllenhall gevur eina sera góða framførslu og instruktørurin, Duncan Jones, syrgir fyri, at filmurin er spennandi og undirhaldandi alla tíðina. 

Ratatouille (2007)

Instruktørur
Brad Bird
Ein av mínum yndis-Pixar-filmum. Hugskotið ljóðar løgið: Ein rotta, sum eitur Remy, vil verða kokkur. Men ótrúligt nokk klára Pixar at fáa eina sera góða, undirhaldandi søgu burtur úr hesum. 

Skyline (2010)

Instruktørar
Colin Strause
Greg Strause
‎"Skyline" er ein sera týpiskur alien-filmur. Hetta er søgan: Aliens koma til Los Angeles og byrja at taka fólkini. Og vit fylgja so nøkrum persónum, sum royna at yvirliva. Tað er søgan! Hon er ótrúliga tunn og kliché-agtig.

Wednesday, December 21, 2011

Due Date (2010)

Instruktør
Todd Phillips
Peter Highman (Robert Downey Jr.) skal ferðast til California, tí kona hansara, sum er stødd í California, skal skjótt eiga. Men orsakað av eini misskiljing, verður hann bannaður frá at ferðast við flogfari og noyðist tí at ferðast eftir vegnum saman við einum irriterandi sjónleikara, Ethan Tremblay (Zach Galifianakis).

Disaster Movie (2008)

Instruktørar
Jason Friedberg
Aaron Seltzer
Tað ljóðar kanska nokkso ekstremt, men hetta er tann vánaligasti skemtifilmurin, eg nakrantíð havi sæð. "Disaster Movie" er skrivaður og instrueraður av Jason Friedberg og Aaron Seltzer, og hann skal fyristilla sær at gera gjøldur burtur úr katastrofufilmum. Tað er eitt gott hugskot, men tíverri hava Friedberg og Seltzer onga ánilsi yvir, hvussu man ger gjøldur burtur úr nøkrum.

The Hangover (2009)

Instruktørur
Todd Phillips
‎"The Hangover" er ein sera stuttligur filmur við einum genialum manuskripti. Tað, sum mær dámar best við filminum, er frásøguhátturin. Søgan er uppbygd sum ein gáta, og tað er sera væl eydnað. Vit eru líka ørkymlaði og forvitin eftir svari sum høvuðspersónarnir, og gjøgnum filmin henda so nógv tilvildarlig, ekstrem, stuttlig ting, at vit gerast forvitin eftir at vita, hvussu alt hongur saman - samstundis sum tað geniala skemtið fær okkum til at flenna. Hetta ger filmin sera stuttligan, undirhaldandi og óforútsiguligan allan vegin ígøgnum.

Silent Movie (1976)

Instruktørur
Mel Brooks
"Silent Movie" er ein yvirsæddur, ókendur skemtifilmur frá 1976, sum eg leingi hevði viljað at sæð. Eg eri ein stórur fjeppari av Mel Brooks og mær dámdi sera væl hugskotið til søguna. Og eg varð ikki skuffaður! 

Paul Blart: Mall Cop (2009)

Instruktørur
Steve Carr
Mær dámar sera væl Kevin James. Hann er sera stuttligur og dámligur, og hann hevur uppiborið ein høvuðsleiklut í einum filmi. Men tíverri er "Paul Blart: Mall Cop" ikki nakað serligt. Filmurin er ikki pínufult vánaligur og hevur nakrar stuttligar løtur, men sum heild er hann óinteressantur, gloymandi ("forgettable"), keðiligur og ikki sera stuttligur. Tað skuffar meg eisini, at Kevin James hevur sjálvur verið við til at skriva manuskriptið.

The Iron Giant (1999)

Instruktørur
Brad Bird
Hetta er tann fyrsti teknifilmurin hjá Brad Bird; instruktørurin av "The Incredibles" og "Ratatouille".
Og hetta er ein sera góð byrjan, ið vísir hansara talent. "The Iron Giant" er ein sera góður teknifilmur við eini rørandi søgu.

Søgan er stutt sagt um ein drong, Hogarth Hughes, sum finnur ein risastóran robot úti í skóginum. Teir gerast góðir vinir, men ein agentur frá stjórnini, Kent Mansley, ætlar sær at drepa robottin, tí hann sær hann sum ein hóttan móti menniskjum.

Easy A (2010)

Instruktørur
Will Gluck
Ein ekstremur, men stuttligur, sjarmerandi filmur. Tað er eitt sindur irriterandi, at summir persónar eru yvirdrivið stereotýpiskir, men filmurin er kortini undirhaldandi og stuttligur sum heild.

Tuesday, December 20, 2011

Popeye (1980)

Instruktørur
Robert Altman
Tey flestu kenna teir gomlu teknifilmarnir um Popeye - ella Skipper Skræk, sum summi kalla hann. Í 1980 kom ein film-versión út við Robin Williams í høvuðsleiklutinum. Instruktørurin er Robert Altman, ein sera væl umtóktur instruktørur. Men hesin filmurin er faktiskt ikki sera væl umtóktur.

