Denis
Villeneuve er ein leikstjóri, sum er stutt síðan vorðin kendur. Tey seinastu trý árini hevur hann leikstjórnað m.a. "Prisoners" og "Sicario", og í løtuni er hann í holt við "Blade Runner 2049", sum kemur út næsta ár – eftirfylgjarin til
"Blade Runner" hjá Ridley Scott. Hansara nýggjasti filmur er "Arrival".
Bretska teknifilmsfelagið Aardman Animations hevur gjørt m.a. "Shaun the Sheep", "Chicken Run" og "Wallace and Gromit". Í 2011 gjørdu
tey ein teknifilm, sum er satt at siga ein av teimum bestu jólafilmunum, ið eg
nakrantíð havi sæð: "Arthur Christmas".
Í fjør byrjaði ein nýggj røð av "Star Wars"-filmum við "The
Force Awakens" – nummar 7 í røðini. Eftirfylgjarin kemur út næsta ár, so í ár
hava Disney í staðin gjørt ein annan film, sum fer fram áðrenn fýrarin – tískil
ein meira sjálvstøðug søga.
Filmsrøðin hjá Marvel heldur fram og nýggi sjónleikarin,
sum skal spæla ein superhetja, er Benedict Cumberbatch – kendur fyri m.a.
høvuðsleiklutin í sjónvarpsrøðini "Sherlock". Hansara leiklutur er
gandakallurin Doctor Strange.
Westernfilmar eru sjáldsamir fyri tíðina. Fyri nógvum árum síðan var tað
ein tann mest væl umtókta sjangran í Hollywood og fleiri filmar vórðu framleiddir.
Tann nýggjasti, "The Magnificent Seven", er satt at siga ein endurinnspæling av
einum gomlum filmi frá 1960 við sama heitinum. Harafturat var tann filmurin ein
amerikansk endurinnspæling av japanska samuraifilminum "Seven Samurai" frá 1954
– tey broyttu sjangruna frá samurai til western.
Fyri 13 árum síðani góvu Pixar út
teknifilmin "Finding Nemo". Tað var ein sera góður filmur, sum varð væl móttikin
og vann eina Oscar heiðursløn fyri besta teknifilm. Nú er tveyarin komin út við
heitinum "Finding Dory".
Í samband við, at "Finding Dory" er
komin út hetta vikuskiftið, so havi eg avgjørt at ummæla eittarin, "Finding Nemo". Eg sá hendan teknifilmin í biografinum í 2003 og nú – 13 ár
seinni – er ein tveyari komin út. Eg ætli mær at ummæla "Finding Dory" seinni – eg havi ikki sæð hann enn.
Fyrr í ár skuffaðu DC Comics við filminum "Batman v. Superman: Dawn of Justice". Tey royna at skapa eina filmsrøð, sum skal kappast við Marvel og nú
er tíðin komin til meira ókendar persónar: Suicide Squad.
Fyri tveimum árum síðani ummælti eg "How to train your dragon 2". Mær dámdi
filmin væl og eg havi avgjørt, at eisini ummæla eittarin. "How to train
your Dragon" er um ein ungan neyðarsligan víking, sum eitur Hiccup (Jay
Baruchel) og er sonur høvdinganum, Stoick (Gerard Butler). Víkingar og drekar
eru fíggindar, sum altíð kríggjast. Men Hiccup verður vinur við ein dreka, sum
hann nevnir Toothless.
Mær dámar sera væl teknifilmar, men
eg havi ikki ummælt nógvir tilsamans. Síðan 2013 havi eg bert ummælt ein ella tveir um árið. Eg havi tí avgjørt, at ummæla ein tilvildarligan teknifilm hvønn týsdag í juli og august 2016. Onkur vika verður kanska lopin um, men
eg fari at gera mítt besta. Eg havi leingi ynskt at ummæla m.a. "The Lego Movie",
sum kom út í 2014.
Av øllum sjónleikarum, sum vanligt spæla í actionfilmum, so er Dwayne Johnson – eisini nevndur The Rock – ein av teimum, sum mær dámar best. Hann er sera dámligur og undirhaldandi í m.a. "Fast and Furious" røðini. Men hvat hendir, um man koyrir hann í ein actionskemtifilm saman við skemtaranum Kevin Hart?
Nú er tann fimti teknifilmurin í "Ice Age" røðini komin út. Manny, Diego, Sid og øll hini finna
út av, at ein halastjørna fer skjótt at oyðileggja jørðina.
Tískil fara tey í samstarv við Buck – sum var við í triðja filminum – og royna at steðga henni.
Shane Black er leikstjórin handan "Iron Man 3" og "Kiss Kiss Bang Bang" – ein stuttligur og undirhaldandi
krimiskemtifilmur við Robert Downey Jr. og Val Kilmer. "The Nice Guys" er tann
triði filmurin, sum hann hevur leikstjórnað. Hann er annars meira kendur sum
rithøvundur av fleiri filmum, sum t.d. "Lethal Weapon".
Filmatiseringar av telduspølum
plaga sjáldan at eydnast og nú er tíðin komin til ein av heimsins kendastu røðum, "Warcraft". Felagið Blizzard hava lagt ætlanir um at gera film í fleiri ár og nú er tað endiliga vorðið veruleiki. Eg havi ikki spælt spølini, so eg veit
lítið um tey. Filmurin er leikstjórnaður av Duncan Jones, sum eisini hevur
gjørt "Moon" og "Source Code".
Fyri nøkrum árum síðani var spælið "Angry Birds" ein tann mest væl umtókta
Smartphone appin. Eg havi sjálvur spælt tað og nústani í 2016 er tað gjørt til film.
Vit hava fyrr sæð filmatiseringar av telduspølum, men hetta er ein av teimum
fyrstu filmunum, sum eru gjørdir eftir eina app.
Eg eri seinur við hesum, men eg vil fegin siga mína meining um "Captain
America: Civil War". Fyrr í ár gjørdu DC Comics ein superhetjufilm við Batman
og Superman sum fíggindar. Úrslitið miseydnaðist og nú royna teirra størsti
rivalur, Marvel, at gera tað sama við Iron Man og Captain America.
Disney hava gjørt eina nýggja
filmatisering av ein av teirra teknifilmum, "The Jungle Book". Tað er ein klassiskur teknifilmur frá 1967, so tað er ein avbjóðing at gera eina endurinnspæling í "live action".
Superhetjufilmar eru
væl umtóktir og tað er serliga Marvel, sum hava fingið góð úrslit.
Nú royna DC Comics at skapa teirra egnu filmsrøð og hesin filmurin, "Batman v
Superman: Dawn of Justice", presenterar bæði Batman og Wonder Woman. Hetta er eftirfylgjarin til "Man of Steel" og ætlanin
er, at hann skal føra til "Justice League" um nøkur ár.
Ryan Reynolds hevur ynskt
í fleiri ár, at spæla høvuðsleiklutin í eini filmatisering av superhetjuni
Deadpool. Hann spældi tann leiklutin í "X-Men Origins: Wolverine", men úrslitið
var illa móttikið og ikki trúfast ímóti teknirøðini. Nú verður roynt umaftur og hesuferð er superhetjan líka sum í teknirøðini. Fólkini handan filmin hava valt at byrja av nýggjum og tað var rætta avgerðin.