Plan 9 from Outer Space (1956)

Instruktørur
Ed Wood

"Plan 9 from Outer Space" er ein sci-fi "ræðufilmur" frá 1956, instrueraður av Ed Wood, ið varð róptur tann vánaligasti instruktørurin nakrantíð. Hetta er hansara kendasti filmur og tað er ein tann vánaligasti filmurin, eg nakrantíð havi sæð. Men mær dámar hann kortini. Hví? Tí hann er so vánaligur, at hann er sjúkliga stuttligur - við øðrum orðum: "So bad, it's good".

Megamind (2010)

InstruktørurTom McGrath

"Megamind" er um ein skurk, Megamind (Will Ferrell), sum vinnur yvir sín rival, superhetjuna Metro Man (Brad Pitt). Uttan eina superhetju at berjast ímóti, følist hansara lív keðiligt og meiningsleyst. Tískil skapar hann eina nýggja superhetju, men tað gongur ikki, sum hann hevði ætlað.

(500) Days of Summer (2009)

Instruktørur
Marc Webb

Ein sjarmerandi, øðrvísi, originalur romantiskur skemtifilmur. Nógvir romantiskir skemtifilmar eru sera kliché-agtigir og líkjast hvørjum øðrum, men "(500) Days of Summer" er ein undantøka. Søgan er um ein drong, Tom (Joseph Gordon-Levitt), ið verður forelskaður í eini gentu, Summer (Zooey Deschanel), sum ikki trýr, at kærleiki er til. Hetta ljóðar sum ein týpiskur kærleiksfilmur, men tað er tað faktiskt ikki. Tað er eisini ein rørandi dramafilmur við eitt sindur av skemti.

Singin' in the Rain (1952)

Instruktørar
Gene Kelly
Stanley Donen
"Singin' in the Rain" er ein musical frá 1952 og kanska tann mest væl umtókti musical-filmurin nakrantíð. Øll kenna eisini temasangin, so eg var forvitin eftir at síggja filmin. Og eg kann erligt siga, at hetta er ein tann besti musical-filmurin, eg nakrantíð havi sæð.

Sunday, December 18, 2011

Clerks (1994)

Instruktørur
Kevin Smith
"Clerks" er ein simpul søga um ein mann, Dante Hicks (Brian O'Halloran), sum hatar sítt keðiliga arbeiði: Kassamaður í einari kiosk. Hansara dovni vinmaður, Randal Graves (Jeff Anderson), er kassamaður í einum video-handli beint við síðuna av. Ein dagin, tá ið Dante eigur at hava frí, verður hann brádliga kallaður til arbeiðis og síðan fylgja vit hansara keðiliga arbeiðsdegi, har hann brúkar meira tíð til at práta við Randal enn at arbeiða.

Terminator 2: Judgment Day (1991)

Instruktørur
James Cameron
Mær dámdi væl eittarin, men "Terminator 2: Judgment Day" er eitt sjáldsamt dømi um ein tvey'ara, sum er nógv betri enn eittarin. Ein nýggjur Terminator (Arnold Schwarzenegger) verður sendur aftur í tíðina frá ár 2029 fyri at verja sonin hjá Sarah Connor, John Connor. Hann skal verja honum frá einum øðrum, meira modernaðum Terminator, sum er sendur fyri at drepa hann.

The Terminator (1984)

Instruktørur
James Cameron
Eg má tíverri viðganga, at eg hevði ongantíð sæð
"The Terminator" fyrr. Eg kom bara ongantíð til tað. Men nú havi eg endiliga sæð hann. Eg má siga, at hann var ikki akkurát soleiðis, sum eg hevði væntað. Av tí at Arnold Schwarzenegger er á permuni og verður so at siga reklameraður sum høvuðspersónurin, so væntaði eg, at hann fór at vera hetjan í filminum. Men hann er faktiskt tann óndi. Tað var ein yvirraskilsi. Men tað er ikki ein trupulleiki ella nakað, tí mær dámdi sera væl filmin.

The Spy Next Door (2010)

Instruktørur
Brian Levant
"The Spy Next Door" er ein familjufilmur um ein njósnara, Bob Ho (Jackie Chan), sum gongur saman við einari konu, Gillian (Amber Valletta), sum er einsamøll mamma til trý børn. Men hann hevur ikki sagt henni frá enn, at hann er ein njósnari fyri CIA. Ein annar trupulleiki er, at børnini hjá henni hata hann. Ein dagin fær Amber at vita, at pápi hennara er vorðin innlagdur, so hon noyðist at flyta burtur í eina tíð fyri at ansa eftir honum. Tá bjóðar Bob seg fram til at ansa eftir børnunum, meðan hon er burturstødd, men tað vísir seg at vera ein sera trupul uppgáva. Samstundis skal hann royna at steðga einum russiskum brotsmanni.

Raising Arizona (1987)

Instruktørur 
Joel Coen
"Raising Arizona" er tann seinni filmurin hjá Coen-beiggjunum (Joel og Ethan Coen). Tað er ein yvirdrivin, ekstremur skemtifilmur um ein fátækan brotsmann, H.I. McDonnough (Nicholas Cage), ið giftist við einum politisti, Edwina (Holly Hunter). Tá ið tey finna út av, at tey ikki kunnu fáa børn, gerast tey so desperat, at tey stjala eitt smábarn hjá einum ríkum handilsmanni, ið eigur fimm børn, og adoptera tað sum teirra egna son.